Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 13 Janus Rein Kristianna Winther Poulsen Heðin Mortensen Annika Olsen Sonja Jógvansdóttir HAVNIN HEVUR FINGIÐ FLEIRI TINGFÓLK Gamla Suðurstreymoyar valdømi hevur fingið flest tingfólk afturat, eftir at Føroyar gjørdust eitt valdømi EIRIKUR LINDENSKOV Soleiðis sum Løgtingið er sett saman í dag, so sæst ein ávís broyting í mun til løgtingvalið í 2004, sum er tað seinasta løgtingsvalið eftir gomlu skipanini, har Føroyar vórðu býttar upp í sjey valdømi. Tá vórðu 27 tingfólk um­døm­ isvald úr valdømunum soleiðis: Norðoyar valdømi: 4 tingfólk Eysturoyar valdømi: 5 tingfólk Norðstreymoyar valdømi: 2 tingfólk Vága valdømi: 2 tingfólk Surðurstreymoyar valdømi: 8 tingfólk Sandoyar sýslu valdømi: 2 ting­ fólk Suðuroyar valdømi: 4 tingfólk Umframt hesi 27 tingfólk kundu 5 eykamandat útloysast. Frá tí at valskipanin varð broytt til hetta í 1978 til og við valið í 2004 vórðu altíð 5 eykamandat býtt út. Tey fullu soleiðis, sum atkvøður hjá flokkunum »lupu av«. Á valinum í 2004 fullu trý eyka­mandat í Suðurstreymoyar valdømi og tvey í Eysturoyar val­ dømi. Broytingin við nýggju skipanini frá 2008 við einum valdømi er, at øll í Føroyum nú kundu atkvøðu fyri einum hvørjum valenvi, hvar í landinum tey vóru. Nú verða vald 33 fólk á ting. Taka vit umboðanina á tingi júst í løtuni – átta landsstýrisfólk hava farloyvi úr Løgtinginum – so eru býtið soleiðis: Norðoyar valdømi: 5 tingfólk Eysturoyar valdømi: 7 tingfólk Norðstreymoyar valdømi: 2 tingfólk Vága valdømi: 1 tingfólk Surðurstreymoyar valdømi: 14 ting­fólk Sandoyar sýslu valdømi: 1 ting­ fólk Suðuroyar valdømi: 3 tingfólk Um so var, at landsstýrisfólkini ikki høvdu varafólk fyri seg á tingi, so var býtið eitt sindur øðrvísi. Fyri suðuroyartingmannin Hen­ rik Old og norð­oyating­kvinnuna Eyðgunn Samuelsen eru komin tvey fólk í Suðurstreymi. Aksel V. Johannesen og Rigmor Dam búgva bæði í Suðurstreymoy og fyri tey eru eisini komin tvey fólk í Suð­ urstreymoy. Fyri suðurstreymoyar­løg­ tingsfólkini Høgna Hoydal og Kristina Háfoss eru komin norð­ oya­tin­gmaðurin Pauli T. Pet­ersen og norðoyatingkvinnan Óluvá Klettskarð. Og fyri suð­uroyar­ting­ kvinn­una Sirið Stenberg er komin suð­ur­streym­oyar­ting­kvinn­an Bjørt Samuelsen. Hjá Javnaðarflokkinum er tað -2 til tingfólkini uttan fyri høvuðsstaðin, hjá Tjóðveldinum er tað +1. Hjá Framsókn er ein havnar­ ting­kvinna, Ruth Vang, komin inn fyri havnartingmannin Poul Michelsen. Endamálið við at gera Føroyar til eitt valdømi var millum annað at sleppa undan lokalpolitikki. Tað kann ikki staðfestast, at tað hevur eydnast. Tvørturímóti halda fleiri, at tað er vorðið nógv verri. Borgarstjórastríðið í løg­ting­ inum var at kalla ikki kent áðrenn 2008. Ein onnur grundgeving var, at fleiri kvinnur høvdu møguleika at verða valdar á ting við einum valdømi. Tað er sjálvandi trupult at prógva, at so er. Men nú eru fleiri kvinnur á tingi –  og fyri fyrstu ferð hava vit fulla javnstøðu í landsstýrinum. Taka vit eykafólkini, sum eru kom­in á ting fyri fýra menn og fýra kvinn­ur í landsstýrinum, so eru tey fimm kvinnur og tríggir menn.