hósdagur 17. november 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
Politikkur og umboðan
TEMA
SÓLVIT E. NOLSØ
A
llir flokkar uttan Framsókn
og Miðflokkurin hava lok
alfeløg, umframt at hava
eina landsnevnd. Ikki allir flokkar
hava lokalfeløg í hvørjum øki, men
teir stóru flokkarnir eru umboðaðir
í so at siga øllum landinum.
Eitt lokalfelag skal umboða
sín flokk í tí øki tey eru staðsett.
Uppgávurnar kunnu fevna um
nógv, men eyðsæð, at eitt lokalfel
ag gerst serliga aktivt í valtíðum.
Uppgávan at finna valevnir liggur
ofta á lokalfeløgum, tí tey hava
bestu kensluna av hvat rørir seg í
lokaløkinum og hvør hevur fræg
asta møguleika at sleppa inn.
Lokalfeløg eru eisini ímyndin
av flokkunum runt um í landinum.
Lokalfelagið er tað nærmasta, ið
veljarin kemur uppá flokkin og
umboðini hjá flokkum, stilla eisini
upp fyri sítt lokalfelag.
Í kjalarvørrinum av, at fleiri
viðmerkjarar, eitt nú fyrrverandi
løgmaður, Jóannes Eidesgaard,
sigur at flokkar nú eiga at rann
saka seg sjálvar eftir rokið í Tórs
havnar kommunu tá Heðin Mort
ensen bleiv koyrdur frá. Tí hava
vit spurt tvey lokalfeløg um teirra
støðu til málið. Um hvussu pol
itiska skipanin hevur tað og um
flokkar eiga at hyggja inneftir, fyri
at fáa eina broyting í mentanini, so
býráðslimir ikki kunnu seta eina
landsstýrissamgongu skákmát.
Símun Gullaksen: Eiga ikki
at góðtaka dupultmandar
Símun Gullaksen er formaður í
Fólkafloksfelagnum í Norðoyggj
um. Hann sigur, at tað er óheppi,
at lokal- og landspolitikkur verð
ur blandaður saman. Tað er hvør
sítt slag av politikki við hvør sín
um økjum, men alíkavæl kemur
ofta bland í .
Hjá okkum í Klaksvík nú, tos
aðu vit millum annað um fiski
vinnupolitikkin til kommunuvalið.
Tað er ikki eitt kommunalt mál, men
bleiv partur av valstríðnum, tí tað
hevur nógv at siga fyri okkum her
norðuri. Hetta hevur nokk vundið
uppá seg síðan tað eina valdømi
kom, sigur Símun Gullaksen.
Ein máti at loysa málið, sigur
Símun Gullaksen, er at forða fyri
at býráðslimir stilla upp til løg
tingsval og umvent.
Skal tú fáa loyst henda trupul
leikan, so mugu flokkarnir taka í
egnan barm og gera innanhýsis
reglar, ið skilir ímillum býráðsval
og løgtingsval. Tað vil siga, stillar
tú upp til býráðið og kemur inn,
so eigur tú ikki at stilla upp til
løgtingið, sigur Símun Gullaksen.
Summi hava funnist at, tað
flokskenslan er ikki líka sterk
sum hon hevur verið fyrr. Tað eru
nógv fleiri, ið hava lættari við at
seta sín flokk í eina trupla støðu
og í ringasta føri, um tú er ósamdur
við flokkin, so skiftir tú flokk. Tað
eina valdømi hevur sett størri krøv
FLOKKAR MU
META UPPSTI
Símun Gullaksen og Hans Pauli
Strøm mæla báðir til, at flokkar
gera broytingar í samband við
uppstillingar til val. Skilnaður
eigur at verða gjørdur millum
lokal- og landspolitikk. Teir
eru tó ósamdir um valevnir
skulu stilla upp til bæði valini
Lokalformenn:
Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtings-
og landsstýrismaður, mælir til at broyta
vallógina, men ikki at nokta býráðslimum
at stilla upp til løgtingsval