Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 15 GU EFTIR­ LL­INGAR til tey einstøku valevnini yvir­fyri teirr flokki, sigur Símun Gullak­sen. Tú risikerar nógv meir í dag við at úttala teg. Fyrr hevði tú eitt lokalt øki at hugsa um og tú tillagaði teg eftir tí. Nú verður hvørt orð vigað allastaðni og hvat tú sigur í Klaksvík kann ávirka valið á Tvøroyri. Tað vil siga, at floks­disiplinum má verða sterkari í og við , at ein má hugsa um alt landið, heldur enn bert títt egna øki. Tó er vert at leggja merki til andsøgnina í tí, at fleiri skifta flokk í dag enn fyrr, sigur Símun Gullaksen, ið sigur, at lokalfeløg mugu tryggja sær valevnini betur áðrenn tey stilla upp, at tey eru fest í floksins grundsjón. Hans Pauli Strøm: Kunnu ikki lóggeva ímóti uppstilling Hans Pauli Strøm er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin. Hann er ikki uppstillaður í politikki long­ur, men er framvegis aktivur í politikki umvegis lokalfelagið hjá Javn­ aðarflokkin í Norðstreymoy, har hann situr sum næstformaður. Hans Pauli Strøm sigur, at tað eru flokkarnir, ið eiga ábyrdina av at broyta skipanina, um nøkur broyting skal fremjast og sleppast skal undan tilvildarligum og opport­unistiskum kaospolitikki sum Hans Pauli Strøm málber seg. Tá áliggur ein partur av ábyrgdini eis­ini á lokalfeløgum. - Lokalfeløg mugu á best møgu­ligan hátt tryggja sær, at teirra valevni hava kjøl­festi í floksins politisku grund­sjón­ar­ miðum, heldur enn at val­evnis­ listar verða fyltir støðu­leysum opportunistiskum atkvøðu­fisk­ar­ um, sigur Hans Pauli Strøm Hóast Hans Pauli Strøm metir, at hóast broytingar eiga at fremjast og flokkar skulu hugsjónarliga tryggja síni valevnir, so heldur hann ikki, at tað er rætt at nokta kommunustýrislimum at stilla upp til løgtingsval. Sjálvur haldi eg ikki, at tað á nakran hátt skal forðast komm­ unu­stýrislimum at stilla upp og verða vald í løgtingið. Fólk sum stjór­ar, fjølmiðlafólk. læknar, lær­ arar, politistar, fakfelagsfólk og onnur í sentralum størvum eru oftari enn onnur at síggja og hoyra í fjølmiðlunum og hava lættari við at vinna sær alment umdømi enn onnur, sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm sigur víðari, at eftir tað eina valdømi kom ígjøg­num í 2007, hava alt fleiri brúkt kommunustýrini sum eina lop­fjøl inn í landspolitikk. Hans Pauli Strøm heldur ikki, at tað í sær sjálvum er óheppi. - Hetta kann verða ein góð skúl­ing til tað álvarsliga almenna polit­iska starvið sum løgtingsfólk, heldur enn onkur tilvildarlig rakett úr onkrum stjórastóli ella úr popp­ uta kendisheiminum, sigur Hans Pauli Strøm. Símun Gullaksen er formaður í Norð­ oya Fólkaloksfelag. Hann mælir til at somu valevnir ikki stilla upp til bæði kommunu- og løgtingsval