Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 NÚ MUGU POL RANNSAKA S Politikkur og umboðan TEMA ÁKI BERTHOLDSEN – Hetta má enda við eini uppgerð, har greið støða verður tikin til, um politikarar skulu sleppa at vera bæði borgarstjórar og løg­tingslimir, samstundis. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, politiskur eygleiðari. Hann sipar til tað, sum er hent sein­ astu tíðina, har løgtingslimir, sum eisini eru borgarstjórar, hava havt lyndi til at tvinna bý­ráðs­politikk og landspolitikk, sam­an. Seinasta dømi um hetta er eftir komm­unuvalið í Havn, har Heðin Mortensen varð feldur sum borgarstjóri, tí at Fólkaflokkurin leyp frá eini avtalu um at sitandi samgonga í býráðnum ímillum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin, og Sambandsflokkin, skuldi halda fram. Tá hótti Heðin Mortensen við at hetta kundi fáa avleiðingar fyri samstarvið í samgonguni í Løgtinginum, Men vit hava eisini onnur dømi um tað. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu hevur ver­ið bæði borg­arstjóri, og løg­tings­maður, ísenn. Og á valfundi í SMS uppundir kommunu­ valið, duldi hann ikki fyri, at hann brúkti ting­sessin at fáa ávirkan. Tað var ímeðan hann var tingmaður, at ein skipan fekst fyri røktarheim­ið á Mørkini, har landið læt ein part av byggikostnaðinum í stuðuli. Hann er vísur í, at var hann ikki í løg­tinginum, var tann skipanin aldrin komin, tí hetta var fyrstu ferð, hon varð roynd og hon er nú fyrimynd fyri aðra bygging av sama slagi. Samstundis staðfesti eisini Heðin Mortensen, at orsøkin til at hann stillaði upp til Løgtingið, var, at Tórshavnar Kommuna var for illa umboðað í Løgtinginum. Hann segði, at eitt úrslit av, at hann er tingmaður, er, at Tórshavnar Kommuna fekk loyvi til at byggja Tórshavnar Havn út. Óheppin samanblanding Jóannes Eidesgaard heldur, at hendan samantvinningin av bý­ráðspolitikki og landspolitikki, er óheppin, tí tað er hvør sítt. Hann heldur nevniliga ikki at tað er rætt at lata eitt samstarv í Løgtinginum ávirkast av eini støðu í einum komm­unu­ stýrið, ella øvugt. – Hetta hevur ført til »ekstremt« keðiligar støður, sum hann tekur til. Tí heldur hann, at ein avleiðing av tí, sum er hent, má vera, at greið støða verður tikin til, um pol­it­ik­arar yvirhøvur skulu sleppa at vera borgarstjórar, og vera løgtingslim­ir, samstundis. Hann staðfestur, at hann er av­gjørt ikki talsmaður fyri at skerja fólka­ræð­ isligu rættindini hjá fólki á nakran hátt. – Fólkaræðið skal vera so opið og ótarn­að, sum tilber, sigur hann. Tí heldur hann, at tað eru fyrst og fremst teir einstøku flokkarnir, sum eiga at taka málið upp. – Eg vildi mett, at ein avleiðing av tí, sum er hent, má verða, at hvør flokkur sær, tekur støðu til um tey vilja loyva sínum umboðum til at vera bæði borgar­ stjóri, og løgtingsmaður ísenn. Eitt vandamál Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at hetta er eisini ein spurningur um, hvussu at teir einstøku flokkarnir býta tey politisku størvini, teir hava vunnið, ímill­um pol­itikararnar. – Tað er ein andsøgn, at flokk­ar lata nøkur fá umboð sita á øllum politiskum størvum, flokkurin hev­ur vunnið, heldur enn at býta tey sundur ímillum fleiri politikarar. Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at tað hevði avgjørt styrkt flokk­arnar at teir fingu fleiri virk­nar politikarar, held­ ur enn bara at hava nakrar fáar. – Tað er betri fyri ein flokk at hava fleiri politikarar, heldur enn at lata nøkur fá sita á øllum størvum - og kanska eru ikki meiri enn hálv nakrastaðni. – Tað er eitt vandamál fyri flokk­arnar, at teir hava nakrar fáar, professionellar politikarar, sum sita á øllum størvum, tí ov fá sleppa at vera virkin. Munur á Jóannes Eidesgaard heldur, at ein stórur vandi er, at slíkir pol­itikarar eru nettupp ikki serliga professionellir, tí ongin klárar at røkja fleiri fulltíðarstørv. – Eitt starv sum løgtingsmaður er so krevjandi, at skal tað røkjast til fulnar, er tað ríkiligt til eitt full­tíðarstarv. Hann heldur, at tað er sjón­ligt, at teir politikarar, sum eru ting­fólk burturav, eru professionellari enn tey, sum bara hava tingarbeiðið sum parttíðarstarv. – Tey, sum eru tingfólk burt­ur­av, eru betri fyrireikað enn hini enn teir, sum hava fleiri størv, hevur hann lagt merki til. Tí heldur Jóannes Eidesgaard eisini, at hetta er ein spurningur, Løgtingið kanska sjálvt kundi tikið upp við tí endamálið at fáa lóg­gávuarbeiðið upp á eitt hægri stig. – Í roynd og veru er Løgtingið arb­ eiðs­gevari hjá løgtingslim­unum. Og ein og hvør arbeiðsgevari, sum rindar sínum starvsfólkum eina hampiliga løn, hevur eisini rætt til at seta ávís krøv til síni starvs­fólk. Og hann ivast ikki í, at ting­arbeiðið kann lyftast upp á eitt hægri stig. – Er tað lønin, sum er ov lág, er at hækka hana, og so at krevja afturfyri, at løgtingsarbeiðið er fulltíðarstarv. – Tað er avgjørt eitt kjak, sum er vert hjá Løgtinginum at taka, heldur Jóannes Eidesgaard. Ein avleiðing av tí, sum er farið fram í seinastuni, má verða, at greið støða verður tikin til, um politikarar skulu sleppa at vera løgtingslimir og borgarstjórar ísenn Í roynd og veru er Løgtingið arbeiðsgevari hjá løgtingslimunum Jóannes Eidesgaard