hósdagur 17. november 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
18
VANDAMIKIÐ HA
– KÆRKOMIÐ H
Í BÝIN
15 ára gomul sleppa inn í REX
– REX, ið liggur oman á Havnar
Bio, hevur nú lækkað aldursmarkið
heilt niður í 15 ár. So nú sleppa
ung undir drekkialdrinum
eisini at fáa eitt stað í býnum
HEIÐRUN HAMMER ERLINGSSON,
STARVSNÆMINGUR Í SOSIALINUM
R
EX fer tó ikki at selja
rúsdrekka, tí teir fyri
einum mánaði síðani
søgdu skeinkiloyvið
frá sær. Fyrsta roynd teirra
við diskoteki fyri ung verður
leygardagin 3. desember, har
kendi danski sangarin, Blak,
kemur at framføra.
Eigarin av REX, Rúni Djur
huus, heldur hettar er eitt sera
gott hugskot, tí tey ungu leingi
hava manglað eitt stað at vera í
býarlívinum. Hann heldur eisini,
at REX er ein góður møguleiki
fyri hettar, tí nú kunnu tey ungu
vera meira trygg, tá tey fara út
í býin undir eftirliti av vaktum
og starvsfólki í REX.
Tó hava ymsar meiningar
verið um hettar nýggja tilboðið
fyri ung, sum REX er komið við.
Summi eri sera glað fyri at ung
endiliga hava fingið eitt stað at
vera í býarlívinum, so tey ikki
longur vera noydd, at halda
til úti á gøtuni. Meðan onnur
halda hettar fer at hava við
sær, at fleiri ung fara at nýta
rúsdrekka, nú tá tey fáa leysari
teymar og fleiri møguleikar at
royna seg í býarlívinum.
Vit spurdu eigarin, Rúna
Djurhuus, um, hvussu REX
framyvir fer at fyrihalda seg
til ung og rúsdrekka í teirra
diskoteki.
– Vit hava einki skeinkiloyvi
í REX longur, so einki rúsdrekka
verður selt frá okkum. Tó kunnu
vit einki gera við, um ung koma
ávirkað inn í okkara høli, sigur
hann.
Spurdur um tey so blanda
seg upp í, um ung drekka inni
í REX svarar hann.
– í REX hava vit strangar
reglar um, at tað ikki er loyvt
at taka glasfløskur inn við.
Annars blanda vit okkum ikki
upp í, hvat tey ungu gera. Hettar
er hundrað prosent upp til
foreldrini, sigur Rúni Djurhuus.
Eisini hava vit spurt teir
ymsu partarnar í málinum, hvat
tey halda um tað nýggja tilboðið
hjá REX.
Næmingar í 9. flokki úr
Skúlanum á Fløtum, Skúlin
við Løgmannabreyt og Eystur
skúlanum hava sagt teirra
meining. Eisini hava umboð fyri
SSP og ein lærari sagt frá teirra
sjónarmiðum um evnið.
Rex letur
upp fyri ung
dóminum
Voxpop:
Tey flestu ungu eru fe
– Skeivt at loyva rúsdrekka
Heiðrun M. Isaksen,
9.flokkur, Skúlin á fløtum
-Tað er fínt, at okkurt verður gjørt
fyri, at ung hava eitt stað at fara,
nú tey allíkavæl eru í býnum.
Eg haldi tó, tað er skeivt at lova
teimum inn við rúsdrekka. Um tú
lovar teimum inn uttan, so verða
tey avrúsað aftan á eina løtu, og
tað haldi eg hevði verið fyri teirra
besta. At tað er akkurát REX sum
hevur opnað dyrnar fyri ungum,
haldi eg ikki er gott, eftirsum tað liggur mitt í býarlívinum og
millum øll tey eldru fólkini, sum ganga í býnum.
Eg vænti, at hettar kann fara at vera ein glíðibreyt ímóti, at
trýst verður lagt á politikararnar at lækka drekkialdurin eins og
í Danmark. Tað haldi eg ikki vera gott, tí vit eru í alt ov ungum
aldri at byrja at drekka, og hettar fer at hava tí skeivu ávirkanina á
ungdómin.
– Skapar tryggari karmar
Jonna Maria Tróndardóttir, 9.flokkur, Eysturskúlin
-Eg haldi tað er gott, at man nú
fær eitt stað fyri ung. Vanliga tá eg
og vinfólkini fara í býin, er einasti
møguleiki okkara at ganga úti á
gøtuni, hettar riggar fínt, men tað
var sera keðiligt, tá tað er ringt
veður, og har aftur at kann ein
koma sera illa fyri, um ein t.d. dettur
av, úti í kuldanum millum bilar og
fremmandafólk. Tí haldi eg hettar
tilboðið hjá REX kemur væl við, fyri
tað fyrsta er tað gott at vit ungu fáa ein møguleika at vera ung og
at stuttleika okkum. Eisini haldi eg hettar skapar tryggari karmar
fyri ung sum ganga í býnum.
Tvørtur ímóti haldi eg ikki, at hettar er til vanda fyri ungdómin,
tí at drekka er eitt persónligt val hjá tí unga og foreldrunum, og
kemur ikki undir ábyrgdina hjá REX. Eg eri bara sera glað, at tað
endiliga verður gjørt pláss fyri okkum í býarlívinum.
– Gott tað
eisini er rúm
fyri okkum
Jóan Pauli Paturson, 9.
flokkur, Skúlin á Fløtum
-Eg haldi, at tað er deiligt at
verða har, tí at vit ungu sleppa
ikki inn so nógva aðrastaðnis,
sum tey eldru, og tað er
sjálvsagt, hví vit ikki sleppa.
Men tað er ótrúliga stuttligt,
at tað nú eisini er pláss fyri
okkum.
Eitt annað gott við, at REX
loyvir okkum ungu inn har
at ballast, dansa og hugna
okkum, er, at vit hava ikki so
nógva aðrastaðni at fara. Og
– Hesum hava
vit bíðað
leingi eftir
Andras Klein, 9.flokkur,
Skúlin við Løgmannabreyt
- Eg haldi, at hettar er nakað,
sum ungdómurin í Føroyum
hevur bíðað leingi eftir. Tað
er gott, at onkur hugsar um
okkum og ger okkurt fyri
okkara trivna. Samstundis
so fáa vit tryggari karmar
fyri ungdómin, sum gongur
í býnum. Nú hava tey
onkrastaðni at fara, har tey
kunnu kenna seg trygg, av tí at
har er vaktir, ið halda eyga við
teimum.
Og eg haldi ikki, at hettar
fer at geva fleiri ungum
íblástur at drekka, men fer at