hósdagur 17. november 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
19
ALDA SUMMI
ALDA ONNUR
Rúni Djurhuus, Eigari av REX
Fyrst er at viðmerkja, at talan
í fyrsta umfari bara er um eitt
einstakt royndarkvøld.
Støðan er tann, at vit fyrr
hava havt líknandi tiltøk í REX.
Vit hava ongantíð skonkt til
slík tiltøk, og fara tað ongantíð
heldur. Tá hava vit boðað frá, at
tað ikki hevur verið loyvt at hava
rúsdrekka við inn yvirhøvur.
Avleiðingin av hesum hevur
hvørja ferð verið, at tey ungu
hava sitið í urtagørðum runt um
klubbabygningin og drukkið.
Hetta hevur sjálvsagt órógvað
eigararnar av urtagørðunum
heilt nógv, tí larmurin og
upptakið hava verið umfatandi.
Hetta hevur so viðført
bæði klagur frá grannunum
og hóttanir frá býráðnum um
at taka skeinkiloyvið hjá REX
innaftur. Hetta ynskja vit tí ikki
at royna aftur. Vert er í hesum
sambandi eisini at nevna, at
peningaliga er eitt slíkt kvøld
ikki nakað gullnám hjá okkum,
havandi í huga at ongin barrsøla
er.
Onki er at ivast í, at tey ungu,
sum fara í býin og ætla sær at
drekka, fara í býin óansæð um
vit hava opið ella ikki. Og tað at
tey møguliga ikki sleppa inn til
okkara við rúsdrekka fer einans
at viðføra drekking uttanfyri
onkrastaðni, eins og nevnt
omanfyri.
Vit hava tí hildið tað verið
eitt betri tilboð enn seinast,
sum eina roynd at boða frá,
at tey ungu ikki sleppa inn til
okkara við glasfløskum. Restin
má so vera upp til teirra. Á
tann hátt tryggja vit, at tey
ungu, sum koma inn til okkara
og kanska drekka inni í Rex,
allatíð eru undir umsjón av
okkara professionellu vaktum,
sum hava drúgvar royndir
við at ansa eftir ávirkaðum
fólki. Hetta meta vit uttan iva
vera betri, enn at tey ungu
sita í urtagørðum og skotum í
miðbýnum og drekka, uttan at
nakar ansar eftir teimum.
Tá alt kemur til alt, meta vit
ikki, at tað er okkara ábyrgd
at syrgja fyri, at tey ungu ikki
drekka. Hesa ábyrgd hava bara
foreldrini og tey ungu sjálvi.
Um foreldrini ikki vilja hava
tey ungu at drekka, kunnu tey
bara nokta teimum at fara út. Tí,
sum nevnt, tey ungu, sum vilja
drekka, gera tað óansæð, um vit
hava opið ella ikki.
Tað, tey drekka, fáa tey ikki -
og fara heldur ongantíð so leingi
sum tey eru undir 18 ár at fáa
- frá okkum.
Um tey fáa tað frá sínum
vinfólkum, so høvdu tey eisini
fingið tað í urtagørðunum
rundanum.
Tað einasta vit bjóða teimum
er eitt stað at vera inni og hugna
sær í undir tryggum kørmum
við eftirliti í staðin fyri at
lata tey reka fyri vág og vind.
Hetta dugi eg ikki at síggja
trupulleikan í.
Vit geva
teimum ungu
tryggleika
Voxpop:
Tey vaksnu
ikki fegin
– REX arbeiðir í móti okkum
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi
– Eg og annars vit øll í SSP eru sterkt ímóti,
at REX nú hevur lækkað aldursmarkið. Tí
hetta fer at gera, at ballingar lívið verður sett
á dagsskránna, her at merkja, at við tí nýggja
“møguleikanum” tey ungu hava fingið, so fer
tað heilt klárt at vera fleiri ung, sum koma inn
í REX ávirkað, og tey sum ikki koma ávirkað,
verða so undir stórum bólkatrýsti at drekka har inni. Hettar er alt
tað vit í SSP standa ímóti, okkara mál er jú at fáa tann aldurin, har
fólk byrja at drekka so høgan sum gjørligt. REX fer so tvørtur ímóti
at hjálpa hesi søk, tí rúsdrekka verður nú gjørt meira “in”, enn tað
var áðrenn.
– Átti at verið uttan rúsdrekka
Torfinn Højgaard, Lærari á Skúlan á Fløtum
Í skúlanum hoyra vit javnan næmingar
kjakast um, hvussu veitslurnar í skúlanum
skulu vera. Nakrir vilja, at rúsdrekka skal verða
partur av veitslunum, meðan aðrir ikki tora at
siga teimum ímóti. Hetta kann sjálvsagt gerast
ein stórur trupulleiki, tí við at vera ímóti,
kunnu tey verða sett uttanfyri. Bólkatrýst er ikki ókent, og tí skulu
foreldrini, ella tey sum dagliga eru um børnini, tosa við tey, um tað at
ganga í býnum. Skúlin ger sítt, men foreldrini hava høvuðsábyrgdina,
og mugu tey fylgja við spyrja og stuðla teimum, um tey velja at fara
“í býin”.
Tey ungu hava rætt til at hava støð, har tey kunnu savnast um
vikuskiftið, men vit, sum eldri eru, mugu eisini hava rætt til at stuðla
og vegleiða soleiðis, at ungdómurin fær eina jaliga uppliving av at
samlast í býnum.
Sum SSP lærari haldi eg, at tað kann verða trupult at hava tey 15 - 16
ára gomlu saman við teimum, sum eru farin av 18. Tey 18 ára gomlu
hava aldur at keypa og nýta rúsdrekka, og vit vita, at vikuskiftini í
Havnini fara ikki stillisliga afturvið borðinum. Royndir hava verið at
hava dans fyri hesum aldursbólki, men tað hevur ikki hepnast væl,
og tí er tað vorðið av ongum. Skal tiltakið í REX eisini umfata tey 15
ára gomlu, má tað verða uttan rúsdrekka, er mín meining.
egin
gera tað nógv tryggari fyri
tey, sum longu drekka. Har
afturat skal eg minna á, at
REX ikki er ein barr longur,
men eitt diskotek. So eg haldi
absolutt, at tað er tíð hjá
teimum vaksnu at vakna og
minnast, at tey eisini einaferð
hava verði ung, nú er tað
okkara tørn so lat okkum nú
brúka hendan møguleikan,
at skapa minnir og stuttleika
okkum.
tað er fínt, at vit fáa eitt stað
fyri okkum sjálvi, so vit ikki
noyðast at blandað okkum við
fólki, sum eru nógv eldri enn
vit.