hósdagur 17. november 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
20
HILMAR JAN HANSEN
T
á eg í 1987 varð spurdur,
um eg vildi koma upp
í Lions, tók eg ikki av
beinanvegin. Eg minnist,
at eg hevði onkrar fordómar um, at
tað vóru bara stjórar av ymiskum
slagi, yvirlæknar, heilsølumenn og
sovorðnir, sum vóru við í Lions, og
tí hevði eg sum bara ein vanligur
lærari einki at gera har. »Hatta eru
tey fínu fólkini í Havn«, minnist eg,
at eg hugsaði.
Soleiðis greiðir Niels Nattestad,
vanliga róptur Natti, frá sínum
fyrsta sambandi við Lions Club
Tórshavn, sum í morgin hátíðar
heldur sín 50 ára dag við móttøku
í Müllers Pakkhúsi millum klokkan
14 og 16 og veitslu fyri limum og
innbodnum um kvøldið.
Vit sita í hugnaligu loftsstovuni
í heiminum, sum hann og konan,
Oddvá, hava í Birnugøtu ovarlaga
í Havnini, og úr hesum høga stovu
vindeyganum sæst oman yvir tað
nógva av Havnini.
– Eg visti tað um Lions, sum tey
flestu mundu vita, at klubburin
skipaði fyri túnadansi í gamla
kommunuskúlagarðinum og eisini
hevði fiskikappingina »Hvør fjøl
á flot«. Eisini visti eg um onkran,
sum var limur, men nógv meira enn
tað var tað ikki, so eg sá slett ikki
meg sjálvan sum ein møguligan
lim, sigur hann.
– Men Heðin Mortensen, sum
bað meg um at koma uppí, gekk á
meg, so eg at enda boygdi meg og
tók av, eftir at Oddvá og eg høvdu
tosað saman um tað. Tað er jú
soleiðis við Lions, at har kanst tú
ikki melda teg inn, men mást verða
biðin um at koma uppí, so í 1987
bleiv eg sum 40 ára gamal limur í
Lions Club Tórshavn, og har havi
eg so verið síðani.
Oddvá, sum akkurát hevur
skont okkum ein góðan kaffimunn
og sett eitt fat við heimabakaðum
á lítla sofuborðið, minnist eisini
hvussu tað var, tá Natti fekk fyri
spurningin:
– Ja, hann var eitt sindur skept
iskur, tí hann helt seg ikki passa
inn, men eg helt hinvegin, at tá
hann nú var spurdur og talan
var um ein felagsskap, ið hjálpir
øðrum, skuldi hann royna. Var tað
einki fyri hann, kundi hann bara
fara útaftur, sigur Oddvá, ið eisini
sjálv beinanvegin fall øgiliga væl
til sum »lionessa«, ið kvinnurnar
hjá Lions-monnunum verða róptar.
– Eg fann skjótt útav, at eg fekk
nógvar vinkonur, tí har kom eg at
kenna nógvar aðrar kvinnur, sum
eg kanska annars kanska ikki hevði
komið at kent, og talan hevur verið
um varandi vinarlag, so eg havi
eisini altíð kent meg vælkomna í
Lions. Ta einu tíðina minnist eg,
at nakrar av okkum eisini sjálvar
komu saman til hugnakvøld.
Hvørt oyra útaftur
Bæði tvey siga við ein munn, at
hesi 30 árini við Lions hava verið
øgiliga góð og hava givið teimum
hópin av stórum upplivingum –
bæði burturi og heima.
– Fyri tað fyrsta vil eg siga,
at tað er ógvuliga spennandi og
áhugavert at sleppa at gera ein
mun í samfelagnum, tí Lions Club
Tórshavn hevur í hesi 50 árini verið
við til at savnað inn eina rúgvu av
pengum, sum so eru latnir útaftur
til alskyns góð endamál, ið bæði
fevna um einstaklingar, feløg og
onnur, ið hava brúk fyri tí. Til
samans er talan um einar ellivu
milliónir krónur, vit hava latið øll
hesi árini, sigur Natti.
– At vera við í einum felagsskapi
av sjálvbodnum monnum, sum
arbeiða fyri hesum góða endamáli,
hevur verið ógvuliga gevandi fyri
– Tað er ógvuliga spennandi og áhugavert at sleppa at gera ein mun í
samfelagnum, tí hesi 50 árini hevur Lions Club Tórshavn verið við til at
savnað inn eina rúgvu av pengum, sum allir eru latnir útaftur til alskyns góð
endamál, sigur Niels Nattestad, ið sjálvur hevur 30 ár á baki sum limur í Lions
SO LEINGI BRÚK
ER FYRI HJÁLP
ER EISINI BRÚK
FYRI LIONS
LIONS CLUB TÓRSHAVN 50 ÁR
Natti og Oddvá Nattestad í hugnaligu loftsstovuni við útsýni yvir Havnina. Hann
heldur í búmerkinum hjá norðurlendska samstarvsráðnum í Lions Club, sum hann fekk
broytt, so eisini føroyska, grønlendska og álendska flaggið sluppu upp í part
MYND: HILMAR JAN HANSEN