Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 21 sinnið og sálina, og hóast tú skalt vera boðin, fyri at sleppa upp í Lions, er vítt til veggja, tí hvørki politikkur ella átrúnaður eru á skránni, tá kjakið gongur, so her er pláss fyri øllum. Natti nevnir, at hvørt einasta oyra, sum kemur inn við teimum tiltøkum, Lions skipar fyri, fer útaftur til góðgerandi endamál, tí av teimum pengunum verður einki brúkt til umsiting. Tað, sum umsitingin kostar, fer hin­veg­in av limagjaldinum, sum lim­irnir í klubbanum rinda, og tað lima­ gjaldið er gott og væl ein hundrað­ krónuseðil um mánaðin. Oddvá leggur aftrat, at hóast hetta er ein klubbur fyri menn, so er avgjørt brúk fyri konunum eisini, tí øll kunnu rætta eina hjálp­ andi hond. – Eftir at Niels var farin upp í Lions, gjørdist eg skjótt greið yvir, at skuldi hann fungera optimalt, mátti eg standa aftanfyri og hjálpa til, og tað havi eg heldur ongantíð havt nakað ímóti. Millum annað plaga vit »lionessur« at vera við í fyrireikingunum til stóra advents­ tiltakið í Plantasjuni, tí tá hittast vit dagin fyri at gera dekoratiónir. Serliga hetta við, at alt er sjálvboðið, tiltalar meg so øgiliga nógv við Lions, sigur hon. – Og tað sigur nokk eisini eitt sindur um tann sosiala týdning, sum tað hevur at vera við í Lions, tí tú kemur saman við nógvum fólkum og upplivir nógvan hugna. Soleiðis hevur tað eisini verið, tá vit eru komin í samband við Lions- fólk aðrastaðni, so eg kann bara siga, at Lions hevur givið okkum báðum vinir fyri lívið. Eisini tey, vit hava havt nógv samband við í Danmark, eru líka blíð við okkum, tá vit koma niður, sum vit royna at vera, tá tey vitja her. Upplivað nógv Lions Club er ein felagsskapur, sum hevur sín uppruna í USA og næsta ár fyllir hundrað ár, og tað sæst eisini aftur í bygnaðinum, har klubburin skipar seg við einum formanni, ið fær heitið forseti og bara kann sita í eitt ár. Yvirhøvur er galdandi fyri flestu álitisstørvini í Lions, at tú situr í teimum í eitt ár. – Sjálvur sat eg sum forseti í Lions Club Tórshavn árið 1995/96, og tað var forsetin undan mær, Egga Jensen, ið bað meg til ta uppgávuna. Tað merkti so, at eg sat sum varaforseti árið fyri, at eg tók við, og tí kom eg eisini upp í nevndina. Eg minnist aftur á tað sum eina sera spennandi tíð, men nøkur ár seinni skuldi tað vísa seg, at enn fleiri og størri upplivingar bíðaðu, sigur Natti. Tað byrjaði við, at hann í 2009 bleiv økisformaður í Lions Club í Føroyum, sum er í eitt tvey ára skeið, og í tí sambandi kom hann við til fýra kabinetsfundir, sum eru niðri. Tað er soleiðis, at Lions Club í Føroyum er partur av einum donskum distrikti, sum kemst av, at Lions er skipað í distrikt og klubbar, har hvørt distrikt skal telja minst 35 klubbar og 1.250 Lions-limir. Tí eru Føroyar partur av einum av teimum trimum donsku distriktunum, sum nú eru. – Av tí at eg var niðri til hesar fundirnar, kom eg í samband við nógv donsk Lions-fólk, og tá mítt skeið sum økisformaður í Føroyum var um at vera úti, bleiv eg spurdur, um eg vildi vera distriktsguvernørur. Tað merkti, at eg fyrst skuldi vera annar vara­ guvernørur í eitt ár, síðani vara­ guvernørur, áðrenn eg triðja árið bleiv guvernørur, sum so fyri mítt viðkomandi var í 2013/14, greiðir Natti frá. – Tey bæði fyrru árini var eg við til eina útbúgving saman við hinum varaguvernørunum, so vit blivu kunnaðir um, hvat tað gekk út uppá, og tann vegin kom eg meira og meira inn í tað heila, so eg var væl skúlaður og klárur, tá eg tók við tann 1. juli í 2013. Tað hendi á eini risastórari kongress í Hamburg í Týsklandi, har eini 30.000 fólk vóru komin saman og har vit vóru 750 distriktsguvernørar úr allari verðini, ið skuldu útnevnast. Natti sigur, at hetta var bæði eitt spennandi og øgiliga strævið ár, og heilar trettan ferðir lætti hann úr Vágum og var niðri í tveir dagar og upp í tríggjar vikur út í eitt, tí hann skuldi á nógvar fundir og skuldi royna at vitja so nógvar av teimum 54 klubbunum í distriktinum, sum hann fekk. – Eg kláraði at vitja einar 30 av teimum, og teirra millum vóru allir teir fimm Lions-klubbarnir, sum eru í Grønlandi, og bara tað var eitt risastórt upplivilsi. Yvirhøvur var tað stuttligt hetta árið at koma í sambandi við so nógv fólk, og at vit har fingu nógv vinfólk, vit fram­vegis hava samband við. Saknar kvinnur Sum sagt, er Lions Club Tórshavn eitt ordans »mannfólkasamfelag«, tí hesi 50 árini hava tilsamans 103 menn – og bara menn – verið limir í klubbanum, men eisini har hava tingini flutt seg. Oddvá hevur hug at prika eitt sindur í hetta, meðan vit sita og práta. – Eg havi undrast á, at hetta eru bara menn, sum koma saman, tí tað mátti verið tiltrongt við einari hugburðsbroyting, nú vit skriva 2016. Tá nú menninir »verva« nýggjar limir, kundu teir eisini biðið onkrar kvinnur komið uppí, heldur hon og hyggur upp á Natta við einum lítlum skálkabrosi – og hann er eisini skjótur at svara: – Hatta hevur nógv verið tosað um leingi, men tað eru altso ikki meira enn 30 ár, síðani fyrstu kvinnurnar komu við í Lions Club. Og hóast vit ikki hava nakran kvinnu­ligan lim í Lions Club Tórs­ havn, hava vit hjálpt til við, at kvinnuklubburin Liljan er settur á stovn í Havn. Men annars eri eg samdur og síggi ongan grund til, at kvinnur ikki eisini skulu kunna vera limir, sigur Natti. – Hinvegin telist Lions Club Tórshavn við sínum yvir hálvt­ hundrað limum millum tríggjar teir størstu í danska ríkinum, so ein ella tvær kvinnur høvdu næstan ikki sæst aftur, men sjálvandi eigur at vera opið fyri kvinnum eisini, heldur hann. Spurdur, um Lions Club í aðrar mátar framvegis er ein tíðar­hósk­ andi felagsskapur, vísir Natti á, at ein trupulleiki, ið sæst niðri og aðrastaðni er, at limatalið minkar og trupult er at fáa nýggjar limir. – Vit hava ikki her í Havn havt tann trupulleikan, og eg haldi sjálvur, at tað er bæði spennandi og áhugavert at vera við í Lions, so eg kann ikki siga, at tíðin er farin frá tí. Vit stuðla og hjálpa bæði burturi og heima, og so leingi sum onkur hevur brúk fyri hjálp, er eisini brúk fyri Lions. HILMARJAN@SOSIALURIN.FO Í føroyskum klæðum og við Merkinum á stong lýsir Natti úr fjøldini av øðrum norðurlendskum Lions-monnum í paraduni í sambandi við kongressina í Hamburg í 2013 MYND: SVEND DUE MIKKELSEN Oddvá og Natti, beint áðrenn hon skræddi bláa merki av høgra jakkareversi hansara, sum merkti, at hann formliga var blivin distriktsguvernørur í einum av donsku distriktunum í Lions Club