hósdagur 17. november 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
Matgerð
TRANABERJA
TJÓÐHILD PATURSSON
V
økur skyggandi reyð tranaber. Tey lógu millum
alt hitt grønmetið í Keypsamtøkuni. Hvussu
kundi eg ikki keypa tey? Ah! So kann eg fara at
skriva um handan tranaberja sjeikin eg gjørdi Rannvá
ímóti bløðrubruna hinaferð.
Flestu okkara hava hoyrt at tranaberjasaft er góð
móti bløðrubruna. Fesk tranaber mugu væl vera enn
betur? Ja! Tað fari eg at skriva um! Men kann eg pá
standa at tað hjálpur móti bløðrubruna? Tað áni eg
einki um. Og eg havi ongantíð bløðrubruna, so eg kann
ikki kanna tað… Nå. eg keypi tey allíkavæl. Tey síggja
so vøkur út. Tranaberini.
Tveir dagar seinni: AVVVVV! Bløðrubruni…
Tey skyggjandi reyðu tranaberini lógu nú í kulda
skápinum sum eitt forbannilsi. Mundi eg havt fingið
bløðrubruna um eg ikki hevði keypt tey? Vilt tú pissa,
so vilt tú eyka illa tá ið tú nærkast WC’num. Tað kenna
vit. Fleiri okkara hava eisini roynt at fingið høvuðpínu
sama dag sum vit júst hava keypt tveir pakkar av Pan
odil. Ella hava fingið mánan (hetta er nýggja orðingin
fyri mánasjúku - tí tað er IKKI ein sjúka!) sama dag sum
vit hava keypt Ipren… Mundi eg hava fingið bløðru
bruna tí eg júst hevði keypt tranaber?
Aj, aj. Nú var bara at fáa sum best burturúr støðuni.
Gera ein góðan tranaberja sjeik og síðani leggja meg
í sofuna, balla meg væl, og bíða. Og pissa. Og drekka
meira. Og bíða. Og pissa. Og drekka meira. Og pissa.
Og bíða. Og pissa. Og bíða. Heppna eg at nýggja Donna
Hay-blaðið júst var komið inn um hurðina. Eg haldi
eina rúgvu av matbløðum. Fái næstan eitt um vikuna.
Heppna heppna eg. Ja, sjálvt tá ið eg havi bløðrubruna
haldi eg at eg eri heppin. Heppin um alt annað enn um
bløðrubrunan.
Nú, tríggjar dagar seinni er bløðrubrunin burtur.
Hvørt tað var tranaberja sjeikurin, alt vatnið eg drakk
ella bara tilvild, tað veit eg ikki. Møguliga hevði eg blivi
frísk óansæð - fyrr ella seinni. Men glað eri eg í øllum
førum - um pissið ið ikki svíðir. Og um vakra ‘Donna
Hay’-blaðið sum enn liggur á mínum borðið. Gott at
hava nógv at gleðast um.
Tveir tranaberja-sjeikar
- Til tvey fólk við bløðrubruna
Ella til tvey ið ikki hava bløðrubruna, men bara eru
smá svong
2 dl av feskum tranaberum
2 búnar bananir (frystar um tú vilt hava ein kaldan
sjeik)
1 nips av vaniljupulvuri
2-4 dl av vatni - alt eftir hvussu tunnur sjeikurin skal
vera ;)
Koyr alt í ein blendara. Blenda væl. Lat teg í einar
heitar ullintar undirbuksir, finn eitt lekkurt blað, set
teg í sofuna og drekk. Møguliga, møguliga ikki hvørvur
bløðrubrunin. Um ikki, ja, so verður dagurin í øllum
førum eitt sindur hugnaligari - bløðrubruna ella ei.
- Keypir tú panodil so fært tú høvuð
pínu, keypir tú tranaber so fært tú…?