hósdagur 17. november 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
23
A-SJEIKUR
Skemtisøga
og eitt preið um
hvat tú kanst gera við
restina av berunum
Einaferð var tað ein kona ið brukti ein heilan
pakka av tranuberjum (ja, hatta var skemtisøgan,
tí tað hendir ONGANTÍÐ! Uff, eg drap júst
skemtisøguna við at forklára hana, ha?).
Hahaha! Tey blíva BARA ikki uppi! Tað er avmarkað
hvussu nógvar tranaberja-sjeikar eg klári at drekka.
Preið: Tranuber smakka ógvuliga væl útyvir salat.
Men tey eru rættuliga súr og bittur, so eitt
sindur av søtum skal til. Tú kanst hita
tey á pannuni eina løtu við eitt
sindur av sukuri.
Annað ið kanska, kanska ikki,
hjálpur móti bløðrubruna
1. Drekk nógv vatn - Tað er forferdiligt at hava bløðrubruna, vilja pissa,
og einki hava at pissa. Av! Millum annað tí er gott at drekka nógv vatn.
Harafturat sigst at vatnið kann skola bakteriurnar úr bløðruni. So um
bløðrubrunin júst er byrjaður, ber møguliga til at sleppa undan at blíva
ordiliga sjúk, við at skola út beinan vegin.
2. Pissa ofta - Tað er týdningarmikið at pissa ofta. Gongur tú og heldur
tær, so kunnu bakteriurnar, økjast í bløðruni, og brunin gerst verri. So
sigst.
3. Hiti - Hiti hjálpur uppá pínuna. Lat teg í einar stórar ullintar
undirbuksir og hita eina hitapútu. Halt teg heita/n.
4. Ingifer te - Ja, tað tykist sum um ingifer te er bótin uppá alt ilt. Ingifer
virkar anti-inflamatoriskt. So verður tú troytt av at drekka tranaberja
sjeik og vatn, so kanst tú fáa tær ein góðan kopp av ingifer te. Fekst
ingifer, skorið í smáar bitar, og so heitt vatn útyvir.
Hvat ljóðar lekkrast?
Tranaberja smoothie
Tranuberja mjúksopi
Tranaberja shake
Tranaberja sjeikur
Tað var hon við bløðrubrunanum, Rannvá (Í veruleikanum eitur hon
ikki Rannvá. Eg gav henni dulnevni, tí eg visti ikki heilt um henni
dámdi at eg skrivaði alment um henna bløðrubruna), sum eg fyrst
hoyrdi brúka orðið ‘SJEIK’ fyri shake/smoothie. Fitt. Stuttligt. Mær
dámar tað bara væl.