Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 24 ÁRNI GREGERSEN S jálvt um mong enn siga, at tað ikki fer at eydenast at gera semju um eina nýggja fiskivinnuskipan, sum skal koma í gildi um eitt ár, so hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, ikki mist mótið. – Nei als ikki. Eg dugi væl at síggja fyri mær at vit kunnu fáa eina breiða semju um hetta mál, serliga eftir at eg havi havt fund við flokkarnar og í seinasta umfari við flokkarnar hvør sær, sigur landsstýrismaðurin. Sjálvt um tað enn er torført at fáa andstøðuflokkarnar at siga, at tey eru sinnað at møta sam­ gonguni, so ein semja fæst, so eru ábendingar um at ein semja kemur nærri. Tyngsti parturin at fáa uppá pláss er spurningurin um fiski­ rættindini. Her hevur samgongan sett sær fyri, at hetta skal gerast uppá marknaðarteytir og ikki sum nú. Hvat so uppskriftin uppá mark­ naðartreytir er, er ein spurningur, sum eisini verður viðgjørdur. Í størsta partinum av orða­ skift­inum er hetta yvirsett til upp­ boðssølu og mong hava tulkað tað sum eina uppboðssølu, har skip skulu keypa rættindir hvørja ferð tey fara at fiska. Nú er júst hetta við uppboðssølu niðurtóna so mikið nógv, at tað ber til fyri partarnar at tosa um viðurskiftini. Landsstýrismaðurin sjálvur sigur, at ein partur av hesum er tildømis at selja rættindir fyra 12 ella kanska sjey ár. Hetta er so ikki nakað, sum skal gjaldast frammaundan, men verður lagt inn sum eitt tilkfeingisgjald, sum tann sum keypir rættindini so skal gjalda, so hvørt fiskurin er veiddur og seldur. Júst hesin mátin at gera tað uppá fær størri vælvild enn ein beinleiðis uppboðssøla av loyvum, sum skulu gjaldast áðrenn fiskurin er fiskaður. Fleiri áhugafeløg hava eisini sagt, at hetta er ein loysn, sum kann brúkast í staðin fyri hina, hóast fleiri teirra kanska halda, at tað allarbesta hevði verið um tey, sum hava rættindini nú, framvegis sleppa at hava tey og so eisini fáa rættindi til at selja loyvini sína­ millum. Men er tað ein partur, sum samgongan heldur fast við, so er tað, at skulul oyvir seljast so ella so, so skal tað almenna standa fyri slíkum sølum. Politiskt verður ikki tikið undir við í samgonguni, at summi sleppa at selja eini rættindi til at fiska víðari, tí sum tað stendur í uppskotinum til lógina, so er tilfeingið í sjónum fólksins ogn. Fiskidagar ella kvotur Eftir fundirnar við andstøðu­ flokkarnar, hevur landsstýris­ maðurin gjørt fimm punkt, sum neyðugt er at fáa semju um. Hesi fimm punktini eru nevnd í álitinum, sum nýskipanarbólkurin handaði landsstýrismanninum. Umframt uppboðssølu – ella sum tað eitur – marknaðartilgongd, er eitt av punktunum spurningurin um vit framvegis skulu stýra fiski­ veiðuni undir Føroyum við einari fiskidagaskipan ella vit í staðin skulu fara yvir til eina kvota­skipan. Tasð kann ljóða eiinfalt at taka støðu til hendan spurningin, men uppfattanin av hvat er besta loysnin, er fullkomiliga ymisk millum fólk í vinnuni. Fleiri fasthalda í dag, at fiski­ dagskipanin, sum hevur verið virkin síðani 1994 er totalt mis­ eydnað. Prógvini – siga hesi – eru Eftir at hava havt fund við andstøðuflokkarnar hvør sær, heldur landsstýrismaðurin við fiskimálum ikki, at tað verður ómøuguligt at fáa semju um nýggja fiskivinnuskipan HØGNI IKKI MIST VÓNINA UM NÝSKIPAN AV FISKIVINNUNI POLITIKKUR FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur als ikki mist vónina um at fáa eina semju um nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap Bárður Nielsen og Sambandsflokkurin arbeiða við egnum uppskoti, sum verður alment í næstu viku