Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 25 støðurnar hjá fiskastovnunum undir Føroyum. Ongantíð í nýggjari tíð hava stovnarnir verið so illa fyri, sum nú – serliga tá ið hugt verður eftir hýsu og toskastonunum. Heldur ikki upsastovnurin er væl fyri, hóast støðan har er betri enn hjá toski og hýsu. Tey sum halda, at fiskidaga­ skipanin er betri enn kvotaskipanir, vísa á royndir aðrastaðni frá. Har er ein stórur trupulleiki, at tá ið skip raka í fisk, sum er ov ungur og ov lítil ella skipini fáa fiskasløg, sum tey ikki hava rættindi til at fiska, so verður hetta blakað útaftur. Tað vil siga, at fiskurin verður veiddur og dripin, men kortini ikki gagnnýttur. Hvat politiska skipanin velir av hesum báðum er ikki til at siga, men hetta er ein spurningur, sum semja kann gerast um. Burðardygg veiða Eitt annað av teimum fimm punk­ tunum er burðardygg veiða og røkt av fiskastovnunum. Hedtta er eisini eitt punkt semja kann fáast um, hóast ikki øll hava somu uppfatan av, hvat skilagóð stovnsrøkt er. Í politisku skipanini er spurn­ ingur fleiri ferðir rieitur um tey tøl, sum Havstovan kemur við og fyrst og fremst snýr hesin ivi um tølini at venda móti tí royndarveiðu, sum er gjørd á tí friðaða Føroya Banka. Skal ein menningarætlan gerast fyri stovnarnar, so er avgerandi neyðugt, at tey, sum skulu taka sær av hesum, fáa røtt tøl at arbeiða við. Útlendskur kapitalur Í ávísum tíðarskeiðum hevur tað verið soleiðis, at stórur partur av føroysku fiskivinnuni ikki hevur tjent pengar. Fyri at endurnýggja vinnutólin og fáa til raksturin, hava summi reiðarí so gjørt avtalur við út­ lendskar lánveitarar ella útlendsk reiðarí um peningastyrk so ela so. Í Flestu førum hevur talan verið um fígging til nýggj skip, men í øðrum førum er tað so, at útlendingar eru farnir inn og eru beinleiðis partaeigarar í skipum. Hetta kann ikki gerast bein­ leiðis, men slík feløg er sett saman á slíkan hátt, at sjálvt um tað ikki sæst beinleiðis í skjølum, sum almenn atgongd er til, so hava summir útlendingar ræðisrætt á føroyskum skipum. Politiskt er hetta nakað, sum skilir partarnar. Summi halda, at tað er gott og styrkjandi fyri vinnuna, at útlendingar gera íløgur í føroyska fiskivinnu. Men tað sum ongin heldur vera serliga gott er, um hetta verður gjørt soleiðis, at allur vinningur verður drigin av landinum til útlendskar eigarar. Hetta forðar fyri, at føroyska vinnan sjálv megnar at menna seg. Tað eru ikki eins útmeldingar frá øllum teimum politisku flokkunum um henan spurningin, men ongin ivi er um, at semja verður funnin um ein leisst, sum fer at gera hesi viðurskiftini meiraz gjøgnumskygd enn tey hava verið. Virðisøking Seinasti stóri spurningurin er um virðisøking. Fyri at tað skal gerast betri at búgva í Føroyum og fyri at vit framvegis kunnu hgava eitt væl­ ferðarsamfelag, so er nedyðugt, at vit fáa meira fyri okkara tilfeingið. Tað vil siga, at tað sum vit taka úr sjónum í so stóran mun, sum til ber skal virðisøkjast í Føroyum. Tað krevur, at fiskurin veðrur arbeiddur í Føroyum heldur enn í láglønarlondum og tað merkir eisini, at vit framhaldandi mugu virka fyri at betra okkara marknaðaratgongd. Nógv verður tosað um viður­ skiftini við ES. Hetta helst tí, at sum er gevur ES høgar prísir, men ES arbeiðir eisini fyri at fáa so nógva rávøruy inn um toll­ garðarnar, so hendan rávøran skapar arbeiðspláss. Føroyska vinnan hevur seinnu árini megnað at finna nýggjar marknaðir. Hetta er kanska fyrst og fremst galdandi fyri uppsjóvarfiskin og alifiskin. Men í báðum hesum førum er í stóran mun talan um fisk, sum ikki er serliga nógv viðgjørdur ella virðisøktur. Hyggur ein eftir, hvussu nógv virðið á einum fiski veksur frá tí hann er fiskaður til hann endar hjá brúkaranum, so er taðð mest smafelagsgagnligt um so stórur partur sum møguligt av hesi virðisøking endar í Føroyum. Tað gagnar ikki føroyska sam­ felagnum serliga nógv um tað eru útlendskar matverksmiðjur, sum vinna pening fyri góðsking, meðani vit framvegis levera rávøruna. Egið uppskot Landsstýrismaðurin við fiski­ vinnu­málum arbeiðir framvegis við at finna eina semju um, hvussu vit skulu skipa okkum, men hann er ikki einsamallur. Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt uppskot, sum tey fínpussa júst nú, men sum helst verður lagt fram í næstu viku. Eisini hinir flokkarnir arbeiða annaðhvørt við egnum uppskoti ella gera viðmerkingar til uppskotið frá landsstýrismanninum. Í fiskimálaráðnum eru em­bætis­ fólk farin undir at gera skitsur til, hvussu lógin skal síggja út. Ein lóg, sum fer at virka frá 1.januar 2018. Ætlanin er at forða fyri, at útlendingar hava ræðisrætt á føroyskum skipum og feløgum. Magnus Heinason ger fiskivinnukanningar, men ivi er viðhvørt sáddur um metingarnar frá Havstovuni.