hósdagur 17. november 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
26
TILTØK & NØVN
Í dag, fríggjadagin átjanda
november, eru tað 70 ár síðani, at
Alma Olsen varð fødd. Hon er ættað
av Toftum og hevur í meiri enn
hálva øld búð í høvuðsstaðnum.
Foreldrini vóru Maja og
Júst í Túni. Tey fingu átta børn:
Andrias, Alma, Hanna, Kristian,
Petur, Sanna, Símin og Marjun.
Alma og Hanna búgva í Havn, og
øll hini búgva á Toftum.
Tá ið hon var liðug við
preliminerskúlan á Glyvrum,
fór Alma til Havnar. Hon lærdi
skrivstovuyrkið á skattadeildini
og arbeiddi í fleiri ár hjá
landsgrannskoðanini. Nógvu
tey síðstu arbeiðsárini var hon
í Kringvarpinum, har hon við
góðum málsligum hegni og blíðu
medferðini yvir fyri kundunum
hevði við lýsingar at gera. Tað er
ikki frítt, at tað er saknur í kláru,
trivaligu og góðu røddini, sum
plagdi at vera at hoyra bæði í
útvarpinum og sjónvarpinum.
Í 1968 giftust Alma og
Heri á Lava. Eitt skifti búðu tey í
íbúð hjá verforeldrunum, Hannu
og Palla á Lava, á Ingutrøð. Fyrst
í sjeyti árunum fluttu tey í húsini
úti í Krosslíð, har tey myndaðu
vakurt og friðfult heim.
Børnini hjá Almu og
Hera eru Jóhanna, Marni, Andrias,
Høgni og Hanus, sum øll búgva í
høvuðsstaðnum.
Fyri nøkrum árum síðani
varð Heri raktur av alzeimer
sjúkuni. Nú er longu hálvtannað
ár síðani, at hann doyði bara 69 ára
gamal.
Tá ið maðurin varð sjúkur
og viknaði, var tað vakurt og
fyrimyndarligt at síggja, hvussu
væl Alma stuðlaði honum. Meðan
Heri framvegis orkaði, ferðaðust
tey nógv, tey vóru partur av
býarmyndini, tá ið tey gingu langar
túrar, og tá ið maðurin ikki longur
var førur fyri at vera einsamallur,
fór Alma úr arbeiðnum fyri fult og
heilt at taka sær av honum.
Alma hevur góðar sanggávur,
og tær hevur hon nýtt í
samkomuhøpi. Næsta ár verður tað
ein hálv øld síðani, at hon saman
við systrini Hannu gav plátu út.
Eitt er landið hinumegin og hinir
tríggir sangirnir vóru at hoyra
aftur og aftur í kvøðuljómunum,
og myndin á umslagnum av
systrunum í føroyskum klæðum
var so hendinga góð.
Mest sum alla tíðina, síðani
hon flutti til Havnar, hevur Alma
sungið í Ebenezer kórinum, og tað
ger hon framvegis. Í nógv ár hevur
hon eisini sungið í Triple trio í
Ebenezeer.
Gestablídnið,
trúfestið,
gávumildnið, ljósa sinnið og
hendinga
góða
hjartalagið
hava verið og eru eyðkenni hjá
føðingardagsbarninum. Alma
fevnir børnini, verbørnini og
ommubørnini, familjuna í breiðum
týdningi og so mong onnur. Hon
er fyrikomandi og blíðsnýðað, og
tað er einki at siga til, at tey eru
so mong, sum kenna hana at vera
kæran vin.
Góða
svigarinna!
Hjartaliga til lukku við degnum.
Tú ert so gott dømi um, hvussu
týdningarmikið tað er at hava
rætta hugburðin til lívið og
avbjóðingarnar á leiðini. Trúgvin
og álitið á hann, sum er Kletturin
og Lívið hevur verið og er
grundarlagið, sum tú hvílir á, og
sum ber. Takk fyri alt tað, sum tú
hevur verið og er fyri okkum og so
nógv onnur.
Jóannes
Alma fyllir 70
Guðstænasta sunnudagin
20. november
Vesturkirkjan kl. 11.00: Heri
J. Joensen. Kórið Ælabogin
luttekur. Sunnudagsskúli er undir
gudstænastuni.
Havnar kirkja kl 11.00. Sonja Klein
Hoyvík kl. 11, Bjarni Bæk
Kvívíkar kirkja kl. 12:00. Maria Jørð
dal Niclasen. Altargongd. Skrifta
mál kl. 11:50
Norðskála: kl. 17 messa Marjun
Bech og Emil Olsen.
Haldórsvíkar kirkja kl. 12, Bergtórur
H. Bjarkhamar.
Skála kirkja kl. 11: Símun Persson
Jacobsen og Rolf Gunnar Heitmann
– altargongd. Talvan gongur fyri
Norsku Ísraelsmissiónini.
Fríðrikskirkjan kl. 12. Lestur
Elduvík kl. 12.00, Marjun Bæk
Christianskirkjan kl.11.00 Marjun
Lómaklett
Gøtu kirkja kl 12.00. Gudstænasta
við altargongd. Ovi Brim
Árnafjørður kl.11.00 Hanus á
Gørðum
Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 12.00
Hvannasunds kirkja,
hátíðarguðstænasta, kl. 12.00.
Nýggja kirkjuhúsið í
Hvannasundi verður vígt.
Skopunar kirkja, kl. 12.00, Havstein
Klein. Familjugudstænasta.
Gentukórið syngur. Byrjað verður
við drekkamunni í Didehúsinum kl.
11.00
Hvalbiar kirkja kl. 12.30 Jónsvein
Bech.
Tvøroyri 11.00: Útvarpsguds
tænasta. Jens Mortan Mortensen
Matiné í Havnar kirkju
Leygardagin 19. november kl.
11.30 verður matiné í Havnar kirkju.
Kórið Sólarmagn úr Velbastað
fer at syngja. Kórleiðari er Fróði
Sandoy.
Samkoman Marknagil
Fjalsg.2, Tórshavn.
Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30,
sunnudagsskúli kl 12
Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt møti.
Mánakvøldið kl.20 bønar- og
uppbyggingarmøti.
Øll hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Fríggjamorgunin 18. november kl.
10-12 er Café í Ebenezer.
Leygardagin 19. november frá kl.
11.00 til kl. 14.30, vera tríggir
bíbliutímar í Ebenezer.
Sunnumorgunin 20. november kl.
11: Minnismáltíð Harrans.
Sunnudagin 20. november kl 12:
Sunnudagsskúli.
Sunnukvøldið 20. november kl. 18:
Evangeliskt møti.
Týsdagin 22. november kl. 17-19:
Frítíðararbeiði
Mikumorgunin 23. november kl.
10-12 møtast foreldur við børnum.
Mikukvøldið 23. november kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Hóskvøldið 24. november kl. 20:
Ungdómsmøti.
Hjartaliga vælkomin
www.Ebenezer.fo
Meinigheitshúsið í Havn
Sunnudagur kl. 14, Sunnudagsskúli
og Juniormøti (4. flokki), kl.
17.30, bønarløta, kl. 18, Møti v/
Jógvan Garðsá og Marius Múller,
evni: Dómarar og kongar í Gamla
testamenti
www.meinigheit.fo
Missiónshúsið við Landavegin
Sunnukvøldið møti kl. 18.00 v/
Gunnar Reynslág
Adventistakirkjan
Leygardagin 19. november 2016
Kl. 10 Sabbatsskúli: Sunneva
Guðmundsson
Kl. 11 Gudstænasta: Fritz Jager
City Church Tórshavn
Sunndag 20 november kl 11
morgunmøti. City Kids kl 11.45
Fríkirkjan Oasan
Sunnudagin 20. novembur
Kl. 11:00 Guðstænasta
v/Ragnhard Petersen
Kl. 12:00 Sunnudagsskúli
Mánadagin 21. novembur
Kl. 16:00 7up
Kl. 19:00 Bønamøti
www.oasan.fo
Kollafjarðar Missiónshús
Sunnudagur 20.11 kl 18:00 Møti
v/ Podasnæmingun úr Havn
Týsdagur 22.11
kl 19:30 Bønarløta
kl 20:00 Bíbiltími
Veri Hjartaliga Vælkoimin
Selatrað
Sunnudagin 20 nov. verður
sjómansmøti í missiónshúsinumm
kl.18.00 við
Torleifi Johannesen,
sjómanstrúboðara.
Drekka verður aftaná.
Øll eru vælkomin
Keldan, Skálafirði
Leygardagin kl. 20.00 AWAKE vid
Paula Høj
Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við
ymiskari luttøku. Barnamøti kl. 11
www.keldan.fo
Missións- og ungdómshúsið
á Glyvrum
Fríggjadagin 18. nov.
kl. 21:00 Ungdómsmøti
Rósalind Olsen talar
Evni: Samanhald
Leygardagin 19. nov.
kl. 15:00 og 17:00 Undirvísing
kl. 20:00 Møti
Rolf Gunnar Heitmann frá
Ísraelsmissiónini hevur undirvísing
og møti
Nærri kunning á israel.fo
Sunnudagin 20. nov.
kl. 16:30 Bøn
kl. 17:00 Møti, Christian Joensen
talar
Evni: Guð faðir, Guðs sonur
Týsdagin 22. nov.
kl. 20:00 Todos venur
Mikudagin 23. nov.
kl. 19:30 Bøn og Bíbliutími
Hósdagin 24. nov.
kl. 19:00-20:30 Junior fyri øllum í
5.-7. fl.
Veri hjartaliga vælkomin
Gøtu kirkja
Fríggjadagin 18. Nov kl 20.00.
Ungdómsgudstænasta. Ovi Brim
Mánadagin 21. Nov kl 14.00.
Demensgudstænasta. Ovi Brim
Leirvíkar missiónshús
Sunnudagin kl. 17 verður
familjumøti við Jónu Hansen.
Aftaná verður boðið til nátturða.
Kfum & K Klaksvík
Sunnudagin
Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Vit
syngja, hoyra bíbliusøgu, gera
aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum
aldri, foreldur, ommur, abbar, øll
vælkomin. Barnakórið venur aftaná
Kl.17.30 Bønarløta
Kl.18.00 Evnismøti. Barnaansing er
undir møtinum.
Kl.20.30 Ungdómsmøti
Øll hjartaliga vælkomin
G.G. Marknaðardagurin hjá KFUM &
K er leygardagin 3.dec kl.10.00
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 17.00 bøn
Sunnudagin kl. 18.00 møti við
Elisabeth Hvítklett Joensen
Frá Skopunar Missiónshúsi
VETRARSTEVNAN 2016 hjá
Missiónshúsinum Skopun verður í
døgunum 18.-20.nov..
Fríggjadagin 18.nov. KL:19:00
Talar Jóhan Petur Johannesen,
Sandoyar Mannskór syngur.
Leygardagin 19.nov. KL:19:00 Tala
og sangur v/teimum 5 úr Norð
streymi.
Sunnudagin 20 nov
KL:12:00 FAMILJU Gudstænasta v/
Havstein Klein presti. Barnakórið
syngur. Byrjað verður við morgun
drekka í Diduhúsinum KL:11:00
KL:18:00 talar Øssur Kjølbro,
Sangbólkur úr Klaksvík syngur.
ØLL møtini vera í KIRKJUNI.
Eftir møtini verður drekka, sang og
vitnimøti í Missiónshúsinum.
Leygar & Sunnikvøldi verður
innsavnan.
ØLL eru hjartaliga vælkomin.
»Í dag, um tit hoyra rødd hansara,
tá forherðið ikki hjørtu tykkara!«
Hebr.4,7
Takk fyri og Guds signing.
Gongufelagið: Risastova,
Reynavatn, Golfvøllurin
Sunnudagin 20. november verður
hesin túrur við Gongufelagnum:
Risastova, Reynavatn, Golfvøllurin.
Hetta er ein lættur túrur.
Vit fara við bussi av Bursatanga kl
10.00 sunnudagin
Minnist til at hava heit og góð
gonguklæðir við, umframt
matpakka og drekka.
Eldrafelgið Nón
Jólahugni verður 1. sunnudag í
atvent 27 nov. Í Sjókafeini kl 17.30
Kostnaður 250kr skal flytast í Eik
9181-1368925 Við jólakvøðu
Eldrafelagi Nón
Pensionistafelagið í Havn
Mikudagin 23. novembur kl. 19,00
verður fundur
í Losjuna.
Sune Joensen vísur dokumentarfilm
hann sjálvur
tók, av bakkaarbeiði í Skúgvi, fyri
meira enn 60 árum
síðan.
Formaðurin lesur brot úr
hugleiðingum eftir Suna
Joensen, um sama evnið.
Losjan í Havn
Tinghúsvegur 18
Fríggjadagur kl 15-18 hittast
tilkomin og eldri til hugna
Tilhaldið í Tórsgøtu 21
tel. 216627 og 216629
opið er mánadag – fríggjadag kl.
09 – 16 Teldupostur: tilhald@
torshavn.fo – Heimasíðan: tilhaldid.
fo
Drekkamunnur er til keyps og
dagbløðini tøk at lesa. VÆLKOMIN
Sunda Kommuna
Dagtilhaldið Blákollan
Opið er týsdag og hósdag frá kl 14
til 18
Øll eru hjartaliga vælkomin
Sorgarbólkur fyri vaksin,
ið hava mist ein kæran
Bólkurin møtist umleið 3.hvørja
viku. Áhugað kunnu venda sær til
bólkaleiðararnar.
Margret Mortensen tlr. 223456 og
Sigrun Heldarskarð 265432
Vitjunarvinir til Reyða Kross
Føroya
Bryggjubakka 2, Tórshavn
Um onkur hevur hug at verða
vitjunarvinur hjá Reyða Krossi,
eru til vælkomin at ringja til
fyriskiparar Eyrith tlf. 513784
ella Marin 284333, teldupost
eyrith@redcross.fo ella
marin@redcross.fo og redcross@
redcross.fo
Dagtilhaldið í Runavíkar
Kommunu
heldur til í hølunum hjá Nón á
Torvgøtu 2. í Runavík.
Opið er Mánadag - Hósdag frá kl.
14.00 til 17.00.
Ymiskt er at takast við, bløðini eru
til taks og ein góður drekkamuður
er at
fáa hvønn dag.
Hósdag kl. 14.30 - 15.30 er
fimleikur í høllini í Glyvra skúla.
Øll eru vælkomin.
90 ár
Leygardagin 19. november fyllir
Inga Beder 90 ár. Dagurin verður
hildin saman við familiuni.
70 ára føðingardagur
Mánadagin 21. november fyllir
Anfinn Johannesen í Dali 70 ár.
Dagurin verður hildin sunnudagin
20. november frá kl. 13 og úteftir í
Eiriksgarði í Dali. Øll eru hjartaliga
vælkomin.