hósdagur 17. november 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
27
Sunnudagin 20. november 2016
verður Marius Thomas Rein 75 ár.
Hann er havnarmaður í allar
ættir, tí hann skal heili 6 ættarlið
aftur at finna forfedrar, sum ikki
vóru úr Havn. Men sjálvur mundi
Marius endað sum kaldbaksmaður.
Á vári 1941 bumbaði týskurin
Havnarvág. Foreldrini, Jens
Pauli og Bette, sum hon varð
kallað, flýddu inn til Kaldsbaks
við børnunum, Eivindi, Áshild
og Lilljuni. Í november sama ár
skuldi mamman eiga barn. Jarðar
móðurin, hin kenda Frú Højgaard,
kom til Kaldbaks, men helt ikki tað
var ráðiligt at eiga harinni, so hon
sendi boð eftir doktarabátinum
Reyða Krossi. Tey í sjaskveðri til
Havnar, og komu akkurát inn á
sjúkrahúsið, har Marius varð borin
í heim. Familjan Rein fór ikki aftur
til Kaldbaks at búgva.
Foreldrini bygdu á Abbatrøð í
Havn. Pápin var Jens Pauli Rein,
sonur Bebbu av Tórgarði og
skiparan Marius Rein, og mamman
var Bette (Turid Elisabeth), sum var
einasta dóttir smiðin Tummas Arge
og konuna Rasminu.
Í 1949 flutti familjan av Abbatrøð
niðan á trøðna við Hoyvíksvegin.
Nú er alt avbygt har, men tá vóru
húsini sera fá. Har varð hildið at
vera sera vindhart, og tí vórðu
húsini bygd fram eftir jørð. Marius
gekk í barnaskúla hjá nonnunum.
Haðani fór hann oman í realskúlan,
har hann tók prógv í 1958.
Nógv lív var í skótarørsluni í
Havn í fimmti- og sekstiárunum.
Marius Rein kom upp í úlvaflokkin
hjá Skótaliði Sigmunds Brestis
sonar fyrst í fimmtiárunum. Skóta
legurnar vóru nógvar, t.d. í Fámjin,
Danmark, á Eiði og við Gjógv.
Skótarnir runnu á øðrum sinni
Tingakrossrenning úr Tjørnuvík
til Havnar í 1959. Marius var ein
teirra. Hann er framvegis virkin í
skótaliðnum 2. rovaraflokki.
Marius plagdi sum skúladrongur
at ganga mammubeiggjanum Niels
L. Arge til handa á verkstaðnum á
Kongabrúnni. Eftir realskúlan fór
hann til skyldmannin Hansmann
Tórgarð at arbeiða eitt skifti, og
seinni fór hann á Veðurstøðina. Í
1960 søkti útvarpið eftir teknikara,
og Marius bjóðaði seg fram. Hann
byrjaði 15. september. Tað er ikki
ov nógv sagt, at hann saman við
øðrum undangongufólkum var við
til at bróta slóð og menna nýggja
útvarpsmiðilin.
Í útvarpinum var hann fyrst
og fremst teknikari, og mong eru
hoyrispølini, skaldsøguupplestur,
samrøður, sangupptøkur og V4
sendingar, sum Marius hevur tikið
upp og snikkað til. Fyrsti leikurin,
hann var við til at gera, var Páll
Fangi. Hann varð sjálvur settur
at hava sendingina ”Tónleikur
fyri hálvvaksin”. Eisini ferðaðist
hann dúgliga til ítróttakappingar,
stevnur og aðrar hátíðir. Í 1967 fór
Marius niður til Danmarkar, har
hann var í starvi sum programm
teknikari hjá Danmarks Radio í góð
tvey ár.
Marius kom aftur úr Danmarks
Radio í 1969. Trý ár seinni var hann
partur av útvarpsmanningini, sum
segði frá spennandi og søguligu
olympisku leikunum í Munchen í
1972.
Í 1987 fór Marius nýggjar
leiðir. Hann fekk starv á nýggju
løgtingsskrivstovuni og varð
tilnevndur 1.tingskrivari. Hann
var millum annað fastur skrivari
hjá fíggjarnevndini til 1. februar
2003, tá hann tók yvir skrivara-
og ráðgevarauppgávur, ið við
víkja Norðurlandaráðnum og Út
norðurráðnum. Sum 70 ára gamal
gavst hann á løgtingsskrivstovuni
í 2011.
Marius Rein er framvegis ein
sera virkin maður. Síðan 2008
hevur hann verið deknur við
Havnar kirkju. Ofta verður heitt
á hann um at siga frá um gomlu
Havnina. Fleiri vetrar hevur hann
staðið fyri gongutúrinum “Við
Mariusi í býin”, sum Kvøldskúlin
skipar fyri.
Hann hevur tiltikið gott minni,
og er kendur fyri sína stóru vitan
um stórt og smátt. Onkur hevur
kallað hann fyri eitt reikandi
Wikipedia. Hann lesur nógv, lurtar
nógv eftir øllum norðurlendskum
út-og sjónvørpum og minnist
avbera væl. Góða minnið og stóra
vitanin kom væl við, tá ið hann
farna vetur tók lut – og vann
- spurnarkappingina hjá Kring
varpinum “Á Qvistinum”.
Marius Rein er giftur við
Kristianu Rein, fødd Nielsen. Í
fjør hátíðarhildu tey gullbrúdleyp.
Marius og Kristiana eiga trý børn:
Dánjal (1966), Janus (1974) og Onnu
(1978). Ommu- og abbabørnini
eru fimm í tali: Tummas (1994),
Kristianna (2011), Marius (2014),
Sigga (2014) og Pól Jóhannes (2015)
75 ára føðingardagin hátíðar
heldur Marius Rein við sínum
nærmastu.
Vinfólk
Kendur havnar
maður 75 ár
27. oktober fingu Fríða Jeanne Petersen og Esmar Petur Petersen,
Kollafirði, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4150 gr.
Á myndini sita beiggjarnir (frá vinstru) Jonn Bjarni, Regin og Julian
undir didduni :)
7. november fingu Alex José dos Santos og Klara Petersen, Fuglafirði,
ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3500 gr.
14. okt fingu Margit B. og Jóhan Ziskason, Hoyvík, hesa fittu didduna.
Hon var 54 cm long og vigaði 3750 gr.
20. september fingu Vima og Bjarti Nattestad eina dóttur. Hon vigaði
3760 gr og var 52 cm long. Her sita syskini Milja, Ranja og Filip við
lítlu Arinu.
Føðingar
Brúdleyp
Leygardagin 19. no±vember 2016
giftast Josa Saranja Elma Hammer
og Rói Snorrason bæði úr Havn.
Vígslan verður í Havnar Kirkju 19.
november kl. 13.00. Veitsla verður
fyri innbodnum í samkomuhøllini
í studentaskúlanum í Hoydølum
kl. 18.30.
70 ára føðingardagur
19. nov. fylli eg 70 ár, føðingar
dagurin verður hildin heima á
Leitisvegi 76, Saltangará frá kl. 11 -
18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ragnhard Hansen
70 ára føðingardagur
22. november verður Christopher
Ripley 70 ár. Dagurin verður hildin
19. november í Irish Pub kl. 10–15
(brunch). Øll eru hjartaliga væl
komin.