Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 28 SIÐSØGA Óli Jacobsen Ein av okkara týdningarmestu marknaðum fyri klippfisk og saltfisk var Spania. Her eru søgubrot úr hesi søgu 5. partur S o tíðliga sum í 1921 hava føroyingar havt umboð í Spanien at selja salt- og klippfisk. Í bløðunum í 1923 hevði Theodor Petersen (1894-1984), sonur gamla Sámal Petur í Fuglafirði, lýsing í bløðunum, har hann m.a. sigur: Som et led i mit Arbejde for at knytte en nærmere Forretningsforbindelse mellem mine Fødeøer og Spanien, vor vigtigste Fiskea­ftager, har jeg nu etaberet mig i Bilbao. Med de betydeligste Importhuse i Klip­ fisk som Forbindelser her og i Barcelona tør jeg anbefale mine Landsmænd min For­ retning for Salg af saadan i fast Regning og i Konsignation. Theodor, vanliga nevndur Dori, var í Bilbao árini 1921-1929. Kanska hevur hann verið sendur av pápa sínum, sum var ein av stóru reiðarunum tá í tíðini. Theodor gjørdist eisini danskur og íslendskur konsul í Bilbao, Hann kom aftur til Føroya og hevði nógv ár bakaríið Tip-Top í Fuglafirði. Tað kann vera nevnt, at í nógv ár var Jákup Hansen, sonur reiðaran,Poul Hansen, um­boð hjá Fiskasøluni í Spanien. Frá seinast í 1960-unum var Trygvi Johansen úr Klaksvík alment fiskasøluumboð í Italia. Snørisfiskur besta kappingarføri Danskir myndugleikar hava eisini gjørt sítt. Seinast í 1920-unum gav danska uttan­ rík­isráðið út ein bókling á sponskum um før­oyskan klippfisk, prentaður í 4.000 ein­ tøkum. Bóklingurin var skrivaður av Her­luf B. Thomsen, reiðara á Tvøroyri. Hans­ara frá­ greið­ing varð eisini prentað í suð­uroya­ blaðnum Føroyatíðindi. Her greiðir Herluf frá støðuni, sum hon var tá í Føroyum. Hann vísir m.a. á, hvussu nógv trolaraflotin er vaksin uttan um okkum. Hann kundi fiska stórar nøgdir aftur ímóti okkara skipum, sum fiskaðu við snøri. Herluf heldur kortini, at vit skuldu halda áfram við snørisveiðu, tí við hesi veiðu kundu vit kappast um góðskuna, sum ikki kundi gerast betri enn við snørisfiski. Hann sigur eisini, at tað, sum økir um okk­ara kappingarmøguleikar er, at lastin kann vera so stór, tí manningarrúmini eru so smá! Hann skrivar m.a., at “det er nødvendigt at nedbringe Kravene til Komfort og Hygge til et sandt mininum. Man arbejder, spiser og sover ikke blot ganske tæt paa hinanden, men for at Driften skal kunne gennemføres i det nødvendige Tempo, er det ogsaa nødvendigt, at en virkelig Kammeratskabets og Samarbejdets Aand raader ombord. Denne sindige, pligtopfyldende Aand ejer imidlertid den færøske Fisker. Blæser det op til Orkan, hvilket ikke er nogen sjældenhed om Foraaret paa disse Breddegrader, finder man sig roligt og taalmodigt i døgnvis at blive indespærret i den trange Kahyt, hvor Besætningen sover, spiser og ryger. En inde­ spærring, der dog nu og da afbrydes af den haarde Vagttørn paa Dækket, hvor han ikke sjældent maa staa bundet til Roret for ikke at blive skyllet overbord af Bølge­braadet. Síðan verður nágreiniliga greitt frá, hvussu fiskurin verður hagreiddur frá tí, hann verður veiddur, landaður, vrakaður, og til hann verður avskipaður. Um Spania skrivar hann: Den aldeles overvejende Del af den fær­ øske Klipfiskproduktion gaar til Spanien, hvor den fra gammel Tid har et særligt godt Ord paa sig, og her er dens Position ved­ bliv­ende fast, ja, urokkelig, selv om Pris­erne naturligvis har varieret stærkt paa samme Maade som for al anden Fisk. Det meste af Handelen med Spanien foregaar nu direkte, idet de spanske Opkøbere har deres egne Repræsentanter paa Færøerne. Síðan skrivar Herluf, at tann økta kapp­ ing­in á klippfiskaframleiðsluni ger, at før­ oyingar eru farnir at leita eftir nýggjum mark­naðum. Roynt var m.a. at koma inn á cubanska marknaðin. Í 1929 kom annars ein drúgv frágreiðing frá eini danskari nevnd, sum kannaði nýggjar fiskamarknaðir. Her verður mælt til framleiðslu av “falsk lax” úr Føroyum. Her var talan um saltaðan upsa, sum í mong ár var okkara størsta tilfeingi. Hetta kom ikki í gongd fyrr enn nærum 50 ár seinni og var ein týðandi framleiðsla í nógv ár. Framsýningin í Barcelona Í 1929 fingu føroyingar eisini møguleikan at koma við á heimsframsýningina í Barcelona, har nógvar tjóðir tóku lut. Í samband við framsýningina varð skip­að fyri ferð úr Keypmannahavn við ØK skipinum 15.000 t. stóra Polonia til Barce­lona. Av teimum 550 ferðafólkunum vóru 24 føroyingar, sum fóru niður við Tjaldrinum. Skipafelagið skipaði fyri før­ oysku luttøkuni. Farið var úr Føroyum 17. juli og hildið varð áfram tann 21. juli. Lýst varð við støðgi í Oporto, Portugal, Cadiz, Barcelona, Ceuta í Marokko og Lissabon í Portugal. Prísurin var frá 565 til 680 kr, sum var um eina fiskimannársløn tá í tíðini. Steðgað var í Barcelona í fimm dagar. Herluf B. Thomsen bleiv valdur í fyri­ reik­ingarnevndina. Aðrir luttakarar vóru m.a. S.P. Petersen, Jens Evenesen, Jóhannes í Stórustovu, Dahla menn, men ikki Kjølbro, sum var nokk so løgið. Hann var tá ein av teimum stóru innan saltfisk. Framsýningin umfataði ein heilan býar­ part, so her vóru stórslignar umstøður. Kappingin um at selja saltfisk var stór millum annað frá norðmonnum. Tí mátti nógv gerast burtur úr føroyska básinum. Hann smæddist heldur ikki burt­ ur. Á endavegginum var stórsligin máln­ ingur 3x4 metur stórur, sum Jógvan Waag­ stein hevði málað. Á hinum vegginum var Siðsøga Óli Jacobsen SALTFISKAMARKNAÐURIN Í SPANIA Føroyski básurin í Barcelona í 1929 Klippfiskadøgurðin í Barcelona