Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 29 Komandi partur Komandi og seinasti partur í saltfiskarøðini er um salt, framleiðslu og pink, sum øll ræddust. stabbamynd, ið sýndi vøksturin av klipp­ fiski til Spania seinastu 30 árini. Dentur varð lagdur á, at føroyingar einans nýttu spanskt salt til klippfiskin. Eisini vóru myndir úr Føroyum. Fram við veggunum stóðu sýningar­skáp úr glasi við klippfiski úr bankatoski, suður­ landstoski og longu. Eisini var føroyski tjóð­búnin, prýði, modell av slupp og ein stór­ur toskur, sum hevði verið á Zoologisk Museum. Á eini oyggj mitt á gólvinum eitt sindur burtur frá var framsýning við ulla­ vør­um. Frammanfyri básin stóð eitt átta­ mannafar við árum segli, fiski og grinda­ reið­skapi. Frálíkur klippfiskadøgurði Herluf B. Thomsen skipaði fyri móttøku fyri sponsku fjølmiðlunum. Hann var vertur við ein døgurða fyri teir, har borðreitt var við føroyskum klippfiski, donskum øli og sponskum víni. Eisini varð ein føroyskur filmur vístur, sum m.a. vísti handfaringina av fiskinum frá tí, hann var veiddur, og til hann verður avskipaður. Her telur eisini, at nýtt varð spanskt salt. Hesin forvitnisligi filmur er til enn í Danmark. Hann átti at komið aftur til Føroya. Føroyatíðindi hevði 31. august tíðindi frá sponsku pressuni. Har verður látið ógvuliga væl at. Her skal bara endurtakast byrjanin til um­mælið í La Publicidad: En Klipfiskelunch udøver visselig ikke nogen større Tiltrækning paa dem, der ynder de store officielle Banketter med deres Etikette og sammensatte Menuer, men nok paa dem, der sætter mere pris paa Selskabet og Nyheden end paa tunge Grøntsager og fede Fisk. Var end den Kreds lille, som var indbudt til en Klipfiske Lunch, saa var den desto mere udsøgt, og de som deltog vil i lange Tider kunne forsikre, at herligere Maaltid, har de ikke nydt i deres Liv. Seinni vórðu heiðursmerki latin, og av 68 framsýnarum úr danska ríkinum, var tað bara føroyski saltfiskurin, sum fekk 1. premiu. Frásøgnin hjá skrivaranum í fiskimannafelagnum Ein av luttakarunum í føroyska ferðalagnum var skrivarin í Føroya Fiskimannafelag, Ras­ mus á Háskúlanum. Hann skrivaði drúgva dagbók á ferðini, og er hon ein áhuga­ verd frásøgn. Saman við dagbókini hevði hann eisini prentað tilfar frá ferðini við myndum, sum er eitt áhugavert ískoyti til frá­greiðingina. Hon var prentað í FF-blað­ num í 2002. Absalon Joensen, kendur prestur úr Klaksvík, var eisini staddur í Barcelona. Hann skipaði fyri vitjanum hjá fiska­keyp­ arum, har Rasmus var við. Ein vitjan var til fiskakeypmannin Her­ edia í Barcelona. Her er bara pláss fyri einum lítlum parti av hesi frásøgn hjá Rasmussi: Vit hittu mann, ið talaði enskt mál og tókt­ist hann sera fegin um at koma á tal við okkum, tá hann hoyrdi, at vit vóru frá Før­oyum. Men tá til stykkis kom var tað mest fyri at geva okkum eina ábreiðslu fyri eina fiskalast, hann hevði fingið í fjør, og sum hann hevði havt nógv stríð av, tí at hesin fiskurin ikki svaraði til tað, hann hev­ði keypt hann fyri. Hann loysti so av og legði alla skuldina á vrakarainstitutiónina í Føroyum. Vrakingarinstitutiónin í Før­oy­ um nyttaði púrt einki, segði Heredia. Eingin kundi líta á hana. Hann hevði keypt turran prima fisk frá Føroyum og fingið bleyt­an hálv- og heilrotnan fisk. Hann hev­ði klagað til “the government” gjøgnum uttan­rík­is­ ráðið. Hann sissaðist tá nakað, og fór at vísa okk­um sítt virksemi. Eisini hevði hesin mað­ ur stórt lagur av fiski. Her var íslendsk­ur, norskur og føroyskt fangaður fiskur, sum var íslendskt virkaður, men ikki ein stertur av sonnum føroyskum fiski. Heredia segði nú, at hann fegin vildi hava føroyskan fisk, tí hann visti at hann var góður. Honum dámdi best hvítan tjúkk­ an væl turkaðan fisk. Heredia endaði við at minna okkum um, hvussu týdningarmikið tað var fyri før­oyskan fiskahandil við Spanialand, at okk­ara vrakarainstitutión var álítandi, og hann bendi á hvussu íslendingar vóru fyri­ reikaðir. Hetta helt Heredia vera góða fyriskipan og ráddi hann okkum føroyingum at gera nakað líknandi. Munur á føroyskum og norskum fiski Um eftirmiddagin skuldu allir danir, ið vildu, møta upp við hitt danska húsið á fram­sýningini. Vit, nakrir føroyingar, ein teirra Gudmund Mortensen, fóru við spor­ vogninum frammanundan, meðan megin­ part­urin kom við bilum aftaná. Tá vit høvdu gingið eina tíð har og hugt at ymsum húsum, funnu vit endaliga hitt danska húsið. Tað er eitt fýrakantað reyðmálað hús. Tað einasta, ið eyðkennur tað sum danskt, er Chr. X á skjøld­rinum og hitt danska splittflaggið frammanfyri. Samanbera vit hin føroyska fiskin við hin norska á framsýningini, so var tað eyð­sýnt fyri øllum, ið nakað skil hava á klippfiski, at hin norski fiskurin var nógv verri enn tann føroyski. Hann var eisini undir glasi, so har gekk eingin roykur av honum, men fyri gløggum eyga sá tað út, sum hann var spiltur. Her vístu norðmenn seg at vera snildari framsýnarar enn føroyingar. Meðan hin føroyski fiskurin lá frammi fyri fullum dagsljósi, var hin norski lagdur í skugga, har dagsljósið var dapurt. Síðan var á snildisligan hátt varpað elektriskt síðuljós yvir hann soleiðis, at hann beyð sær nógv betur fram (serliga fyri ókønum eygum) enn hann í royndum var. Norðmenn sýndu eisini fram mong sløg av fiski: 1) Vanligan leysan klippfisk 2) klippfisk í køssum,bæði í trækassum berum og við zinki innan. Síðan var 3) fiskur sundurskorin í blikkdósum og 4) turrur ráskorin fiskur. Vitjan á fiskamarknaði Um morgunin kl. 900 fóru vit á fiska­mark­ naðin. Har var hópur av makrelfiskum og sildafiskum, men hummara og stórar rækjur var eisini nógv av. Skelfiskur, øða og kræklingur treyt heldur ikki. Men merki­lig­ ast av øllum tóktist mær, at her var seldur hópur av smáum høgguslokki til matna - tað var ekult at síggja. Tó segði Absalon Joensen okkum seinni, at spaniólar vóru so hendinga dugnaligir til matgerðar, at teir fingu alt. Her var hjartað, livur, ja, eggvøllur (helst rogn) at selja hvørt fyri seg. Dúgvur høvdu teir livandi í búrum. Tær vóru dripnar, royttar og parteraðar um tað kravdist, áður enn tær vóru seldar. Tað, sum mátti vera mest umráðandi fyri okkum, var sjálvsagt at síggja, hvussu klippfiskurin var seldur her, og hvat hann kostaði honum, ið eta skuldi. Klippfiskasølan var ikki stórfingin ímóti øllum hinum; men tó var hann at fáa allastaðni. Har hekk heilur fiskur, har hekk sundurálaður fiskur. Har lógu ugg­ ar,tjúkkar og sporl hvørt sær og var ymisk­ ur prísur á øllum eisini. Eisini stóð sundur­ skor­in klippfiskur á bloti til sølu. Tað kann skoytast uppí, at Rasmus hevði eis­ini atfinningar at føroysku luttøkuni, men tað man ikki hava verið so galið kortini, tá ið teir kundu fáa 1. premiu. Landaskaði at selja íslendingum fiskin Eitt lítið brot afturat um saltfiskasøgu, og hetta er í samband við íslendingar. Før­oya­ tíðindi skrivaði í 1933: Den færøske Klipfisk har vundet stærkt Terræng paa det spanske Marked. Den Kunde­kreds, der udtrykkeligt ønsker vor Klipfisk er vokset betydeligt. Særligt gæld­ er dette for Barcelon markedet, hvor den fær­øske Klipfisk er ved at fortrænge den islandske. Men vandi er í allari vælferð. Hann var, at føroysk skip landaðu í Íslandi. Føroyatíðindi ávarar um, at “det i alvor­ lig­ste Forstand kan blive en landsskadelig Hand­ling at sælge Fisken deroppe.” Hildið var, at tann høgi prísurin í Íslandi kundi ger­ast ein løtuvinningur. Løsenet må herefter være: Al færøsk Kutt­er­salfisk hjem til Færøerne, virket her og solgt direkte til det spanske Marked paa en saadan Maade, at Køberne ikke kan være i tvivl om Produktets Oprindelse. Framsýningarøkið. Úr skjalasavninum hjá Rasmus á Háskúlanum Millum framsýningarnar var eisini ein av eini gamlari spanskari bygd Herluf B. Thomsen var ein høvuðs­ fyriskipari fyri føroysku luttøkuni á heimsframsýningini í 1929