Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 30 Løgfrøðingur til Sjóvinnustýrið Fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðafarloyvi søkir Sjóvinnustýrið eftir einum løgfrøðingi til Lógardeildina. Vit bjóða Eitt spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv, har tú sjálv/ur í stóran mun hevur ávirkan á tínar uppgávur. Starvsøkið Saman við hinum á deildini kemur tú at hava ábyrgd av at fylgja við í og implementera al tjóða lóggávu. Ein partur av hesi upp gávu, er at umboða Føroyar í altjóða sjóferðslufelagsskapinum hjá ST International Maritime Organisation (IMO www.imo.org), ið hevur høvuðssæti í London. Sjóvinnustýrið samskipar føroysku luttøkuna í arbeiðinum í IMO og við aðrar altjóða stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við trygd á sjónum. Sjóvinnustýrið hevur eisini ein samskipandi leiklut mótvegis øðrum almennum stovnum og áhugabólkum soleiðis, at hesi verða kunnaði um virksemið, sum fer fram í IMO. Starvið fevnir eisini í stóran mun um at ráðgeva og vegleiða leiðsluni og starvsfólkunum í ymisk um løgfrøðiligum viðurskiftum, ið fevna um á byrgd arøkið stovnsins, eins og at smíða lógir og kunngerðir og gera aðrar viðkomandi uppgávur fyri aðalráðið. Vit vænta at • tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, ella ert um at gerast liðug/ur • tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur • tú trívist í fjølbroytnum umhvørvi við ymiskum fakbólkum • tær dámar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum • tú ert opin og positiv/ur av lyndi • tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi størvum innan almenna fyrisiting. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Starvið, ið er eitt farloyvisstarv í uml. 1 ár, verður sett skjótast gjørligt. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 29. november 2016, kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til: Sjóvinnustýrið, Á Hálsi 1 FO-380 Sørvágur ella á fma@fma.fo Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá. Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS. TROTABÚGV Við avgerð tann 10. november 2016 er Sp/f Reklamuhúsið, við Ánna 70, Boks 17, 512 Norðragøta, skrás.nr. 5539, sks.nr. 3-101/2016, komið undir trotabúarviðgerð eftir áheitan móttikin tann 9. november 2016 frá likvidator, advokat Biritu Sandberg Samuelsen. Felagið bleiv tikið undir likvidation eftir áheitan, dagfest tann 25. august 2016, frá Skráseting Føroya um tvingsilsavtøku. Sum fyribils bústjóri er settur advokat Birita Sandberg Samuelsen, SÓKN Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, j.nr. 10100. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, mánadagin tann 5. december 2016, kl. 9.30. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 10. november 2016. Handilshøli til leigu á Argjum Væl egna til kontór og ymiskt annað stødd 130 m2, argjavegur 36. Tel. 211208 Umsjónarfólk Søkt verður eftir umsjónarfólki at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • at hava umsjón og ábyrgd av virk­ seminum á Svangaskarði • at hava umsjón við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla • ymiskt fyrifallandi arbeiði innan tekniska økið Vit ynskja, at umsjónarfólkið: • er álítandi, samstarvssinnað og hevur áhuga í virkseminum á Svangaskarði • setir røkisskap og arbeiðssemi í hásæti • hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði bæði skjótt og væl • tolir skiftandi arbeiðstíðir, tí ar­ beiðstrýstið er ymiskt, og partur av arbeiðinum verður uttan fyri vanliga arbeiðstíð • dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar Starvið hevur tilvísing til leiðarin fyri tekniska økið í Nes kommunu. Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafe­ lagið og avvarðandi yrkisfelag. Nes kommuna tilskilar sær rætt frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum. Arbeiðstíð Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Umsóknin Umsóknin, við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli, skal sendast til Nes kommuna Toftavegur 3 650 Toftir ella við telduposti til:nes@nes.fo í seinasta lagi 4. desember 2016 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara fyri tekniska økið, á tlf. 447586 ella 565001. www.gevidblod.fo Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo www.sosialurin.fo