Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jákup av skarði Kjak síða 10 Trygd og ar­ beiðs­møg­ u­leikar Ítróttur síða 20-21 Millum heimsins bestu í 18 – Nýggja stevnuskráin hjá Fólka­ flokki­num er ein harður pakki við bleyt­um innihaldi. Soleiðis sigur Jørgen Niclsen um nýggju linjuna hjá Fólkaflokkinum, sum skal fáa Fólkaflokkin aftur í fremstu røð í føroyskum politikki. Endamálið er í stuttum at fáa bleytu virðini at fylla meira í pol­ itiska grundarlagnum hjá Fólka­ flokk­inum, so hann ikki skal tykj­ast sum ein keðiligur mann­fólka­flokk­ ur, sum bara hugsar um pengar til tey ríku. Meðan fólkafloksformaðurin hev­ur sitið í Skálavík og smíðað stevn­u­skrá um vikuskiftið, so hev­ ur sam­bands­for­mað­urin ver­ið ein túr í Herning í Jyllandi og útlagt før­oysk­an politikk fyri limum í danska stjórn­ar­flokkinum Vinstra. – Fremsta endamálið hjá lands­ stýr­i­num í Før­oyum er at stovna eina re­publikk uttan fyri ríkis­fel­ ags­skap­in. – Hetta fer at isolera land okkara og lækka vælstandin og vælferðina hjá tín einstaka, var boðskaður sambandsformansins. Soleiðis stríðast and­støðu­flokk­ ar­nir, meðan okkara heimligu stjórn­ar­flokkar hava heilt aðrar trup­ul­leikar. Avbjóðingin hjá javnaðar­for­ mann­i­num er at telja upp í 17. Longu fyrsta ar­beiðsdagin hjá honum sum løg­manni leyp fyrsta tingfólkið av skút­uni – og tann næsti er væl á veg eftir javn­að­ar­stríðið á Tvøroyri, sum førdi til, at ein tingmaður hjá Javn­að­ar­flokkinum syrgdi fyri at seta Javn­aðarflokkin uttan fyri á­virk­an í Tvøroyrar býráð. Tað kann so bara merkja, at Krist­in Michelsen ikki verður val­ evni hjá Javnaðarflokkinum til løg­tings­valið næstuferð – og tað fer utt­an iva at síggjast aftur í trúskapi hans­ara til landsstýrissamgonguna. Enn vita vit ikki, hvørja avtalu Krist­in Michelsen gjørdi við Borg­ ar­a­list­an aftur fyri at sleppa at halda fram sum borgarstjóri, men tað man fara at koma fyri ein dag eis­ini. Tjóðveldisformaðurin hev­ur sann­i­liga eisini sítt at drag­ast við. Hann situr við eini fiski­vinnu­ný­ skip­an, sum hann so fegin vil hava í­gjøgnum politiska systemið – men sum tað er ilt at síggja eina felags semju um. At mýkja slíkar støður er ikki hans­ara sterkasta síða – og tí bíða vit í spenningi eftir politisku semj­ uni. Onkuntíð er stuttligari at vera í sam­gongu – onkuntíð er stuttligari at vera í andstøðu. Vit kunnu í øll­ um førum staðfesta, at ymsir eru trup­ul­leikarnir, okkara leiðandi menn dragast við. ymsar eru avbjóðingarnar Á landsfundi hjá Fólka­flokki­ num í Skálavík um viku­skift­ ið viðgjørdi tey uppskot til nýggja stevnuskrá. Flokkurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi: »Seinasta árið hevur Fólka­flokk­urin arbeitt við upp­skoti til nýggja stevnu­ skrá fyri flokkin. Fyri at tryggja, at stevnuskráin hev­ur jørðildi í øllum bak­ landi­num, hava fundir verið í øll­um lima­fel­øg­num. Út frá hes­um var upp­skot skrivað, sum eis­ini hevur verið til um­mælis í limafeløgum. Á fjølmenta lands­fundi­ num vóru nógv, ung sum eldri, ið tóku orðið eftir fram­ løg­una av uppskotinum. Nøgd­semi var somikið stórt, at av­gjørt var, at nú verður síðsta hond løgd á upp­skotið og síð­an verður stevnu­skráin løgd fyri Floks­leiðsluna. Í Fólka­ flokk­i­num er Floksleiðslan hægsti myndugleikin. Ein leiðsla, har øll limafeløg eru um­boða, eisini HUXA - fólka­ floks­ung­dómur. Grundhugsjónin er tann sama, men nýggja stevnu­ skráin er meira nútímans. Fólkaflokkurin er fram­vegis ein borgarligur vinnu­lívs­ flokkur og ein tjóð­skap­ ar­flokk­ur. Uppskotið til nýggja stevnuskrá leggur dent á tryggar og varandi karm­ar fyri vinnulívið, men hev­ur eisini nógv um øll tey, sum arbeiða. Trivnaður og um­hvørvi verða raðfest og arbeiðsmarknaðurin skal verða mennandi, tryggur og fevn­andi. Nýggja skráin leggur eisini dent á útbúgving, ment­an og umsorgan. Hon kann av røttum kallast ein harð­ur pakki við bleytum inni­haldi. Væntandi verður nýggja stevn­u­skráin hjá Fólka­ flokki­num samtykt í næst­ um. Ein flokkur, sum er ein borg­ar­ligur, sosialur og lib­ er­al­ur tjóðskaparflokkur.« Jónleif er ikki havnarmaður Jørgen hugsar um bleyt virði – Aksel telur upp í 17 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Í blaðnum fríggjadagin við­gjørdu vit, hvussu væl tey gomlu valdømini eru um­boðað í løgtinginum við Føroyum sum einum val­dømi – í mun til, hvussu býtið var á seinasta vali­ num við gomlu skipainina, sum var í 2004. Men tá vit skriva, at Jón­ leif Johannesen úr Javn­ að­ar­flokk­i­num umboðar gamla Suðurstreymoyar val­dømi, so er tað sjálvandi ikki rætt. Í greiningini hava vit hugt eftir, hvar tingfólkini búgva – og ikki, hvat av val­ fel­øg­u­num hevur stillað hvørt tingfólk upp. Eitt nú býr Jónleif Jo­ hanne­sen í Klaksvík, men hann er úr Dali – og um­ boðar Sandoyar Sýslu Javn­ að­ar­felag á listanum hjá Javn­að­ar­flokkinum. Greiningin vísir kortini, at Suð­ur­streymoyar val­ dømi hevur fingið fleiri ting­fólk við nýggju val­ skip­anini – meðan tey smá val­dømini hava mist. Men seinasta valskeið hevði eitt nú gamla Sand­oy­ ar Sýslu valdømi ikki færri enn trý tingfólk, og tað hendi ongantíð við gomlu skipanina. So tað nýt­ist ikki at vera soleiðis, at mið­ stað­ar­økið fær størri vald. Men sum støðan er beint nú, so eru miðstaðarøkið og Klaks­víksøkið strykt í mun til býtið á valinum í 2004. Harður pakki við bleytum innhaldi