mánadagur 21. november 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134
BÝRÁÐSSAMGONGAN
HEIMSMEISTARAKAPPING Í
FITNESS OG BODYBUILDING
– Blandaðar kenslur um úrslitið
–
Meðan
Jórun
Mørkøre
er
sera fegin um sítt fjórða pláss í
kappingini, sum varð hildin um
vikuskiftið í L.A. í USA, er David
Arge Galán ikki nøgdur við sítt
fimta pláss.
Í fjør gjørdist David Arge Galán
heimsmeistari
í
ítróttargreinini
Men’s Physique, men í ár eydnaðist
ikki
at
varðveita
sessin
sum
heimsins besti. David Arge Galán
gjørdist nummar fimm í kappingini.
- Støðið er munandi hægri í ár,
og eg má bara viðganga, at eg ikki
megnaði at fylgja við, sigur ein
vónbrotin David Arge Galán.
Jórun Mørkøre er hinvegin sera
fegin um sítt avrik.
- Eg setti mær fyri, at eg skuldi
bert vera í top fimm, og við einum
fjórða plássi megnaði eg tað. Tað
eri eg sera fegin um, sigur Jórun
Mørkøre.
Jákup Jacobsen er venjari hjá
teimum báðum og hann staðfestir,
at úrslitið er flott, hóast vónbrot.
- Vit skulu minnast til, at hetta
er heimsins bestu fólk, sum vit
kappast í móti. Og tað at vera
nummar fýra og fimm í heiminum
er ikki smávegis, staðfestir venjarin.
Tey hava tó nú í hyggju at finna
fram til, hvat skal gerast betur, so
tey kunnu betra um avrikini, um
tey velja at fara aftur í komandi ár.