mánadagur 21. november 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BROTIN AVTALA
Tað, sum hendi í Tórshavnar Býráði eftir býráðsvalið, má aldrin henda
aftur, sigur sjálvur høvuðspersónurin, Annika Olsen
Áki Bertholdsen
– Slíkt má aldrin henda aftur!
Tað
staðfestir
Annika
Olsen,
sum
eftir
øllum
teknum í sól og mána, verður
næsti borgarstjóri í Havn.
Tað, hon sipar til, er tað
sum hendi í kjalarvørrinum
á býráðsvalinum í Havn.
Sjálvt
valkvøldið,
ella
nakrar tímar eftir at val
úrslitið var greitt, skrivaðu
tríggir flokkar, Javnaðar
flokkurin,
Fólkaflokkurin
og
Sambandsflokkurin,
undir eina avtalu um at
skipa samgongu við Heðini
Mortensen sum borgarstjóra.
Men
hendan
avtalan
helt bara til dagin eftir, tí
tá leyp Fólkaflokkurin frá
og avtalaði ístaðin at skipa
samgongu saman við Tjóð
veldi og Framsókn, har Ann
ika Olsen skuldi vera borgar
stjóri.
Annika Olsen heldur, at
støðan, sum er eftir hvørt
kommunuval, er ikki virðilig
og at slíkt, sum hendi eftir
býráðsvalið í Havn, má aldrin
hendan aftur.
– Vit mugu rudda upp í
skipanini og áseta reglur fyri,
hvussu farast skal fram eftir
eitt kommunuval, sigur hon.
– Í sambandi við løgtings
val verður munnligar avtalur
hildnar, men í sambandi við
kommunuval ber alt til, legg
ur hon afturat.
Tí vil hon hava at tað skal
standa í samgonguskjalinum
hjá
nýggju
samgonguni
í
Tórshavnar
Býráð,
at
tey skulu heita á landsins
myndugleikarnar
um
at
áseta greiðar reglur fyri,
hvussu farast skal fram eftir
eitt býráðsval.
–
Í
hesum
sambandi
eigur at verða ásett, hvør
hevur rættin til at byrja
samráðingarnar
um
eina
nýggja samgongu. Ein máti
at áseta tað upp á kann vera,
at tað verður størsti flokkur,
sum fær fyrsta rætt at royna
at skipa samgongu, heldur
Annika Olsen.
Annars hevur hon ikki
hoyrt nakað serligt frá sínum
egna flokki, Fólkaflokkinum,
um tað, sum er farið fram
eftir býráðsvalið í Havn.
–
Landspolitikarar
í
Fólkaflokkinum blanda seg
ikki upp á kommunupolitikk,
tí tað er heilt og fult ábyrgdin
hjá teimum, sum stilla upp,
leggur hon afturat
MÁ ALDRIN
HENDA AFTUR
Enn er ikki nógv kjøt á
Áki Bertholdsen
– Arbeiðið at skriva nýtt
samgonguskjal
ímillum
Fólkaflokkin, Tjóðveldi og
Framsókn eftir býráðsvalið
í Havn, ganga væl.
Tað sigur Annika Olsen,
sum verður næsti borgar
stjóri í Havn.
– Í hesum døgum sita vit
og skriva ítøkiligu orðing
arnar. Tað skal nokk bera
á mál og vit vænta at vera
liðug um mánaðarskiftið,
leggur
hon
bjartskygd
afturat.
Men enn er ikki nógv
kjøt á samgonguskjalinum,
og enn er ikki greitt, hvussu
tey ítøkiligu málini skulu
loysast.
Eitt av fremstu málun
um verður at loysa bú
staðartrupulleikan
við
fleiri íbúðum, ikki minst
bíligar íbúðir til lesandi,
barnafamiljur og eldri.
– Tað er ein av okkara
størstu avbjóðingum, men
enn er ikki greitt, hvussu
farast skal fram, leggur hon
afturat.
Men
hon
sigur,
at
samstarv verður tikin upp
við Bústaðir, landsmyndug
leikar, og onnur við fyri at
finna bestu loysnirnar.
Men nøkur ítøkilig loysn
liggur ikki á borðinum enn,
ásannar hon.
Í hesum samvandi hevur
Bústaðir stríðst við at fáa
byggikostnaðin
so
langt
niður, at leigan verður so
bílig, at lesandi, stakir uppi
haldarar, og aðrir láglønar
bólkar, hava ráð at leiga.
Í løtuni liggur ikki í
kortunum, at kommunan
skal lata stuðul til bygging.
Men komandi borgarstjórin
heldur, at verður útboðið
størri, eru eisini útlit fyri, at
prísurin fer at lækka.
Avbjóðing
Eitt mál hjá nýggju sam
gonguni er eisini at taka
spurningin upp við lands
stýrismannin í samferðslu
málum um siglingina út í
Hest fyri at bøta um hana, so
at fólk kunnu búgva í Hesti
og arbeiða í Havn.
Men
Annika
Olsen
ásannar, at tað er ein lands
uppgáva,
og
Tórshavnar
Kommuna fer neyvan at
stuðla eini ferðaætlan út
í Hest, ella til Nólsoyar,
fíggjarliga.
Tað er eisini ætlanin
at loysa parkeringsviður
skiftini, men enn hevur
Annika Olsen ikki nakað
boð upp á, hvussu tað verður
loyst, tí tað krevur at allur
spurningurin verður tikin í
eini heild.
Tey ætla sær eisini at full
føra ætlanina at gera nýggja
svimjihøll við Langhyli, í
Gundadali.
Lokka ferðafólk til
Annika
Olsen
sigur,
at
samstundis
ætla
tey
at
taka ætlanina um at gera
golfvøllin á Glyvursnesi fram
aftur, men hvørja lagnu, tað
málið fær, er ov tíðliga at siga
nakað um enn.
– Vilja vit hava oyggja
leikirnar
hendanvegin,
og ætla vit at føra okkum
fram sum ein nútíðar ferða
vinnubýður, er ein golfvøllur
avgjørt ein magnet, sum
kann draga fólk hendavegin,
sigur hon.
– Íløgukarmurin skal vera
meiri veruleikakendur enn
hann er, so at borgarin veit,
hvat tey hava at halda seg til.
– Gongdin hevur ikki
nøktandi,
tí
nógvar
út
byggingar verða settar á
skinnarar, men so hendur
ikki meir. Bara í fjørð vórðu
íløgur fyri 311 játtaður til
íløgur, men bara helvtin varð
brúkt.
Hinvegin hevur tað eisini
stóran týdning at fullføra
tað, sum er sett á skinnarar,
leggur hon afturat.
Hinvegin ásannar hon,
at tað verður ein avbjóðing
at fáa roknistykki at ganga
upp við øllum tíð, sum er
sett út í kortið við Musikk
skúla, Skúlanum á Fløtum,
svimjihøll, parkeringsviður
skiftum, Íbúðarbygging, og
øðrum.
Hinvegin
fara
tey
at
endurskoða fíggjarætlanina,
núsitandi býráð leggur at
vita,
hvørjar
broytingar
kunnu gerast.
Um mánaðarskiftið væntar nýggja samgongan í Tórshavnar Býráð at verða
liðug at skriva samgonguskjal, og enn eru nógvir leysir endar