mánadagur 21. november 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134
Vit kunnu verða bundin niður í eitt heilt ár
Áki Bertholdsen
– Skipanin vit nú hava, er
heilt ótrúliga óheppin.
Tað
staðfestir
Annika
Olsen, sum helst verður næsti
borgarstjóri í Havn.
Hon vísir á, at hóast bý
ráðsval var 8. november,
situr núverandi býráð við
valdinum heilt til nýggjár
saftan, og nývalda býráðið
tekur so við nýggjársdag.
Og hon heldur, at tað
kann vera nokk so freistandi
hjá einum býráði, sum er á
veg út ígjøgnum hurðina, at
taka allar møguligar festligar
avgerðir upp á nakkan á
býráðnum, sum skal taka við.
Avleiðingin
av
hesum
kann skjótt vera, at nývalda
býráðið verður bundið á
hond og fót í eitt heilt ár,
áðrenn tað av álvara fær
sett síni fingramerki á førda
politikkin.
Í hesum sambandi hev
ur tað vakt ans, at núver
andi býráð í Havn ætlar at
samtykkja at lækka komm
unuskattin áðrenn tað leggur
frá sær á nýggjárinum.
Ætlanin
er
at
lækka
skattaprosentið 0,75 prosent,
so at hann verður 19 prosent
næsta ár. Hetta fer at kosta
kommununi 30 milliónir í
mistum skattainntøkum - ella
tað fer at geva borgarunum
30 milliónir meiri at liva
fyri, tað veldst um eyguni, ið
síggja.
– Eg eg fegnist um at
skatturin lækkar - men eg
ivist í mátanum, hetta er gjørt
upp á, sigur Annika Olsen.
Og hon heldur, at skipanin
vit nú hava, er serstakliga
óheppin.
– Tað kann ikki vera rætt,
at eitt býráð skal sita við
valdinum, og hava fullar
heimildir til at taka avgerðir í
næstan tveir mánaðir eftir at
valið hevur verið, sigur hon.
Í hesum føri missur sit
andi samgonga í býráðnum,
valdið, tí ein nýggj samgonga
verður skipað. Og
Skipanin má broytast
Annika Olsen heldur, at
spurnartekin kann setast
við, um hendan samgongan
hevur lækkað skattin fyri at
leggja nýggju samgonguni
fótonglar í vegin, ella tað
er tí, at hetta er skynsamur
politikkur.
– Tað er ótrúliga óheppið,
at eitt fráfarandi býráð slepp
ur at taka avgerðir, tey ikki
fáa ábyrgdina av at umsita,
heldur næsti borgarstjórin í
Havn.
– Hetta elvir ikki til
ábyrgdarfullan politikk‚ men
kann i ringasta føri elva til
peningaoyðsl
og
ábyrgd
arloysi - kanska eisini fyri
at spæla einum komandi
kommunustýri neisir.
– Í ringasta føri kann av
leiðingin vera, at komandi
kommunustýri verður nið
urbundið fíggjarliga, nógv ár
fram í tíðina.
Tí heldur hon at Løgtingið
skuldi broytt skipanina, og
tað ongantíð ov skjótt.
Hon heldur, at umleið
tann sama skipanin átti at
verið galdandi fyri komm
unustýri, sum eru galdandi
fyri Løgting og Landsstýri.
Tí heldur hon, at tá ið
kommunuval hevur verið,
eigur fráfarandi kommunu
stýrið ikki at hava heimild
til at binda ta næsta komm
unustýrið til útreiðslur av
ymsum slagi.
– Tað eigur løgtingið at
gera beinanvegin fyri at
sleppa undan at seta spurn
ingin, um eitt fráfarandi
kommunustýri setir tí næsta
kommunustýrinum
fót
onglar í vegin.
– Tað snýr seg ikki um,
antin býráðið tekur avgerðir
tí tað er skilagóður politikkur,
ella tí at tey vilja borgarunum
tað besta - ella um tey gera
tað fyri at vinna komandi
býráðið neisir. Tað snýr seg
um at sleppa undan øllum
iva hesum viðvíkjandi, sigur
Annika Olsen.
– Tað hevði verið rætt
vísari ímóti býráðslimum,
at tað nýggja býráðið sjálvt
sleppur at seta síni fingra
merki á tann førda politikkin.
– Men sum støðan er
nú, skulu vit arbeiða eftir í
nøkrum kørmum, sum tað
fráfarandi býráðið hevur lagt,
og tað er ikki rímiligt.
Annika Olsen veit ikki,
hvussu tað kundi verið gjørt,
men ein máti er at áseta, at
seinast 10-12 dagar eftir, at
kommunuval hevur verið,
skal nývalda býráðið taka við.
– Tað er alt ov leingi,
at fráfarandi býráðið skal
sita við fullum heimildum í
næstan tveir mánaðir, leggur
hon afturat.
Hon sigur eisini, at hetta
er ein spurningur, nývalda
býráðið í Havn fer at heita á
landsmyndugleikarnar um at
taka upp.
Ongin broyting
Seint í summar reisti Annika
Olsen eisini spurningin á
Løgtingi og tá váttaði Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna
í kommunumálum, at frá
farandi
kommunustýri
hevur óavmarkað vald til
nýggjársaftan.
Í Íslandi er skipanin tann,
at nývalda kommunustýrið
tekur við 15 dagar eftir
valdagin, og tá fer sitandi
kommunustýrið eisini frá,
upplýsti Sirið Stenberg. Men
hon skoytti kortini upp í, at
ongar ætlanir vóru um at
broyta skipanina í Føroyum.
NÝGGJA SAMGONGAN
Tað kann ikki vera rætt, at eitt býráð, sum leggur frá sær, skal sleppa at binda næsta býráð
á hond og fót, sigur Annika Olsen, sum helst verður næsti borgarstjóri í Havn
Stórfingin ætlan
hongur nú í einum
klønum tráði
Áki Bertholdsen
Stórfingna ætlanin um at
lata Fróðskaparsetrið fáa
Sjóvinnuhúsið á Vestaru
bryggju at húsast í, kann
koma í vanda.
Nógvar ætlanir hava verið
um,
hvat
Sjóvinnuhúsið,
sum er yvir 7000 fermetrar
til støddar, skal brúkast til,
men fyribils er alt dottið
niðurfyri.
Nýggjasta ætlanin er at
gera tað til Fróðskaparsetur
fyri at loysa tann bráðneyð
uga hølistørvin, tað hevur
verið í leingi.
Í hesum sambandi hava
samráðingar
verið
ímill
um
Mentamálaráðið
og
Tórshavnar Býráð, men enn
er ongin avgerð tikin.
Viðgera málið
Nýggja
samgongan,
sum
ætlanin er at skipa eftir
kommunuvalið, hevur sum
eitt av sínum fremstu enda
málum
at
menna
Fróð
skaparsetrið.
Annika Olsen, sum eftir
ætlan verður nýggjur borg
arstjóri í Havn, staðfestir,
at núverandi býráð situr
til nýggjárs og hevur fullar
heimildir til at taka allar
avgerðir til tað.
Men verða samráðingar
nar ímillum Mentamálaráðið
og Tórshavnar Býráð ikki
lidnar á nýggjárinum, skal
nývalda býráðið taka støðu
til, um haldast skal fram við
teimum.
- Tað er ein spurningur,
vit skulu taka støðu til, og
tað hava vit ikki gjørt enn,
sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at í hesum
sambandi skal støða takast
til, hvar okkara framtíðar
lestrarumhvørvið skal vera
og tað er ein spurningur,
tey fara at taka upp við
Fróðskaparsetrið og Menta
málaráðið.
Men sjálv heldur Annika
Olsen ikki, at Sjóvinnuhúsið
hóskar seg til at verða Fróð
skaparsetur.
– Eg havi altíð hildið, at
hasin parturin av býnum
eigur at verða markaður til
sjóvinnu, sigur hon.
Hinvegin
leggur
hon
afturat, at hon er opin fyri
at viðgera allar spurningar í
hesum sambandi.
Hava greiða støðu
Men tað er samstunndis
eisini greitt, at onnur av
oddafólkunum
í
nýggju
samgongu, hava púra greið
ar meiningar um hesi viður
skifti.
Í valstríðnum uppundir
kommunuvalið,
skrivaði
toppskorðarin hjá Tjóðveldi,
Gunvør Balle, at fyri tey
hevur tað avgerandi týdn
ing, at Vestarabryggja fram
haldandi verður halgað til
virksemi, ið er tengt sjónum.
– Á bryggjuni er eitt ýðj
andi lív alt samdøgrið, har
starvast eini 2-300 fólk, og
umleið 50 nýggj arbeiðspláss
eru komin seinastu árini. 444
skip løgdu at bryggju í 2015
og fyritøkurnar umseta fyri
7-800 milliónir krónur
– Tí er hevur tað stóran
týdning, at tað virksemi,
ið kemur inn í tómu bygn
ingarnar á økinum, sam
pakkar við, og kann liva lið
um lið, við verandi virksemi,
segði Gunvør Balle.
Og
býráðslimurin
hjá
Tjóðveldi við næstflestum
atkvøðum, Marin Katrina
Frýdal, staðfesti, at skúlar
hóska snøgt sagt ikki saman
við vinnuvirksemi á havnar
økinum, sum er eyðkent
av ferðslu og lossing, sum
viðførir larm og órógv.
–
Hartil
haltar
við
trygdini, um tað floymir
inn við fólki millum stór og
rúgvismikil amboð.
Henanra áskoðan er, at
verður Sjóvinnuhúsið tikið
til
Fróðskaparsetur,
fer
tað at avhøvda vinnuna.
Og tað vil Tjóðveldi ikki, tí
bryggjukanturin er lívæðrin
hjá vinnuni.
Annika Olsen sigur, at
tað, sum hevur týdning, er at
Fróðskaparsetrið fær betri
umstøður og í tí sambandi er
tað ein møguleiki at byggja
Fróðskaparsetrið út uppi á
Frælsinum, á økinum, har
tey longu húsast framman
undan.
Fleiri limir í nýggju samgonguni í Tórshavnar
Býráði eru ímóti at Sjóvinnuhúsið á Vestaru
Bryggju, verður tikið til Fróðskaparsetur
Oddafólkini í nýggju býráðssamgonguni í
Havn, eru ímóti, at Fróðskaparsetrið fær
stóra Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju
til, og sostatt er eisini hendan ætlanin
við Sjóvinnuhúsinum komin í vanda