mánadagur 21. november 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VÆLGERÐAR ARBEIÐI
Barbara Holm
S
einastu vikurnar hava
føroyingar
ivaleyst
varnast, at eitt stórt
føroyskt ferðalag við millum
annað Livari Nysted, hevur
vitjað í Kenya í Afrika.
Men hvussu ber tað til, at
føroyingar í hópatali ferðast
til Kenya fyri at gera væl
gerandi arbeiði?
Ein orsøk er ivaleyst, at
í Kenya er eitt kvinnuheim,
sum føroyska Mia og James
úr Kenya eiga og reka saman.
- Tá ið vit bæði hittist,
høvdu vit eitt felagsmál um
at hjálpa teimum útsettu
kvinnunum í Kenya, greiðir
Mia Kagotho frá.
Tað, sum Mia og James
upplivdu var, at kvinnur,
sum høvdu verið fyri harð
skapi ella órætti á annað
hátt, einki stað høvdu at
venda sær.
- Her búgva 47 milliónir
fólk, men tað kann teljast á
einari hond, hvussu nógvar
kreppumiðstøðir eru fyri
kvinnur, sigur Mia.
Kenya er eisini merkt av,
at korruptión valdar millum
myndugleikarnar og tí er
ikki altíð lætt at fáa hjálp.
- Tað vísir seg, at løgreglan
er so korrupt, at kvinnur,
sum hava verið órættvíst við
farnar mangan velja heldur
at tiga enn at gera nakað við
tað, sigur Mia Kagotho.
Fyri nøkrum árum síðani
valdu tey bæði tí at gera
okkurt við trupulleikan.
Jimma – eitt friðskjól
Í 2012 stovnaðu tey bæði
felagsskapin
Jimmia
og
fyrstu
árini
høvdu
tey
smærri verkætlanir í Kenya.
Men í mars 2015 lótu tey
dyrnar upp á kvinnuheim
inum við sama navnið.
- Vit vildu lata upp eitt
heim, sum kundi virka sum
friðstaður fyri kvinnur, sum
hava verið fyri harðskapi.
Ein
friðstaður,
har
tær
kundu fáa alla tað hjálp og
stuðul teimum tørvaði fyri at
koma fyri seg. Og tað arbeiði
vit gera hava vit sæð, ger ein
mun, sigur Mia Kagotho.
Hjálparfelagsskapir eru
av nógvum slag í ymiskum
londum í Afrika, og spurn
ingurin er, hví júst kvinnur
og harðskapur er økið, sum
tey bæði Mia og James hava
valt sær.
- Tí fyri okkum er tað
mest umráðandi at síggja
tað kvinnuna, sum hevur
upplivað sálarligan og krops
ligan harðskap, fáa mót
uppá lívið aftur og kenna
sítt sanna virði og vita, at
hon hevur týdning, greiðir
Mia Jacobsen frá og minnir
á sloganið hjá hjálparfelags
skapinum.
- Okkara arbeiðsháttur
og slogan er “plant a seed of
love” ella “planta eitt kær
leiksfræ”, har vit trúgva, at
við kærleika og góðari um
sorgan og ráðgeving, kunnu
vit eggja og stuðla tí sundur
brotnari kvinnuni at standa
á egnum beinum aftur, sigur
Mia.
Lagnurnar eru harðar
Á heiminum hava Mia og
James rúm fyri 12 kvinnum
og børnum teirra. Í løtuni
eru 10 kvinnur og 8 børn á
heiminum.
- Vit leggja dent á, at
tíðin hjá okkum skal virka
sum eitt heim, har tær fáa
mat, læknahjálp, ráðgeving,
klæðir, sosiala samveru og so
royna vit at læra tær ymisk
kreativ virksemi, sigur Mia,
sum í næstum fer undir at
læra kvinnurnar at seyma.
Men tað er ikki altíð lætt
at eygleiða tær lagnur, sum
kvinnurnar
á
heiminum
hava verið fyri.
- Kvinnurnar, sum hava
Føroyskt kvinnuheim í Kenya
- VILJA VÍSA ÚT
SETTUM KVINNUM,
AT TÆR HAVA VIRÐI
- Tað mest umráðandi fyri okkum er at síggja, at kvinnur, sum hava verið fyri
harðskapi, fáa mót upp á lívið aftur og finna útav, at tær hava týdning, sigur
føroyska Mia Kagotho, sum seinasta árið hevur rikið kvinnuheim í Kenya
- Mia og James Kagotho standa á odda fyri Jimmia kvinnuheimið