mánadagur 21. november 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. novemer 2016 · Nr. 134
VÆLGERÐAR ARBEIÐI
verið og eru hjá okkum,
hava millum annað upplivað
neyðtøku, harðskap, umsker
ing og at vera heimleysar.
Tær flest eru millum 14 og 20
ára gamlar, greiðir Mia frá.
Og júst í skrivandi stund
eru tvær systrar á staðnum,
sum hava verið neyðtiknar
av pápanum.
- Tann eina er 22 og hin er
14. Tann 22 ára gamla hevur
eitt barn og tann 14 ára
gamla skal eiga nú hvørja
løtu, greiðir Mia Kagotho frá.
Málbólkurin hjá Jimmia
eru kvinnur, sum hava verið
útsetta fyri bæði likamligum
og sálarligum harðskapi.
- Ein kvinna hevur lítið at
siga bæði í samfelagnum og
í heiminum. Maðurin hevur
alt at siga og fer illa við
konuni og børnunum. Ein
kvinna kann arbeiða, men
má goyma lønina, so maður
in ikki brúkar tað uppá rús
drekka og ótrúskap, greiðir
Mia frá og minnist aftur á
fyrstu gentuna, sum búði
hjá Jimmia.
- Tann fyrsta gentan, sum
kom til okkara, var bara 14
ára gomul. Hon átti eitt lítið
barn. Hon varð neyðtikin av
fosturpápanum og familjan
vildi ikki vita av henni.
Gentan vildi ikki hava barnið
og tók sær illa av tí, so tað
gjørdist sjúkt. Sjúkrahúsið
ringdi til okkara og vit
tóku í móti teimum. Unga
mamman segði ikki eitt orð
í langa tíð og var harðlig
móti barninum. Men tað
vardi ikki leingi áðrenn hon
byrjaði at lata seg upp fyri
okkum og siga frá sínum
ræðuligu upplivingum. Hon
bleiv ein góð mamma og
vildi ikki hoyra talan um at
missa barnið. Hon blómaði
og bleiv ein heilt onnur ung
genta. Vit hjálptu henni at
fara í skúla og at finna fam
ilju, sum vildu taka sær av
barninum, meðan hon var í
skúla, greiðir Mia frá.
Teirra læripeningur hetta
seinasta árið er, at kærleiki
og umsorgan gera mun.
Mia og James Kagotho
siga, at tey, sum vilja stuðla
teimum í royndini at hjálpa
illa
viðfarnum
kvinnum,
kunnu vitja teirra Facebook
síðu við navninum Jimmia
Organization.
barbara@sosialurin.fo
FAKTA
James og Mia Kagotho virka sum trúboðarar í Kenya.
James er føddur og uppvaksin í Kenya. Tey møttu hvørjum
øðrum í Kenya í 2007, tá tað var ófriður í landinum orsaka av
forsetavalinum.
Í august 2009 vórðu tey gift í Føroyum.
Í juni 2012 áttu tey eina dóttir, ið eitur Naomi og í oktobur
2015 fingu tey sonin Noah.
Í august 2012 skrásettu tey ein ikki vinnurekandi grunn í
Føroyum, ið tey hava valt at kalla JIMMIA. Endamálið við
grunninum er at gera hjálpararbeiði í býnum Nakuru í Kenya.
Teirra arbeiði snýr seg um at hjálpa útsettum og misnýttum
kvinnum og børnum teirra.
Teirra hjartamál er at stuðla og eggja kvinnum, ið stríðast í
dagligdegnum.
Mia er útbúgvin námsfrøðingur í 2009. James er útbúgvin
ráðgevi innan sálarhjálp og kynssjúkur í 2007.
- Livar Nysted og kvinnurnar á Jimmia