mánadagur 21. november 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMFERÐSLA
Árni Gregersen
Útlitini fyri at fólk í Skála
firði fara at sleppa undan
ferðslu gjøgnum bygdina
eru long.
Tað kom greitt fram, tá ið
Magnus Rasmussen, Sam
bandsflokkurin, tók málið
upp í tinginum. Ongin kundi
lova, at hetta mál fer at verða
loyst skjótt, men víst var til
samferðsluætlanina fyri 2012
til 2024.
Kortini segði landsstýr
ismaðurin við samferðslu,
Henrik Old, Javnaðarflokk
urin, at arbeitt verður við at
dagføra samferðsluætlanina,
so kanska kann okkurt ger
ast tann vegin.
Tað sum hevur vakt und
ran millum tingfólk er, at
vegstubbin
frá
uttanfyri
bygdina til íbindingina í
Fjarðavegin fer at kosta heil
ar 75 milljónir krónur.
So at siga allir tingmenn
øtaðust um hesa risaupp
hædd fyri ein veg, sum í
veruleikanum er ein stutur
stubbi, men at hetta ikki
er eitt tal, sum er tikið úr
leyssari luft, verður doku
menterað av, at hetta ar
beiðið einaferð er boðið út til
privatar fyritøkur at gera og
tá vóru lægstu tilboðini um
75 milljónir krónur.
Omanfyri bygdina
Sum er gongur vegurin av
Skála og Strondum og bygd
unum vestafyri Raktanga
mitt gjøgnum gomlu bygdina
í Skálafirði.
Hetta bar til fyri mongum
árum síðani, tá ið so at siga
ongin tung ferðsla var tann
vegin, men í dag er talan um
tunga ferðslu við stórum
lastbilum og trailarum, sum
koyra hendan vegin.
Tí er hetta eitt mál, sum
hevur storan áhuga millum
bygdafólkini, men so sanni
liga eisini millum fólk á
Skálafjørðinum annars.
Hetta er ein farleið, sum
als ikki er tíðarhóskandi
og trygdarviðurskiftini við
stórum bilum millum hús,
sum standa dygst í vegin, eru
als ikki nøktandi.
Fundir hava verð fyrr, har
fólk í Skálafirði hava havt
høvi at siga sína hugsan um,
hvussu tey halda vegføringin
skal vera í bygdini ella við
bygdina.
Niðurstøðan er – eisini
fakliga – at leggja vegin om
an fyri bygdina.
Sjálvt um tað so at siga
altíð verður sagt, at tað ikki
er serliga skilagott at flyta
vegir upp í hæddirnar, so
verður ikki mett, at omanfyri
bygdina í Skálafirði er serliga
langt niðan – ikki so langt, at
kavi og ísur fer at fáa serliga
stóra ávirkan á ferðsluviður
skiftini.
Møguleikin at leggja vegin
framvið sjóvarmálanum er
eisini kannaður, men tað
vísir seg fyri tað fyrsta ikki
at vera besta loysnin og fyri
tað næsta so er tað líka dýrt,
sum at leggja vegin omanfyri
bygdina.
Dýr loysn
Tað fer sum nevnt at kosta
á leið 75 milljónir at gera
vegastrekkið frá uttanfyri
bygdina í Skálafirði omanfyri
húsini inn í høvuðsvegin
millum Fjarða.
Partur av hesum er sjálv
andi jørð sum skal ognar
takast ella keypast og møgu
liga skulu onkur hús keypast
eisini.
Ibindingin í Fjarðavegin
verður helst ein rundkoyring,
umframt at buss steðgipláss
skal vera har.
Men sjálvt um Landsverk
og Løgtingið vita hvat hetta
fer at kosta, so er ikki pen
ingur nokk settur av til at
gera vegin har.
Undir viðgerðini av mál
inum í Løgtinginum – tað var
í samband við ein munnligan
fyrispurning frá Magnus
Ramussen – tyktist vera ein
góður vilji til at framskunda
vegagerðina har, men tá ið
hugt verður eftir galdandi
samferðsluætlan, so fer tað
at taka langa tíð at gera hetta
vegastrekkið.
Í 2018 er 10 milljónir settar
av til verkætlanina og tað
sama í 2019. 25 milljónir eru
settar av í 2020 og fimm
miiljónir í 2021. Tilsamans er
talan um 50 milljónir krónur,
sum eru settar av, hóast øll í
dag siga, at vegastrekkið fer
at kosta 75 milljónir at gera.
Altso eru 25 milljónir
krónur ov lítið settar.
Meir ferðsla
Hesi seinastu árini hevur
ferðslan gjøgnum bygdina
í Skálafirði verið nógv og
tung, men alt bendir á, at hon
fer at vaksa munandi.
Tá ið undirsjóvartunnilin
verður
liðugur
milllum
Eysturoynna
og
Streym
oynna, fer ein uppkoyring
av vera á Strondum og ein í
Rókini í Runavík.
Onki er at ivast í, at hetta
fer at økja munandi um
ferðslutættleikin á vestara
armi á Skálafjørðinum og
harvið eisini gjøgnum bygd
ina í Skálafirði.
Í samferðsluætlanin verð
ur eisini sagt, at ætlanin er
at gera ein tunnil úr Gøtu
dali til Millum Fjaðra. Tað
fer eisini at økja um ferðsl
una út eftir vestara armi á
Skálafjørðinum, men sam
bært ætlanini, so er størsta
upphæddin til hendan tunn
ilin tó ikki sett á fyrr enn í
2024.
50 milljónir eru settar av í samferðsluætlanini frá 2018 til 2021 at gera veg oman
fyri bygdina í Skálafirði, men hann er mettur at kosta 75 miljónir krónur
ONGIN ÆTLAN AT
FRAMSKUNDA
VEGIN OMAN FYRI
SKÁLABOTN
Soleiðis er ætlanin at vegurin skal liggja omanfyri bygdina í Skálafirði