mánadagur 21. november 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134
SAMFERÐSLA
Árni Gregersen
Vegurin omanfyri bygdina í
Skalafirði, var í ætlanini hjá
undanfarnu samgongu rað
festur at verða gjørdur í 2018
til 2021, men enn er arbeiðið
ikki farið í gongd.
S a m f e r ð s l u æ t l a n i n
hjá Landsverk raðfesti, at
vegurin skuldi gerast í tíðar
skeiðnum 2015 til 2017.
Enn er als ikki farið undir
at gera arbeiðið, hóast Lands
verk hevur sagt, at hetta
vegastrekkið liggur framm
arlaga av fleiri orsøkum –
bæði hvat ferðslu viðvíkur,
men so sanniliga eisini tá ið
tað snýr se gum ferðslutrygd.
Magnus Rasmusen, ting
maður fyri Sambandsflokk
in, spurdi landsstýrismannin
við samferðslumálum, Hen
rik Old, Javnaðarflokkurin,
um, hvørjar ætlanir hann
hevur við vegnum
Í
viðmerkinunum
til
spurningin sigur Magnus
Rasmussen, at fyri nøkrum
árum síðani varð farið í
holt við at gera nýggjan veg
av Strondum og heilt inn í
Skálafjørð – omanfyri Skála
bygd og ætlandi omanfyri
bygdina í Skálafirði við íbind
ing í Fjarðavegin, norðanfyri
Effostøðina.
Avgerðin
um
at
gera
nýggjan veg á strekkinum
skal síggjast í ljósinum av, at
“gamli” vegurin gongur gjøg
num bygt øki og er als ikki
gjørdur til ta nógvu og tungu
ferðslu, sum nú einaferð
er í dag og enn minni til ta
ferðslu, sum fer at koma í
nærmastu framtíð.
Farið var í gongd við verk
ætlanina, og tað gekk bæði
skjótt og væl, men vegagerð
in steðgaði upp, tá komið
varð inn móti bygdini í Skála
firði.
Nú hevur arbeiðið ligið
stilt í nøkur ár, og bæði
bygdarfókið og kommunan
hava fleiri ferðir gjørt lands
myndugleikararnar
varar
við ótolandi ferðslustøðuna
í Skálafirði, har sjón er fyri
søgn, at ferðslutrygdin er
sera vánalig og beinleiðis
vandamikil.
Veruleikin er tann, at
í dag er vegurin gjøgnum
bygdina í Skálafirði vorðin
ein ferðsluligur fløskuhálsur.
Nógva
vinnuliga
virk
semið á vestara armi á
Skálafjørðinum, saman við
vaksandi íbúgvaratalinum,
hevur viðført eina enn størri
og tyngri ferðslu gjøgnum
bygdina í Skálafirði.
Ongir pengar
Tað er ikki altíð so einfalt at
siga, hví summar verkætlanir
ikki verða gjøgnumføraar
sum ætlað, men í hesum føri
stendur rættuliga greitt, at
verkætlanin kostar munandi
meira enn politiska skipanin
roknaði við.
Vegastrekkið
er
tvær
ferðir boðið út og privatar
fyritøkur hava bjóðað sær at
gera vegastrekkið.
Trupulleikin er bara, at
arbeiðið fer at kosta góðar 70
milljónir og so nógvan pen
ing hevur politiska skipanin
higartil ikki verið sinnað at
gjalda fyri 2400 metrar av
landsvegi.
Sigast skal, at rættuliga
nógv jørð skal keypast, skal
vegurin
liggja
omanfyri
bygdina, sum ætlanin er.
Kannað er eisini um tað er
møguligt at gera vegin fram
við
sjóvarmálanum,
men
sambært Landsverk, so er
hetta líka dýrt.
– Nær vegurin verður
gjørdur, dugi eg ikki at siga
júst nú, sigur Ewald Kjølbro,
stjóri á Landsverk.
– Vit arbeiða vit at dag
føra
samferðsluætlanina,
men tað verður ikki liðugt
fyrr enn einaferð næsta ár,
leggur hann afturat.
Hann vísir annars til tað,
sum Henrik Old svaraði
spurningum frá Magnusi
Rasmussen.
Har var sagt, at Vegurin
omanfyri Skálafjørð hev
ur í fleiri ár verið raðfest
ur frammalaga sum ein
partur av tí at leiða gjøg
numgangandi ferðslu uttan
um bygt økið eftir vestara
armi á Skálafjørðinum.
At leggja gjøgnumgang
andi ferðslu uttanum bygdir
er gott bæði fyri ferðsluna,
sum ikki skal gjøgnum bygt
økið, og fyri ferðslutrygdina
og trivnaðin í bygdini.
Tørvur er á at gera verk
ætlanina bæði undir verandi
umstøðum, men serliga við
framtíðarferðslu frá Eystur
oyartunlinum í huga.
Men
so
leingi
eingin
Gøtudalstunnil er gjørdur,
fer stórsti parturin av ferðsl
uni millum Tórshavn og
økið norðanfyri Gøtueiðið
væntandi at nýta verandi
veg eftir eystara armi á
Skálafjørðinum, og ferðslan
gjøgnum Skálafjørð fer tí
væntandi ikki at vaksa.
Tunnil millum Gøtudal
og Millum Fjaðra er mnett
at kosta góðar 200 milljónir
krónur.
Vegurin hevur í fleiri ár verið raðfestur frammarlaga, men nú er alt ov lítið
av pengum til at gera vegin oman fyri bygdina í Skálafirði
Pengar ikki settir av at
gera vegin í Skálafirði
Húsini í bygdini standa tætt við vegin og har er nógv ferðsla
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverk, sigur, at vegurin er
raðfestur, men nóg mikið av peningi er ikki sett av.
Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, tók málið um
veg omanfyri bygdina í Skálafirði upp í tinginum