mánadagur 21. november 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 21. novemer 2016 · Nr. 134
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
DRÁTTUR DREGUR
FRÁ HINUM
Dráttur tapti sítt fyrsta sett í ár, men vann tó 3-1 og staðfesti oddasessin. Vit hyggja nærri at hvat
hevur rørt seg innan ítróttin í Føroyum hetta vikuskiftið, og gera eisini eitt legg út í heim.
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Eftir at einans hava vunn
ið einaferð í síðstu 11 dyst
unum, eydnaðist tað í gjár
OB við Jóan Símun Ed
mundsson á liðnum at vinna
1-0 ímóti Brøndby. Føroyski
landsliðsleikarin spældi á
høgra vongi allan dystin, og
tað var Anders K. Jacobsen,
ið gjørdist sigursharri. OB
er triðaftast í Superliguni, 10
stig frá at røkka endaspæl
inum. Níggju dystir eru eftir
at spæla.
- Vit eru sera glaðir, og tað
verða vit eisini í morgin.
Mínar royndir siga, at hetta
gevur okkum meira orku,
og at tað verður lættari at
fyrireika seg til næsta dyst.
Vit vita væl, at vit hava tørv
á fleiri stigum, og teimum
fara vit eftir. Sigurin gevur
okkum
vón,
segði
OB-
venjarin, Kent Nielsen, við
Ritzau eftir dystin.
AC Horsens kláraði seg
fríggjakvøldið uttan Hall
Hansson, tá ið teir vunnu
1-0 á útivølli ímóti Lyngby.
Hallur er skaddur og skal
kannast nærri fyri møðibrot,
eisini nevnt broysknisbrot.
Sigurin kom væl við hjá AC
Horsens, sum nú hevur sett
seg á 6. plássið í deildini,
sum er tað seinasta plássið,
ið gevur atgongd til enda
spælið.
Bárður J. Hansen og Heini
Vatnsdal spældu báðir all
an dystin, tá ið Fremad
Amager í gjár vann sann
førandi
5-0-sigur
ímóti
Hobro. Sigurin var serliga
umráðandi, tí hetta var
beinleiðis dystur um triðja
plássið, sum gevur upp
flyting. Fremad Amager er á
fjórða plássi, men nú einans
eitt stig aftanfyri Hobro og
trý stig aftanfyri oddaliðið
Vendsyssel FF.
René S. Joensen byrjaði inni,
tá ið oddaliðið Vendsyssel FF
í gjár snávaði á útivølli ímóti
Skive. Teir taptu 3-1. René S.
Joensen varð útskiftur í 58.
minutti, beint eftir at Skive
hevði lagt seg á odda 3-0.
Vendsyssel FF er framvegis
oddalið í næstbestu donsku
deildini, men er einans eitt
stig frammanfyri FC Ros
kilde. Ógvuliga tætt er í
deildini, tí teir hava einans
seks stig niður til 7. plássið.
Amerikanski
verjuleikarin
hjá KÍ, Mayowa Alli, skiftir
til
Thisted
í
triðbestu
donsku deildini. Tað boðar
felagið sjálvt frá, nú tað
hevur eydnast felagnum at
savna saman tær 100.000
krónurnar, sum tað kostar
felagnum at fáa fatur á leik
aranum, sum áður hevur
verið ein profilur á liðnum.
Thisted fer at spæla um upp
flyting í næstbestu deildina.
Cristiano Ronaldo var ikki
til at steðga, tá ið Real Mad
rid leygardagin vann 3-0
í grannauppgerðini ímóti
Atlético Madrid. Ronaldo
skeyt øll trý málini. Við sigr
inum er Real Madrid fram
vegis ósigrað eftir 12 dystir og
er nú fýra stig frammanfyri
FC Barcelona í oddinum í La
Liga. FC Barcelona spældi í
gjár uttan Lionel Messi 0-0
ímóti Malaga.
Fyrrverandi enski landsliðs
miðvallarin, Frank Lampard,
fær ikki sín sáttmála longd
an við amerikanska felagið,
New York City FC, har hann
hevur spælt næstan tvey
ár. Fleiri evropeisk feløg
sýna áhuga í honum, eins og
Orlando City og LA Galaxy í
USA, men sambært enskum
miðlum, so er tað eisini ein
møguleiki fyri, at hann fer
upp í venjaratoymið hjá
Chelsea, har hann spældi í
14 ár.
Hóast hann vann svenska
meistaraheitið við Malmö
FF hetta kappingarárið, so
hevur danski Allan Kuhn
fingið sekkin í felagnum, har
hann bara hevur verið hetta
kappingarárið.
Sambært
svenskum miðlum, so vóru
fleiri spælarar ónøgdir við
leiðslustílin hjá Allan Kuhn,
og á heimasíðu felagsins
verður skrivað, at felagið má
hava ein annan leiðara fyri
at taka næsta fetið. Kuhn
verður nú settur í samband
við eitt nú OB og AaB í heim
landinum,
meðan
besta
boð upp á nýggja Malmö
FF-venjara er venjarin hjá
Östersunds FK, enski Gra
ham Potter.
FLOGBÓLTUR
Tveir dystir hava verið í
meistaradeildini hjá monn
um um vikuskiftið. Á Kambs
dali vann ÍF ímóti Ternuni,
hóast at Ternan legði best
frá landi og vann fyrsta sett
greitt 25-13. ÍF kom svaraði
tó væl aftur og vann trý tey
næstu settini 25-20, 25-23,
25-20. Í Sørvági vann Fleyr
greiðan 3-0-sigur ímóti SÍ.
Settúrslitini vóru 25-15, 25-
18, 25-16. Fleyr er oddalið við
fullum stigatali, meðan SÍ er
nummar tvey.
Eisini í kvinnudeildini hava
dystir verið. Upprunaliga
skuldu teir vera fýra í tali,
men SÍ fekk ikki mannað
lið til dystin ímóti KÍF, og
hann er tískil útsettur. Leyg
ardagin
vann
oddaliðið
Dráttur 3-1 á útivølli ímóti
ÍF, har settúrslitini vóru
25-20,
22-25,
26-28,
19-25.
Hetta var fyrsta settið, sum
Dráttur tapti í ár, nú fimm
dystir eru spældir. Heima í
Klaksvík vann Mjølnir trygt
3-0 ímóti Ternuni. Har vóru
settúrslitini 25-22, 25-19, 25-
17. Í gjár var ein dystur, og
hann var í Gundadalshøllini,
har TB vann 3-1 ímóti Fleyr.
Settúrslitini vóru har 22-25,
19-25, 25-21, 20-25. Í kvinnu
deildini er Dráttur greitt
oddalið, meðan KÍF, sum
hevur spælt ein dyst minni,
er nummar tvey, seks stig
aftanfyri.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen og
Bjerringbro-Silkeborg megn
aðu ikki at gera nakað við FC
Barcelona, sum var á vitjan í
Danmark í gjár í Champions
League.
Bjerringbro-Silke
borg var annars á odda 13-11
í hálvleikinum, men í seinna
hálvleiki vann FC Barcelona
seg inn aftur í dystin og vann
at enda 27-23. Jóhan á Plógv
Hansen skeyt tvey mál.
Bjerringbro-Silkeborg er á
næstaftasta plássi í bólki
A við fýra stigum fyri sjey
dystir.
SÚKKLING
Triðja umfar í vetrarkapp
ingini, ein røð av einkult
startum,
varð
súkklað
í
Havn í gjár. Vegna kulda
varð ein teinur áljóðandi 28,5
kilometrar súkklaður inni í
Havnini. Tað eydnaðist hesa
ferð Jógvani Højgaard at
koppa Gunnari Dahl-Olsen,
sum hevur vunnið tey bæði
fyrstu
umførini.
Jógvan
vann við tíðini 50:32, meðan
Gunnar hevði tíðina 51:33.
Triðbestur var Jan Hjaltalin
við tíðini 53:05. Fjórða umfar
verður 1. desembur.
TENNIS
ATP World Tour Finals, árs
ins seinasta kapping, har
einans teir fremstu í heim
inum sleppa við, hevur verið
í London seinastu dagarnar.
Í finaluni í gjár hittust Andy
Murray og Novak Djokovic,
og hetta var fyrstu ferð í
søguni, at allarseinasti dyst
urin fór at avgera hvør skuldi
halda nýggjár sum heimsins
nummar eitt. Andy Murray,
sum var nummar eitt framm
anundan, vann finaluna 6-3,
6-4, og hevur hann tískil víst
Novak Djokovic, sum ann
ars hevur verið nummar eitt
tað mesta av árinum, til 2.
plássið.