Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Landsliðsárið 2016 er komið at enda. Føroyska landsliðið spældi seks landsdystir. Fýra í HM 2018 undankappingini og tveir venjingardystir. Í HM undankappingini hava vit vunnnið ein, spælt ein javnan og tapt tveir. Av venjingardystunum vunnu vit ein og taptu ein. Eftir hvønn landsdyst ger ÍtróttarSosialurin spælara­ metingar. Metingarnar eru frá 1, sum er lægsta metingin, til 6, ið er fyri avrik í altjóða flokki. Jóan Símun bestur Nú 2016 er komið at enda, so eru allar metingarnar taldar saman í mun til hvussu nógvar dystir spælararnir hava spælt. Her vísa met­ ingar­nar, at Jóan Símun Edmundsson við 4,6 í miðal er ársins landsliðsspælari. Tað er hægsta miðaltalið, sum nakar landsliðsspælari hevur havt, síðani Ítróttar­ Sosialurin fór at telja saman. Fyrstu ferð var til HM 2014 undankappingina. Tá fingu Gunnar Nielsen og Viljormur Davidsen mest við 4,2 í miðal. Í farnu EM undankapping fingu Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson bestu meting við 4,5 í miðal. Tó skal sigast, at hesa ferð talan ikki um eina heila undankapping, men eitt ár við fýra HM undan­ kappingardystum og tveim­ um venjingardystum. Ymiskar fortreytir Sum við slíkum metingum, so eru treytirnar ymiskar fyri summar spælarar. Tí avspegla tølini ikki altíð samlaðu avrikini hjá spælarunum. Hetta kann verða tí teir spæla ávísar dystir, meðan aðrir spælarar torførari dystir. Tað skal meiri til at fáa eitt 3-tal móti Liktenstein enn tað skal til móti Portugal. Eisini er tað munur á hvør er byrjaður inni og hvør er skiftur inn. Somuleiðis er tað ymiskt hvussu nógvar dystir teir ymisku spælararnir hava spælt. Tað kann eisini geva ein øðrvísi mynd enn heildarmyndin. Tí sigur metingin ikki alla søguna, men er ein meting hjá ÍtróttarSosialinum, sum eru givnar eftir nøkrum ávísum umstøðum. Annar kann nevnast, at einki 6-tal bleiv givið í 2016, hóast fleiri góð avrik. Hinvegin kom eitt 1-tal. Tað fekk Bogi Reinert Petersen, tá hann beliv útvístur bara fáar minuttir, eftir at hann kom á vøllin fyri fyrstu ferð í venjingarlandsdystinum móti Kosovo. trondur@sosialurin.fo Gunnar Nielsen Miðal meting: 3,8 Málverjin hevur havt enn eitt gott landsliðsár, har hann millum annað hevur hildið málið reint í tveimum dystum, havt fleiri stórar bjargingar og onkra í heimsklassa. Hevði ein dyst undir, sum var móti Portugal. Bárður J. Hansen Miðal meting: 3,5 Byjraði árið við at vinna plássið frá Jónasi Tór Næs, men endaði árið við at missa plássið til sama mann. Er framtíðin á høgra bakki og prógvaði millum annað móti Liktenstein og Ungarn, at hann er sterkur, men dettur enn í millum, tá harðast leikar á. Atli Gregersen Miðal meting: 3,8 Liðskiparin hevur livað upp til ábyrgdina sum leiðarin á vøllinum. Spælt við í flestu dystunum og víst fram eginleikarnar sum stýrandi miðverji við skilagóðum bóltførleika og avleveringum. Dysturin móti Portugal telur niður. Sambært spælarametingum hjá ÍtróttarSosialinum, so er Jóan Símun Edmundsson ársins landsliðsspælari 2016. Hann spældi fimm av seks dystum og spældi ongantíð undir »yvir miðal« ÁRSMETINGAR: Mynd: Álvur Haraldsen JÓAN SÍMUN ÁRSINS LANDSLIÐSSPÆLARI