Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134 FÓTBÓLTUR Sonni Ragnar Nattestad Miðal meting: 4 Ungi miðverjin hevur spælt góðar dystir, men eisini verið avsettur. Samanlagt hevur talan verið um eitt gott ár, serliga um pílurin heldur fram at peika rætta vegin. Hevði tó ein marrudyst móti Portugal. Viljormur Davidsen Miðal meting: 3,5 Vinstri bakkurin hevur langtsíðni fingið sítt gjøgn­ um­brot og passar væl inn í spælistílin. Hevur samanlagt spælt yvir miðal, men tú situr við eini kenslu av, at varaliðformaðurin í Vejle hevur eitt gear afturat. Fróði Benjaminsen Miðal meting: 3,5 Skuldi als ikki spæla á landsliðnum í ár, men tók gaggurnar fram aftur, tá boð vóru eftir honum. Hevur ein leið­andi leiklut á mið­vøllinum, har hann er javnvágin. Tað hevur eydnast á eini góðari leið. Hallur Hansson Miðal meting: 4,3 Hevur helst lagt flestar kilo­ metrar eftir sær í 2016. Spælt allar dystirnar og ongantíð verið undir miðal. Er í holt við at blíva ein leiðari á føroyska liðnum. Er ein tann týdningarmiklasti spælari á landsliðnum. Sølvi Vatnhamar Miðal meting: 3,5 Fekk sítt heilt stóra gjøgn­um­ brot í farnu undankapping, men hevur ikki heilt livað upp til tað í ár. Arbeiðir hart hvønn dyst, men enn restar eitt upplegg ella tvey. Endar helst inni á miðvøllinum við tíðini. Kaj Leo í Bartalsstovu Miðal meting: 3,5 Byrjaði kappingarárið í Dyna­ mo Bukarest og á vong­inum á føroyska landsliðnum, men hevur stigvíst mist flogið. Er onkrar dystir als ikki komin, men stóð seg væl í venjingardystunum. Kanska tað verða royndirnar, sum geva honum gjøgnumbrotið. Brandur Hendriksson Olsen Miðal meting: 3,8 Er nú ein fastur partur av føroyska miðvøllinum, har hann í fleiri førum hevur spælt avbera væl. Hansara framúr bóltførleiki er við til at flyta føroyska spælið nógv. Er enn í menning og tað kann blíva heilt gott í framtíðini. Jóan Símun Edmundsson Miðal Meting: 4,6 Hevur staðfest sín stóra týd­ ning á landsliðnum við fýra 5-tølum og bara einum 3-tali í 2016. Eitt er at hann arbeiðir hart, men bólt­førleikin og samanspælið mill­um liðfelagir­ nir eru fram­úr gott. Manglar onkun­tíð eitt mál ella tvey.