Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134 FÓTBÓLTUR Teitur M. Gestsson Miðal meting: 3 Tók av møguleikanum móti Liktenstein, tá Gunnar Nielsen mátti út við skaða. Hevur ikki havt sítt besta kappingarár, men hevur nú fingið royndir á A-landsliðnum. Jóhan Troest Davidsen Miðal meting: 2,5 Hevur drúgvar royndir á landsliðnum og kann spæla á øllum fýra plássunum í verjuketuni. Skuldi byrja móti Kosovo og Sveis, men bleiv skaddur til báðar dystirnar. Tí resta nakrir minuttir í, at bjóða Atla og Sonna Ragnar av. Jónas Tór Næs Miðal meting: 3 Misti plássið fyrr í ár, men hevur prógvað at lands­ liðsvenjarin enn kann rokna við honum. Tekur av tá hann fær møguleikan. Tað gjørdi hann bæði móti Lett­landi og Sveis. Altíð klárur. Tróndur Jensen Miðal meting: 3 Er ikki í landsliðshitanum í løtuni, eftir at hann annars byrjaði árið við at taka av móti serliga Liktenstein. Spældi eisini frá byrjan móti Kosovo, tá Heini Vatnsdal og Róaldur Jakobsen ikki vóru við. Er tí eykamaður, men skal finna formin til komandi ár, um hann skal inn aftur í hitan. René Shaki Joensen Miðal meting: 3,25 Er nokk meiri sannlíkur sum vongur enn Kaj Leo í Bartalsstovu í løtuni, men byrjaði ikki eins væl, sum hann endaði. Verður við tíðini helst ein fastur maður á liðnum, tí hann prógvar tá hann spælir, at hann eginleikar passa væl til. Gilli Rólantsson Sørensen Miðal meting: 2,8 Hevur spælt seg upp í leypi av árinum, men enn restar gjøgnumbrotið í. Prógvaði móti Sveis, at hann hevur nógv at geva landsliðnum. Tó má hann hækka botnstøðið. Klæmint A. Olsen Miðal meting: 2,5 Vinnur kappingina móti Pálli A. Klettskarð og Andreas Lava Olsen. Er toppskjútti í Effo-deildini fjórða árið upp í slag og altíð tøkur. Fær tó sjáldan møguleikan. Á BONKINUM: Mynd: Álvur Haraldsen