mánadagur 21. november 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
TURIÐ SETTI VÍF
UPP Á PLÁSS
Turið Arge Samuelsen, ið er uppvaksin í Kyndli, byrjaði kappingarárið í VÍF, men har spældi hon
bert ein dyst, áðrenn hon fór heim til Kyndil. Í gjár skoraði hon heili átta mál ímóti fyrrverandi
felagi sínum. - Dysturin í gjár var eins og allir aðrir fyri meg, sigur Turið Arge Samuelsen
Neli Heldarskarð
Tað kom óvart á nógv hond
bóltsáhugað, tá ið tað í
summarsteðginum í hond
bólti gjørdist greitt, at venj
arin hjá kvinnunum hjá
VÍF, sum hevur verið virk
in í Kyndli í nógv ár, Geir
Wardum, hevði lokkað bæði
dóttir sína, Marionnu Geirs
dóttir Eystberg, og helst
størsta profilin hjá kynd
ilskvinnum seinastu árini,
kvika vinstra vongin Turið
Arge Samuelsen, til VÍF.
Turið Arge hevur annars
altíð spælt við Kyndli, og tað
vardi eiheldur leingi, áðrenn
hon longdist heim til barn
dómsfelagið.
- Eg valdi at fara til VÍF, tí
at eg ynskti at royna okkurt
øðrvísi. Mítt upprunaliga
ynski var at royna meg utt
anlands, men tá ið umstøð
urnar ikki vóru til staðar,
endaði eg við at skifta felag
í Føroyum, sigur Turið Arge
Samuelsen.
Gjørdi av við fyrr
verandi liðfelagarnar
Bæði hjá monnum og kvinn
um hevur VÍF lagt nógv fyri
at fáa góðar og styrkjandi
leikarar til felagið afturat
sínum egnu, góðu leikarum
í Vestmanna. Tað sá heilt
spennandi út hjá kvinn
unum hjá VÍF undan kapp
ingarbyrjan, men í dag er
støðan broytt heilt nógv - til
tað verra. Turið Arge Sam
uelsen er sum kunnugt far
in aftur til Kyndil, Marianna
Geirsdóttir Eystberg spælir
ikki við í løtuni vegna skaða,
men helst størsti smeiturin
er tann, at toppskjúttin í
Hvonndeildini í farna kapp
ingarári, Marianna Holm Jac
obsen, ikki spælir við restina
av kappingarárinum, tí at
hon hevur verið so óheppin
at slitið krossbandið.
Tískil var onki at siga
til, at Kyndil, við Turið Arge
Samuelsen á liðnum, var
favorittur til kvinnudystin í
Vestmanna í gjár.
Tað var eiheldur ongan
tíð nakar ivi um, hvat lið fór
avstað við stigunum. Longu
í hálvleikinum vóru kynd
ilskvinnur frammanfyri 17-
10, og hendan leiðslan varð
tvífaldað í steðginum, so
endaliga úrslitið gjørdist
34-20. Vert var at leggja til
merkis, at toppskjútti í dyst
inum bleiv júst Turið Arge
Samuelsen, sum skoraði átta
mál. Harvið var hon ein av
høvuðsorsøkunum
til,
at
munurin ímillum liðini bleiv
so stórur.
Ein dystur eins og aðrir
Turið Arge Samuelsen sigur,
at tað fylti ikki nakað serligt
í tonkunum hjá henni í gjár,
at hon fyri heilt stuttari tíð
síðani spældi við teimum
gulu úr Vestmanna.
- Eg hugsaði ikki so nógv
um tað. Tíðin hjá mær í VÍF
var sera stutt, eg náddi bert
at spæla ein landskapping
ardyst saman við liðnum, so
eg megnaði ongantíð heilt
at knýta meg at felagnum.
Tískil var dysturin í gjár eins
og allir aðrir fyri meg, sigur
Turið Arge Samuelsen.
Turið Arge Samuelsen
fegnast um at vera aftur í
Kyndli.
- Móttøkan í Kyndli hevur
verið góð. Har vóru nakrar
broytingar farnar fram á
liðnum, millum annað ein
nýggjur venjari, so tað skuldi
eg líka venja meg við, men
annars er alt við tað sama.
Ògvuliga deiligt og heimligt
at koma aftur, sigur Turið
Arge Samuelsen at enda.
Kyndil er nú oddalið í
Hvonndeildini saman við
Neistanum. Bæði liðini hava
16 stig. Tó hava kyndils
kvinnur spælt ein dyst fleiri
enn neistakvinnur.
VB bjóðar av
Tað stendur heilt væl til við
kvinnuliga
hondbóltinum
í Vági. VB hevur nú vunnið
tríggjar dystir á rað, og tað
er als ikki óhugsandi, at vág
bingar í ár kunnu bjóða av í
stríðnum um at sleppa í FM-
finalurnar. Hetta vikuskiftið
vann VB 23-20 í høllini í
Vági ímóti Stjørnuni. VB
hevur 12 stig, fýra stig færri
enn Kyndil á seinna finalu
plássinum. Tó hava kyndils
kvinnur spælt 10 dystir,
meðan VB hevur spælt 9
dystir, so tískil eru allar
súður verri enn so syftar í
stríðnum um at spæla seg í
avgerandi finalurnar.
FAKTA
Hvonn:
VÍF-Kyndil 20-34 (10-17)
VÍF: Daniella Joensen 5, Kathe Frederiksen 3, Lív
Ingdorsdóttir 3, Agnas Olsen 3, Brynja Rógvadóttir
2, Bjørg Nielsen 1, Randi Virgarsdóttir 1, Heidi Maria
Akselsen 1, Ronja Johannesen 1.
Kyndil: Turið Arge Samuelsen 8, Anna Armgarðar
dóttir Brimnes 7, Guðrið Geirsdóttir Eystberg 3,
Bára Krossteig Hansen 3, Anja Hammer 3, Ásleyg
Súnadóttir 3, Súna Krossteig Hansen 3, Bjarta
Johansen 2, Lea Durhuus 1, Eyðleyg Súnadóttir 1.
VB-Stjørnan 23-20 (10-8)
VB: Danijela Mistric 9, Barbara K. Hjelm 5, Bára
K. Mortensen 4, Rannvá Johannesen 3, Gurið K.
Augustinussen 1 og Rúna M. Jacobsen 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 6, Sonja Lava Sirdal 4, Durita
Ljósstein 4, Hanna Brandal 2, Jansy Jacobsen 2, Mina
Sirdal 1 og Una Váðklett 1.