Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 21. novemer 2016 · Nr. 134 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Í farna kappingarári var H71 suverent oddalið ígjøgnum alt grundspælið og spældi seg lættliga í finaluna. Veg­ urin til finaluna hjá lið­num, ið seinni gjørdist føroya­ meistari, VÍF, var ikki eins sannførandi, men at enda vunnu vestmenningar nøkur stig fleiri enn hini liðini og spældi seg í finaluna. Í ár er tó líkt til, at kapp­ ingin um at vinna seg í av­ ger­andi finalurnar fer at harðna munandi. Tað sæst á stigatalvuni, har so at siga øll liðini kunnu taka stig frá øllum. Hetta vikuskiftið vóru tað serliga dystirnir í Vest­ manna og á Skála, ið vístu, at FTZ-deildin er sera jøvn og spennandi í ár. Kyndil vann javnleikin Oddadystur var í Vestmanna, har nummar tvey og trý í deildini, VÍF og Kyndil, sum bæði høvdu 14 stig undan dystinum, brustu saman. VÍF hevði ein evarska lítlan mun í fyrra hálvleiki, tí VÍF fór til hálvleiks við leiðslustøðuni 17-16. Munurin ímillum liðini bleiv ongantíð størri enn eitt skifti í seinna hálvleiki, tá ið VÍF var frammanfyri við trimum málum. Hesa leiðsl­una hálaðu kyndils­ menn tó skjótt inn aftur, og so var aftur javnt. At enda hevði VÍF seinasta álopi, sum endaði við fríkasti til vest­menningar, men tað eydn­aðist ikki VÍF at fáa ta leiðsluna aftur, sum teir áður høvdu mist í dystinum. Tess­ vegna ber til at siga, at tað í størri mun var Kyndil, sum vann eitt stig, meðan VÍF tapti eitt. Kollfirðingar mundu tveitt sigurin burtur Tað vóru valla nógv, sum ivaðust í, at KÍF fór at vinna úti­dystin ímóti StÍF, tá ið lið­ ini fóru til hálvleiks. Tá var støðan 19-13 til kollfirðingar. Í seinna hálvleiki var KÍF eisini á odda 28-19, tá ið 11 minuttir vóru eftir. Tá tykt­ ist ivamálið bert vera um, hvussu stórt KÍF fór at vinna. Men so stígur í hjá úti­ lið­num, samstundis sum strand­ingar raknaðu við. Brád­liga gekk alt sum fótur í hosu, og onkursvegna eydn­ aðist tað StÍF at hála øll níggju málini inn stutt und­ an dystarenda. Men síðsta minuttin tóku koll­firð­ingar seg saman aftur og vunnu at enda 33-30. Men sigurin kom als ikki til høld­ar uttan bit og slit. Enn ein tryggur útisigur í Klaksvík Tað gongur onki serligt hjá Team Klaksvík, sum einans hevur vunnið eittans stig í hesum kappingarárinum. Í gjár vitjaðu neistamenn, og uttan at fornerma nakran, so má sigast, at dysturin var rættiliga óspennandi. Hálv­leiksstøðan var 14-8 til neistamenn, og í seinna hálv­ leiki nýttu neistamenn høvið at geva fleiri av sínum ungu kjansin á vøllinum. Endin var, at Neistin vann trygt - 26-19. Sum sæst aðrastaðni á síð­uni, so ber stigatalvan týði­liga boð um, at kappingin er meira spennandi enn nak­ rantíð í ár. Havast skal eis­ini í huga, at øll liðini ikki hava spælt eins nógvar dystir. JAVNARI ENN NAK­RAN­ TÍÐ HJÁ MONNUNUM Tað er sera ilt at spáa, hvørji lið draga longsta stráið um at koma í FM-finalurnar í FTZ-deildini. Hetta vikuskiftið var enn einaferð eyðsæð, hvussu spennandi besta mansdeildin er í ár FAKTA FTZ: VÍF-Kyndil 31-31 (17-16) VÍF: Filip Jojic 12, Julian Olsen 7, Jugoslav Djumic 4, Sjúrður Olsen 3, Rúni Joensen 3 og Bjarti Hansen 2. Kyndil: Josef Abrahamsen 6, Hjalti Mohr Jacobsen 6, David Edvardsen 5, Rógvi Dal Christiansen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 2, Bartal Klein Olsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, Høgni Klein Olsen 1, Niels Viggo Niclasen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1 og Kristoffur Kristoffersen 1. StÍF-KÍF 30-33 (13-19) StÍF: Sveinur Justinussen 9, Allan Norðberg 9, Pætur Johansen 4, Teitur Nilssen 3, Borgar Persson 2, Jógvan Gregersen 2 og Pætur Joensen 1. KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 12, Teitur Joensen 5, Rúni Joensen 5, Andrias Nielsen 3, Fríði Weyhe 3, Ási Dam 3, Jákup Trygvason 1 og Rógvi Weyhe 1. Team Klaksvík-Neistin 19-26 (8-14) Team Klaksvík: Finnur Hansson 9, Henrik Justesen 5, Jacob Knudsen 3, Jens Pauli Mohr 1 og Birgir Poulsen 1. Neistin: Christopher L. Moe 7, Andras Joensen 6, Rói Berg Hansen 4, Terji Mørk 4, Jónsvein Dulavík 3, Hjalti í Jákupsstovu 1 og Torkil Hentze 1.