Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2016 · Nr. 134 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SVIMJING 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STERKIR MENN Tróndur Arge – Høllini á Hálsi B jarni Nielsen stríðist við at lyfta upp um høvd, men skjótt gerst greitt, at sterk­asti maður í Føroyum ikki klárar at standa mát við Mikkel Leicht í seinasta øv­ils­inum. Havnarmaðurin sær eina løtu nakað máttleysur út, tí hann veit at annað plássið rýkur á málstrikuni til danska mótstøðumannin. Eg setti mær sum mál, at enda frammanfyri norð­ur­ lend­ingarnar, men tað gekk so akkurát ikki, staðfestur Bjarni Nielsen eftir kapp­ing­ ina. Hann er vónbrotin, men avkláraður. Tað koma ongar umberingar, men bara ein staðfesting at hesa ferð var Mikkel Leicht betri. 28 ára gamli Bjarni Niel­ sen sær Toyota Battle sum eitt stig á leiðini. Hann hevur eina ætlan um at luttaka í ”Heimsins Sterkasti Maður” kappingini í 2018. Tað er hann heldur ikki bangin fyri at siga. 132 kilo er ov lítið Bjarni Nielsen er 186 senti­ metrar til hæddar og vigar 132 kilo. Tað er væl minni enn vektin hjá fleiri av hinum sterkmonnunum, sum vóru við til Toyota Battle 2016. Føroya sterkasti maður skal lyfta meir, um hann skal standa seg millum teir heilt stóru. Eg ætli mær at luttaka í kappingini Heimsins sterk­ asti maður í 2018. Tað eri eg ikki bangin fyri at siga, stað­ festur Bjarni Nielsen, stutt eftir at kappingin á Hálsi er komin at enda. Tá havi eg lyft í seks ár. Eg eri skjótur nokk at fylgja við hesum monnum, men mangli statiska styrki, sigur 28 ára gamli havnarmaður­in, ið komandi tvey árini skal leggja afturat teimum 132 kilounum. Altjóða royndir Tað skal nógv til at bjóða teimum sterkastu í heim­ inum av. Tað veit Bjarni Niel­sen eisini væl. Hann er ung­ur í samanhanginum, tí sterk­menn toppa mangan mitt í 30 unum. Eg ætli mær at geva tí alt eg havi líka til eg verið eini 40 ár, men málið er framvegis at fáa ferð á, tá eg blívi 30 ár, sigur Bjarni Nielsen og leggur afturat: Eg verið noyddur at fara at royna onkrar altjóða kapp­ing­ar. Eg kann ikki fara upp á hægsta stig enn, tí har verið eg skrædd­ur sundur, stað­fest­ur føroya sterkasti mað­ur. Longu komandi ár er ætlan­in at bjóða seg fram í al­tjóða kapping. Ein kapping verður í Ong­ landi í mai, sum eg kundi hugsað mær at roynt. Nú skal hava nakrar altjóða roynd­ir, sigur Bjarni Nielsen. Talan er um eina kapping, sum danski Mikkel Leicht vann í fjør. Tað gav honum at­gongd til kappingina Heims­ins sterkasti maður, sum annars er torfør at vinna seg til. Heimsins sterkasti mað­ ur er ein kapping, sum er 50 prosent innbjoðing og 50 prosent at vinna sær pláss. Mikkel Leicht slapp undan at kappast í undankappingini, tí hann stóð seg so væl í kappingini í Onglandi, vísir Bjarni Nielsen á. Kappingin verður í mai og kemur at passa væl saman við Føroya sterkasti maður kappingina. Misti á stokkinum Bjarni Nielsen sá annars leingi út til at røkka einum øðr­um plássi í kappingini í høllini á Hálsi. Tað var ikki fyrr enn í seinasta øvilsinum, at orkan og kreftirnar ikki rukku til. Mikkel Leicht úr Dan­mark hevur útmerkað seg í at lyfta upp um høvd. Hann vinnur seinasta øvilsi, meðan Bjarni Nielsen ikki stendur seg millum altjóða risarnar í hesum øvilsinum. Tað endar við, at Mikkel Leicht yvirhálar Bjarna Niel­ sen á stigatalvuni. Vinnarin er bretin Laur­ ence Shahlaei. Fyrrverandi heimsins sterkasti maður, Zydrunas Savickas, bleiv nummar fýra. Navnframi lit­avin, sum eisini verður róptur Big Z, er eftirhondini blivin 41 ár. Hann hevur verið illa skaddur í rygginum og arbeiðir við at koma fyri seg. Hann sær enn tann dag í dag út sum ein risi, men tað sæst eisini, at hann ikki er Bjarni Nielsen hevur eina stóra ætlan. Hann ætlar sær at kappast millum teir sterkastu í heiminum í 2018. – Tað er ikki nakað eg eri bangin fyri at siga, staðfestur Bjarni Nielsen. Um vikuskiftið bleiv hann nummar trý í Toyota Battle á Hálsi, men aldur, hugur og evnini talar fyri meiri í framtíðini MILLUM HEIMSIN