Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21.november 2016 · Nr. 134 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Terji Nielsen Herfyri frættist, at feløgini í Suðuroynni, TB, FC Suðuroy og Royn, tosaðu saman um at hava eitt felagslið í Effo­deildini. Í løtuni er TB einasta umboð úr oynni í Effodeildini. Í fleiri ár hava somu feløg samstarva um felagslið í yngru deildunum, og tað samstarvið hevur hepn­ast væl. Nú er so ætlan­ in at gera eitt líknandi sam­ starv fyri eitt felagslið í Effodeildini, og formaðurin í TB, Poul Erik Smedemark, váttar, at man hevur tosað við Jan Dam, fyrrverandi HB- venjara, um at standa á odda fyri liðnum. FSF givið grønt ljós Fríggjadagin í farnu viku vóru umboð fyri feløgini í Suðuroynni á fundi við Fót­ bólt­ssamband Føroya, og har fingu tey grønt ljós til at arbeiða víðari við æt­lan­unum um at hava eitt fel­ags Effo­lið komandi kapp­ing­arár. Tað váttar formaðurin í TB. So nú arbeiða vit víðari við hesum ætlanum. Vit skulu gera ein yvirbygning til feløgini, sum kemur at hava ábyrgd av felagsliðnum, men tað er greitt, at vit hava ikki nógv tíð at arbeiða í, so tað skal ganga skjótt fyri seg, sigur Poul Erik Smedemark. Hann sigur, at nú skulu feløgini í vikuni tosa saman aftur, og hann vónar, at ein endalig avkláring fyriliggur í hesi vikuni. Men skal tað gerast veru­ leiki, so skulu feløgini hvør sær eisini hava ein eyka­aðal­ fund, har tað verður samtykt at taka undir við hesi ætlan, sigur formaðurin í TB. Hava eina avtalu við Jan Dam Sum støðan er í løtuni, er tað TB, sum eigur liðið í bestu deildini, og tað er tí leiðslan í TB, sum arbeiðir við at finna ein venjara til liðið. Tað er rætt, at vit hava tosað við Jan Dam um venj­ ara­starvið, og vit hava eisini eina avtalu við hann, at hvørgin okkara gera nakra aðra avtalu, uttan at vit hava tosað saman aftur. Men í fyrstu atløgu noyðast vit at fáa praktisku viðurskiftini við einum møguligum felags­ liði uppá pláss, áðrenn vit gera eina endaliga avtalu um venjaraspurningin, sigur Poul Erik Smedemark. Formaðurin í TB heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at øll viðurskifti við einum felags­liði koma uppá pláss til kappingina komandi ár, og hann vónar eisini, at teir fáa gjørt eina endaliga avtalu við Jan Dam um at gerast høvuðsvenjari. Færri útlendingar Eitt, sum hevur eyðkent besta liðið hjá TB seinnu árini, hevur verið, at man hevur havt rættiliga nógvar út­lendingar á liðnum. Kom­ andi kappingarár verða tað tó væntandi færri út­lend­ ing­ar á liðnum. Vit ætla ikki at hava so nógvar útlendingar á lið­ num, og teir sum vera, skulu veruliga gera mun. Vit ætla kanska at tosa við Casp­er Radza, ið var mál­verji hjá okkum seinnu kapp­ing­ ar­hálvu í ár, men fyrst og fremst verður talan um lok­ al­ar leikarar. Í fjør leigaðu vit eisini tveir ungar leikarar úr HB, (Hera Mohr og Jákup P. Breckmann, blðm.), og tað vóru vit stak væl nøgdir við. So vit vóna sjálvandi, at Jan Dam kann vera við til at tryggja okkum eina líknandi avtalu komandi ár, sigur Poul Erik Smedemark. Ein spælari, sum kundi verið uppá tal til nýggja Suðuroyarliði, er vág­bing­ urin Jón Krosslá Poul­sen, sum í ár gjørdist føroya­ meist­ari við Víkingi. Hann heldur eftir øllum at døma ikki fram í Víkingi, men tað er heldur ikki sannlíkt, at hann fer suður hjálpa sín­um oyggjafeløgum. Hann sigst ístaðin at vera í sam­ráð­ing­ um við upp­flyt­ararnar úr 07 Vestur. Sterkir menn eru vælumtóktir í Føroyum, og Toyota Battle sterkamanna kappingin, sum var í høllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið var einki undantak. Nógv fólk vóru møtt fyri at fylgja kappingini, og fyri at stuðla okkara egna Bjarna Nielsen fram til sigurs. Kappabrøgd hava altíð havt tokka millum føroyingar. Tað gekk ikki heilt eftir vild hjá okkara sterka manni, men hann fall við æru. Talan gjørdist um eitt triðja pláss aftanfyri Laurence Shahlaei úr Bretlandi, meðan Mikkel Leicht úr Danmark stjól annað plássið í seinastu kappingini. Bjarni Nielsen, sum er fleirfaldur sterkasti maður í Føroyum seinnu árini, bleiv nummar trý. Hann stóð seg væl og vann eisini onkra kapping. Tó gekk ikki heilt eftir vild seinastu tvær kappingarnar. Millum luttakararnar var eisini navnframi Zydrunas Savickas úr Litava. Hann er kendur í sterkamanna kappingum, men hevur við sínum 41 árum helst sæð sínar bestu dagar. Umframt teir var eisini Jon Olav Granli úr Norra við. Tað, sum tó gevur perspektiv og spenning er fráboðanin hjá Bjarna Nielsen um, at hann ætlar at verða partur av kappingini »Heimsins sterkasti maður« í 2018. Hetta gevur Bjarna Nielsen eitt sind­ur meir enn eitt ár til at fyrireika seg og venja fram til at røkka stóra málinum. Almennu Føroyar og vinnulívsfyritøkur eiga og mugu síggja møguleikan við einari slíkari luttøku, har okkara sterkasti maður kann kappast ímóti teimum sterkastu í heiminum. Nógvur miðladekningur er til eina slíka kapping, sum verður sýnd í sjónvarpi og øðrum miðlum í nógvum ymiskum londum. Um Bjarni Nielsen fær góð úrslit, og ger veruliga vart við seg til kappingina heimsins sterkasti maður í 2018, so gevur tað føroyingum møguleikan at skipa fyri prestisjutungum kappingum innan sterkamannaítróttin. Soleiðis var tað, tá Regin Vágadal var uppá tað besta, og kappingar, sum »North Atlantic Giant« vóru sýndar á Eurosport og nógva aðrastaðni. Tað hevði verið ein hátíðarløta frammanfyri sjónvarpsskíggjanum hjá nógvum føroyingum, um »Bjarni Nielsen, The Faroe Islands« hevði verið presenteraður til kappingina »The World´s strongest Man 2018«. Góða eydnu við at røkka málinum Bjarni Nielsen.   Visjón 2018 hjá Føroya sterkasta manni JAN DAM Á ODDA FYRI SUÐUROYARLIÐI Alt bendir á, at ein samanlagt Suðuroyarlið verður partur av Effodeildini komandi ár, og at tað verður Jan Dam, sum kemur at standa á odda fyri liðnum