mánadagur 21. november 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21.november 2016 · Nr. 134
Hey Christian. Tú hevur
skift til B36 frá HB. Hví?
Eg havi verið í HB í fleiri ár og
haldi, at eg havi brúk fyri einari
nýggjari avbjóðing. Tá so B36
kom við einum tilboðið, so helt eg
at tað ljóðaði sum ein spenandi
avbjóðing.
Tú hevur fyrr spælt í
B36 og Mouritsen er ikki
ókent har. Ert tú HB ari
ella B36 ari av uppruna?
Eg eri uppvaksin í HB, so eri HB
ari, men eg havi spælt við B36 fyrr
og har treivst eg eisini væl.
Tú hevur eina mynd
av tær í HB troyggju á
Facebook vanganum,
verður hon skift í næstum?
Hehe, tað kemur alt ann upp á,
um eg finni eina góða mynd av
mær.
Hvat er persónliga málið
hjá tær komandi ár?
Tað má verða at gera tað so gott
sum møguligt. Vónandi røkkur
tað langt.
Tú hevur ikki verið at
sæð á landsliðnum í eina
tíð - er tað eitt mál?
Tað má verða upp til venjaran.
Annars havi eg bara fokus á har
eg spæli.
Vikan ið fór
Bjarni Nielsen blívur nummar
trý í Toyota Battle, sum er í
høllini á Hálsi. Vinnari blívur
Laurence Shahlaei úr Bretlandi
Christian R. Mouritsen skiftir frá
HB til B36 fyri aðru ferð í síni
yrkisleið. Seinast var í 2009.
U19 landsliðið hjá dreingjum í
fótbólti tapur 1-0 fyri Kýpros
og vinnur seg akkurát ikki
víðari í EM undankapping
Kristian Johansen verður
valdur til varaforseta í
dómaranevndini hjá evropesiska
hondbóltssambandinum.
Hans Jørgin Djurhuus ger
tvey ára sáttmála við Víking.
37 ára gamli miðvallarin
spælir til hann verður 39
Dysturin um annað plássið í
FTZ-deildini endar við javnleikini
31-31 millum VÍF og Kyndil.
Í kvinnudeildini vinnur Kyndil
greiðan 34-20 sigur.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Vetrarítróttirnir kring heimin
eru farnir í gongd, og í USA er
heimsins
besta
íshokkideild,
NHL, farin av bakkastokki. Ein
sjónvarpsdokumentarur, sum av
álvara kann fáa fólk í rætta
hýrin til íshokki um veturin, er
Road to the NHL Winter Classic.
Dokumentarurin, sum snýr seg
um áralangu innanhýsis kappingina
ímillum Montreal Canadiens og
Boston Bruins, hevur fingið sera
góð skoðsmál í Norðuramerika, og
á ummælisheimasíðuni IMDB fær
hann heili 8,8 út av 10 møguligum
stigum.
Í sendingini verða Montreal
Canadiens og Boston Bruins fylgd
heilt tætt, og bygt verður upp til
brakið á nýggjárinum ímillum
hesi bæði liðin - í dystinum, sum
verður kallaður The Winter Classic.
Tað, sum eyðmerkir dokumentarin
og óivað hevur tryggjað honum so
góð ummæli, er hvussu framúr væl
gjørdur hann er. Framleiðslan er
heilt ótrúliga góð.
Upptøkurnar eru á ísinum, og
leikarar
og
venjarar
hava
mikrofon á sær, so ein upplivir
dystirnar heilt tætt. Eisini eru
upptøkur í skiftirúminum, og tað
kennist næstan soleiðis, at ein
gerst ein partur av liðnum.
Umframt upptøkurnar á ísinum
og í skiftirúminum, so verða per
sónssøgur flættaðar inn í gongdina,
og ein sleppur við heim til leik
ararnar, har teir greiða frá sínum
lívi. Í so máta snýr dokumentarurin
seg eisini um so mangt annað enn
sjálvi ítrótturin.
HYGG UM: Tú hevur áhuga í ís-
hokki ella vil síggja góða framleiðslu.
IKKI HYGG UM: Íshokki ikki sigur
tær nakað sum helst.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Tú kemur
so tætt, at tað er hugtakandi.
HVAT SIGUR TÚ: Gev hesum ein
møguleika – sera góð sending.
FAKTA: HBO hevur framleitt doku
mentarin, sum í fýra pørtum. Hvør
partur er ein lítlan tíma til longdar
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
Turið Arge Samuelsen um at spæla móti VÍF,
sum hon umboðaði fyrst í kappingini
José Mourinho eftir 1-1 javnleikin móti
Arsenal, ið venjarin helt at Manchester
United skuldi havt vunnið
– Eg havi kki hugsað so nógv um tað
– Nú havi eg endiliga tapt
móti Arsene Wenger
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Christian Restorff Mouritsen
Føddur: 3. desembur 1986
Starv: Fótbóltur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvussu gamal er Bjarni Nielsen?
2 Hvussu nógv vigar Bjarni Nielsen? 112, 132 ella 152?
3 Hvussu høgur er Bjarni Nielsen? 186 cm, 188 cm ella 190 cm
4 Hvør lokal legenda ger come-back fyri 07 Vestur komandi
ár?
5 Hvør enskur landsliðsspælari er fangaður í drykkjugølu?
6 Hvørjum donskum felagi venur Teit Jacobsen við?
7 Hvat nummar landsdyst spældi Fróði Benjaminsen móti
Sveis?
8 Hvør er spælarin á myndini?
1: 28 2: 132 3: 186 cm 4: Tór-
Ingar Akselsen 5: Wayne
Rooney 6: Sønderjyske 7. 90
8: Jurgen Klopp, venjari hjá
Liverpool í dag
Quizzin, svar:
1: Gareth Southgate 2: Flogbólt
3: Bjerringbro-Silkeborg 4: Remy G. Hansen
5: Ken Bærentsen 6: Mercedes 7: Spania 8: Bjartalíð
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
Dokumentarurin:
Road to the NHL Winter Classic