Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 47 • 21. NOVEMBER 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Eitt jólaborðhald eigur at vera ein savnandi veitsla Jólaborðhaldið eigur at vera ein felags og savnandi veitsla. Tað merkir, at øll, bæði leiðarar og starvsfólk, skulu vera vælkomin - og at øll skulu kunna vera til steðar so leingi, sum tey hava hug til tað Vilmund Jacobsen H etta er tíðin, tá jólaborð eru kring landið, og soleiðis verður tað nakað langt út í desember. Jólaborð er bæði elskað og hatað - alt eftir, hvørji starvsfólk tú spyr. Men, jólaborðið er eitt gott høvi at lodda dýpið, hvussu trivnaðurin á arbeiðsplássinum er. Jólaborð er eitt tiltak, har starvsfólk kunnu taka sær av løttum og hava høvi at seta fokus á góðan mat, hugna og samveru. Men, hetta kann eisini vera eitt høvi, har onkur dregur viðurskifti fram, sum viðkomandi ikki er nøgd/-ur við á arbeiðsplássinum. Á jólaveitsluni kunnu orð falla, sum kanska vóru betur ósøgd. Sum kvøldið gongur, og onkur fær upp í høvdið, nærkast sannleikans tími, har onkur starvsfelagi kanska fær hug at siga sína hugsan um eitt hvørt, sum rørist í fyritøkuni - okkurt, sum kanska ikki verður sagt í gerandisdegnum. Men, tað er ikki vist, at ting søgd við kenning við eitt jólaborðhald gera nakran klókari, og tað er heldur ikki nøkur ábending um góðan trivnað, um ting verða tikin upp, sum ikki eru til umrøðu í tí dagliga. Skal eitt jólaborð og ein rúgva av alkoholi til fyri, at fólk skulu siga sína meining um viðurskiftini, sigur tað ofta nógv um trivnaðin á einum arbeiðsplássi. Tað eigur nevniliga ikki at vera neyðugt at taka upp evni við eitt jólaborð, sum tosað ikki verður um í tí dagliga. Leiðarar rýma tíðliga Uppmøtingin til eitt jólaborð er eisini eitt gott barometur um trivnaðin á arbeiðsplássinum. Møta fólk væl upp, er tað eitt tekin um góðan trivnað, men er tað soleiðis, at bara ein partur av fólkinum er við, kann tað merkja, at tað eru starvsfólk ímillum, sum ikki føla seg so væl. Er tað soleiðis, at partar av arbeiðsplássinum ikki eru við, men heldur halda sítt egna jólaborð, eigur leiðslan at finna út av, hvat er galið. Tað kann jú vera, at samstarvið ikki er so gott millum ymisku partarnar av fyritøkuni - ella tað, at arbeiðsplássið er vorðið so stórt, at tað ikki longur er so hugnaligt í fyritøkuni. Nógvir leiðarar rýma beint eftir, at maturin er etin. Tað kann vera, tí viðkomandi ikki hava hug at hoyra ”sannleikan”, sum starvsfólk hava at siga. Men, um leiðarar stúra fyri at hoyra ymiskt frá sínum starvsfólki, sum hava drukkið sær mót, er tað ivaleyst okkurt, sum ikki verður snakkað um í gerandisdegnum. Einki eigur at koma fram við jólaborðhaldið, sum ikki verður snakkað um í tí dagliga, og um so er, eigur leiðarastílurin á arbeiðsplássinum at verða dagførdur. Í onkrum føri fer leiðarin avstað tíðliga, tí starvsfólkini skulu fáa møguleikan at tosa frítt og kanska eisini tosa um leiðsluviðurskifti. Jólaborðhaldið eigur at vera ein felags og savnandi veitsla. Tað merkir, at øll, bæði leiðarar og starvsfólk, skulu vera vælkomin - og at øll skulu kunna vera til steðar so leingi, sum tey hava hug til tað. Nøkur góð ráð Her eru nøkur góð ráð um, hvussu leiðarar og starvsfólk eiga at vera til eitt jólaborð - * Jólaborðið snýr seg um felagsskap á arbeiðsplássinum. Tí er skilagott at brúka tíð upp á starvsfelagarnar heldur enn upp á snapsin * Ver tann, tú ert. Hóast tú sum leiðari ert til arbeiðis, meðan jólaborðið verður hildið, merkir tað ikki neyðturviliga, at tú ikki kanst vera við. Tað er týdningarmikið, at leiðarin ikki virkar sum eygleiðari. Sum leiðari skálar og syngur tú við, samstundis sum tú hevur tingini undir kontroll. * Sum leiðari snakkar tú hugnaprát við starvsfólkið heldur enn um tung og týdningarmikil evni. Um hugnaprát kennist leiðaranum fjart, kann viðkomandi fyrireika seg heima til onkur smáting at snakka um - okkurt, sum dagliga verður snakkað um í fyritøkuni. * Tú eigur at umhugsa, hvønn tú argar. Nógvir starvsfelagar tola arg, men onkur einstakur tolir kanska ikki. Tú eigur eisini at ansa eftir, hvørjar skrønur tú fortelur. Tað er í finasta lagi, at tú ert stuttligur, men tú eigur at minnast til, at orðini hjá leiðaranum verða vigað og greinað á ein øðrvísi hátt. * Tá arbeiðsdagur kemur aftur, eigur tú ikki at snakka um tað, um tú við jólaveitsluna sá, at starvsfelagar dansaðu tætt. * Skuldi tað hent, at onkur starvsfelagi gerst ov drukkin, eigur tú sum leiðari at fáa ein starvsfelaga at taka sær av tí fulla og fáa viðkomandi til hús. Leiðarin sleppur tá frá stríðnum, og hetta verður ikki so pínligt fyri starvsfelagan. Kelda: Væksthus for ledelse (www.lederweb.dk)