mánadagur 21. november 2016síða 43
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 47 • 21. NOVEMBER 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Jól og rús
drekka-
misnýtsla
Jólatræið á Vaglinum
tendrar 26. november
Jólamánaðin nærkast og
soleiðis eisini jólaborðini.
Eftir jólaborð og jólahugna
nærkast nýggjárið og
nýggjárshaldini
Vilmund Jacobsen
J
ólini eru ein hugnalig tíð fyri mong, men
hetta er eisini tíðin, tá mest verður drukkið.
Fyri fleiri familjur eru jólini tíverri alt
annað enn hugnalig. Í teimum familjum, har
rúsdrekkatrupulleikar eru, eru jólini ofta merkt
av ófriði, skeldaríi og vónbrotum.
Eini slík jól eru alt annað enn tann hugni,
sum øll droyma um.
Sagt verður um danir, at teir eru
heimskendir fyri at duga at hugna sær, men
fyri fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar, er
”hugni” ofta ein umbering fyri at drekka.
Ofta síggja vit, at fólk, sum royna at berja
seg burtur úr rúsdrekkatrupulleikum, tapa
kampin um jólini, samstundis sum familjan
annars roynir at stríðast fyri at uppihalda
jólafriðin.
Hyggja vit eftir donskum tølum, verður sagt,
at fleiri enn 120.000 donsk børn veksa upp í
familjum við rúsdrekkatrupulleikum.
Drykkjumaðurin blindur
Fyri familjurnar, sum liva við rúsdrekkatrupul
leikum, eru jólini alt annað enn hin hugnaliga
hátíðin.
Tann, sum drekkur, eru ofta ”blindur”
yvirfyri sínum egnu trupulleikum og teimum
trupulleikum og trega, sum viðkomandi setir
onnur í. Tí er tað skyldan hjá teimum, sum ikki
drekka, at siga frá.
At tann, ið hevur rúsdrekkatrupulleikar,
ikki sær egnar trupulleikar, sæst best, tá
persónurin endar í rúsdrekkaviðgerð. Tá er
tað sum oftast hjúnarfelagin ella onkur í
nærmastu familjuni sum krevur tað - og ikki
misnýtarin sjálvur.
Tá røtt verður um rúsdrekkamisnýtarar,
hugsa mong, at slíkir oftast finnast niðarliga á
trappuni, men soleiðis er tað ikki neyðturviliga.
Meginparturin av rúsdrekkamisnýtsluni í
Danmark gongur fyri seg í vanligum ”penum”
familjum, har misnýtslan ikki sæst á
”skræðuni”.
Tak hond um trupulleikan
Januarmánaði er tíverri mánaðurin, har
Dansk Misbrugs Behandling hevur mest
at gera, og har stovnurin fær flestar
fyrispurningar frá familjum, sum hava havt
eina jóla-og nýggjárshalgu, sum fór í vaskið av
alkoholmisnýtslu í familjuni.
- Tað er tí okkara tilmæli, at familjur,
har rúsdrekkatrupulleikar eru, beinanvegin
taka hond um trupulleikarnar, soleiðis at øll
familjan saman kann hava eina hugnaliga og
gevandi jóla-og nýggjárshalgu.
Kelda: Dansk Misbrugs Behandling
Jólatræið á Vaglinum verður tendrað 26. november klokkan 15.30, og
seinni verða eisini øll hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað
Vilmund Jacobsen
A
ftur í ár koma jólamennirnir á vitjan,
og við góðari hjálp frá børnunum á
Vaglinum fara teir at tendra jólatræið,
sum er ein gáva úr Reykjavík.
Tiltakið Barnajól verður leygardagin
3. desember. Hetta er eitt tiltak, sum
Margarinfabrikkin skipar fyri.
Meira verður eisini at hoyra um hetta seinni.
Jólaskipið kemur
Leygardagin 10. desember kemur jólaskipið
inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum
bara gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll
børnini í Føroyum.
Við sær hava jólamenninir sjálvandi eina
rúgvu av karamellum.
Eisini jólabýur
Jólabýu 9rin letur uppaftur í ár. Hurðarnar
vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin
at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu
smátturnar.
Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki, og
hetta tiltak verður sunnudagin 18. desember.
Leingi opið
Í jólavikuni - seinastu vikuni fyri jólaaftan
- hava handlar í býnum leingi opið. Tá
verður eisini nógvur jólatónleikur at hoyra í
býnum, og sjálvandi koma jólamenn við
karamellum.
Aftur í ár verða sølubásar í
Tinghúsgarðinum, har møguligt verður at
keypa sær kakao og annað gott.
Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár
samskipar Jól í Miðbýnum.