Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 181 - 23. september 2004 AGENDA 21 Tíðindaskriv »Agenda 21 – ein ætl- an fyri burðadygga menning« eitur nýggjur bóklingur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur latið prentað ÚTGÁVA tíðindaskriv Føroyska útgávan er ein stutt lýsing av høvuðsinni- haldinum í Agenda 21 ar- beiðsætlanini. Í mun til nógvar aðrar al- tjóða sáttmálar, er Agenda 21 ikki løgfrøðiliga bind- andi. Tað er hinvegin eitt skjal, sum heitir á øll lond um eftir egnum ynski at gera sítt til at fáa eina burð- ardygga menning. Agenda 21 skilir seg eisini út við at vísa á, at allir samfelags- bólkar mugu luttaka í ar- beiðinum at loysa og fyri- byrgja teir umhvørvis- og menningartrupuleikar, sum heimurin stendur í. Í bóklinginum eru við- komandi og dagførdar myndatalvur, sum vísa samfelagslig og fíggjarlig viðurskiftir og býti av til- feingi, tildømis pappírs- nýtslu og orkuytslu pr inn- búgva býtt í heimspartar. Bóklingurin kunnar breitt um Agenda 21 og ynski er at kveikja áhuga, soleiðis at fyrilit framyvir natúrliga verða tikin í umhvørvis- og menningarviðurskiftum. Bóklingurin er vælegnaður sum undirvísingartilfar og kann fáast við at venda sær til Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni og er eisini at finna á heimasíðuni www.hfs.fo/utgavur Lokal agenda 21 Hugtakið hugsa globalt – handla lokalt er ofta at hoyra í samband við Agenda 21 og sipar til, at vit eiga øll at vera varug við, at okkara avgerðir í tí dagliga hava alheimslig árin. Um vit tildømis í tí dagliga eru ansin og endur- nýta, spara vit ikki bert pening, men vit spara eisini uppá virðismikið tilfeingi í náttúruni. Annar nýggjur bóklingur er ‘Lokal Agenda 21 – Idékatalog’, sum júst er útgivin av Norðurlendska Ráðharraráðnum. Faldarin vísur á ítøkiligar ‘lokal agenda –21’ verkætlanir, sum eru settar í verk í norðurlondum. Bóklingurin gevur ítøki- lig hugskot til kommunur, feløg og einstaklingar, sum ynskja at arbeiða við ‘lokal -agenda 21’ verkætlanum. Hesin bólkingur kann eisini heintast á heimasíðu hjá Heilsufrøðiligu Starvs- stovu, www.hfs.fo/utgavur ella síggjast á www.alta.is/la21/ 11.-13. oktober fær landsins leiðsla forkunnuga vitjan. Japanski sendiharr- in, Gotaro Ogawa, og fyrsti skrivari hansara, Hajime Matsumura, koma nevniliga á vitjan SENDIHARRAVITJAN Teir fara at hava úr at gera, japanski sendiharr- in og fyrsti skrivari hansara, á teirra fyrstu vitjan í Føroyum. 11. oktober koma lenda teir í Vágunum, og longu seinnapartin kl. 14.00 skulu teir á ein fund á Løgmansskriv- stovuni við Jóannesi Eidesgaard. Við á fund- inum verða eisini um- boð frá Seinni seinnapartin skulu teir aftur á fund, hesuferð við Herálv Joensen, skrivara hjá fiskimálaráharra okk- ara, Bjørn Kalsø. Kl. 19.30 verður løg- maður vertur fyri einum officiellum døgverða. Týsdagin 12. oktober Var mánadagurin stræv- in, verður týsdagurin hvaðna verri. Teir skulu nevniliga aftur fundast, og tað verður allan dagin á tamb. Tann fyrsti fundurin á skránni verður kl. 09.00 í Tinginum, har Edmund Joensen, tingformaður, fer at greiða teimum frá um tingarbeiði og søgu Føroya Løgtings. Síðani hava teir ein fund um tíman allan fyrrapartin. skulu Gotaro Ogawa og Hajime Matsumura niðan í Norðurlandahús- ið, har Helga Hjørvar, stjóri, fer at vísa teimum runt og greiða frá virk- seminum í Norðurlanda- húsinum. Kl. 11.00 skulu teir oman á býráðið, har Jan Christiansen tekur ímóti teimum og fer at siga frá. Kl. 12.00 verður ein døgverðafundur við Olav Enemoto. Eftir døgverða kl 14.00 er ein vitjan á Faroe seafood tilrættis- løgd. Her fer Andreas F. Hansen at greiða frá. Seinni fara teir eisini ein túr til Fuglafjørð, har teir gestirnir fáa høvi at síggja eitt alibrúk. Mikudagur 13. oktober Mikudagurin verður eis- ini strævin. Teir byrja við einum fundi við Jørn Astrup Hansen, banka- stjóra. Síðani fara teir á Fróð- skaparsetrið, har antin Malan Marnersdóttir ella Jóan Pauli Joensen fara at greiða teimum frá um okkara einasta uni- versitet. Eftir tað, verður farið ein túr á listasavnið, har Mathea Hilduberg fer at vísa teimum føroyska list. Síðsti fundurin verður ein døgverða fundur, sum sendiharrin Gotaro verður vertur fyri. Boðin við sum gestur er Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum. Seint seinnapartin fara so japonsku gestirnir avstað aftur. –eys– Japanskur sendiharri á vitjan Vilt tú vita meir um Agenda 21? Undir heitinum, Christmas Child, bjóðar sunnudags- skúlin í Lívdini aftur í ár børnum í Føroyum at luttaka í heimsins størsta jólatiltaki fyri børn. Bert við at koyra nøkur smáting í eina skógvaeskju, kanst tú verða við til at birta vón hjá ein- um neyðlíðandi barni úti í heimi CHRISTMAS CHILD Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Endamálið við Christmas Child er at skapa vón hjá børnum úti í heimi við at geva teimum eina skógva- eskju fulla av gávum og siga teimum tey góðu tíð- indini um Guds kærleika. Tiltakið gevur fólki í øllum aldri møguleika at verða við í einum trúboðanarar- beiði, har serligur dentur verður lagdur á størstu gávuna av øllum, Jesus Kristus, Guds størstu gávu til menniskjuni. Í fjør vórðu meira enn 6,6 milliónir skógvaeskjur latnar líðandi børnum í 95 londum. Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av einum trúboða-narar- beiði, sum røkkur út til líðandi børn kring allan heimin. Børnini kunnu lata so nógvar skógvaeskjur, sum tey vilja, men tað ber eisini til at vera fleiri um eina eskju. Áðrenn tú byrjar at leggja í eskjuna, mást tú gera av, um tín gáva skal verða til gentu ella drong. Hvat kann brúkast? Sum dømi um, hvørji ting kunnu leggjast í eskjurnar, kunnu nevnast: Leikur: Smáir bóltar, dukkur, bamsur/sovidýr, hoppiband, putlispæl, teknirøðir, jojo. Skúlaútgerð: Pennar, blý- antar og blýantsspískari, litblýantar og tussj, frí- merkja- og stempulsett, teknibók, brævpappír, pappír, sólorkurokni- maskina. Heilsurøkt: Tannbust, tannkrem, sápa, kambur, bust, lappi, svampur. Annað: Hart góðgæti, piparmintbomm, tyggi- gummi, sólbrillur, keppar, sokkar, T-shirts, spæli- smykkusett, hárklemmur, ur, smáar myndabøkur. Ting, sum ikki kunnu koyrast í eskjurnar, eru hesi: Brúktir lutir. Lutir, sum kunnu setast í samband við kríggj, eitt nú spælibyrsur, spæli-hermenn, knívar. Matur, ið spillist, sum sjokuláta, dósamatur, keks. Ymiskt flótandi sum hársápa, húðkrem, sápu- bløðrur. Heilivágur sum vita- minir, bomm fyri hosta, t.d. Strepsils, salvur og tílíkt. Lutir, ið kunnu brotna, spegl, kinesiskar dukkur. Til seinast kanst tú leggja ein seðil til barnið og eina mynd av tær sjálvum ella tínari familju. Um tú skrivar títt navn og tín bústað, fer barnið, sum fær tína skógvaeskju, kanska at skriva aftur til tín. Christmas Child er eitt tiltak undir Samaritan’s Purse, hvørs endamál er at halda boðini frá Jesusi um at hjálpa neyðstøddum. Vit lesa í Luk. 10, 37 um hin miskunsama samverjan, har Jesus sigur: "Far tú og ger tað sama." Seinastu 24 árini hevur Franklin Graham, sonur navnframa Billy Graham, stjórnað vælgerandi felags- skapinum Samaritan’s Purse, har eitt av tiltøk- unum er Christmas Child. Sunnudagsskúlin í Lívd- ini tekur ímóti eskjum til og við 31. oktober 2004. Meira er at lesa um tiltakið á heimasíðuni hjá Lívdini, www.livdin.fo Heimsins størsta jólatiltak fyri børn Bert við at fylla eina skógvaeskju við gávulutum, sum ikki nýtast at kosta tað nógva, kanst tú vera við til at gleða eitt barn, sum annars onga jólagávu fær Nr. 181 • hósdagur • 23. september 2004 • 78. árg. Fyrsti BMW-1 er nú komin til landið, og vit hava royndarkoyrt bilin. Hóast bilurin sær út sum ein van- ligur hatchback við 5- hurðum, hevur hann eisini heilt aðrar dygdir. Bilurin verður drivin av bakhjólun- um, og koyrigleðin er sett í hásæti BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo So gott sum allir hatchback við trimum og fimm hurð- um eru gjørdir soleiðis, at teir skulu vera so praktiskir og rúmligir sum yvirhøvur gjørligt, motorin upp á tvørs og drivnir av forhjól- unum. Men við BMW-1 er kon- septið heilt annarleiðis, motorurin stendur upp á longs, og bilurin verður drivin av bakhjólunum, sum er óvanligt fyri ein bil í hesum klassanum. Men allir aðrir BMW verða eis- ini drivnir av bakhjólunum uttan Mini, ið verða gjørdir í Onglandi og eisini hoyra til BMW-konsernina. BMW-1 er ein heilt nýggjur bilur, hann er ikki komin sum avloysari fyri nakran annan BMW. Enda- málið við BMW-1 er heilt einfalt at gera ein bil við optimalum koyrieginleik- um og við koyrigleðini í há- sæti. Allar royndarkoyr- ingar av bilinum vísa, at tað livir hann fult upp til. Vit hava royndarkoyrt BMW 116i, hann koyrir sum ein sportsbilur, hydrauliska servostýringin er heilt til pass, hvørki ov løtt ella ov tung, og saman við stramma undirvognin- um gevur hetta koyriegin- leikar í toppklassa. At bil- urin verður drivin av bak- hjólunum ger eisini sítt til eina góða koyriuppliving. RFT-dekk (Run Flat Tyre) eru standard í øllum útgáv- unum. BMW-1 verður í fyrstu atløgu gjørdur sum hatch- back við 5 hurðum. Í 2005 kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein coupé. Seinni kemur eisini ein stationcar. Motorarnir eru hesir: 1,6 og 2,0 litur bensinmotorar við ávikavíst 115 og 150 hk. og tveir 2,0 litur diesel við ávikavist 122 og 163 hk. Seinni koma aðrir motorar við í skránna. BMW satsa upp á at selja 150.000 bilar av nýggju 1- røðini árliga. BMW-1 kann síggjast og roynast hjá Nordcar úti við Velbastaðvegin BMW 116i: Koyrigleðin í hásætið BMW 116i Motorurin: 1,6 litur 4 syl. bensin 115 hk 0-100 km/t: 10,8 sek Bensinnýtsla: 13,0 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 185/60-16 Stødd og vekt Longd: 422,7 cm Breidd: 175,1 cm Hædd: 143,0 cm Eginvekt: 1.275 kg Viðførisrúm: 330 litrar Prísur: kr. 297.000 + metallakk (kr. 10.000) Søluumboð Sp/f Nordcar Smiðjugerði 4 FO-100 Tórshavn Tel. 308080 Hyundai hýruvognar í Kina Samráðingar eru í hesum døgum millum Hyundai og býarstýrið í Bejing um ein ordra upp á 80.000 Hyundai hýruvognar. Hetta fyri at betra um ferðslu- møguleikarnar í bý- num. Hyundai fram- leiða í løtuni 150.000 bilar árliga í Kina. Kelda: Motor Magasinet Golfurin fyllir 30 ár Í samband við at 30 ár eru liðin síðan fyrsti VW Golf kom á mark- naðin í 1974, hevur ein stór jubeleums-fram- sýning verið í heim- býnum Wolfsburg. Or- sakað av stóra áhugan- um fyri framsýningini, vardi hon tríggjar í vikur longri enn ætlað Kelda: Motor Magasinet Audi A6 TDI til Kina Í samstarvi við Shang- hai Auto hevur VW- konsernin sent sín fyrsta dýra dieselbil á kinesiska marknaðin. Talan var um Audi A6 2,5 TDI Kelda: Motor Magasinet BMW 116i innan í besta BMW-stíli, einfalt og stílfult. Bilurin verð- ur settur í gongd við start/stop knøttinum. Bæði for- setrini kunnu stillast í hædd BMW 116i er ein eyðkendur BMW við motorinum upp á longs og drivin av bakhjólunum. Koyrieginleikarnir eru í toppklassa. Hesin er ein 116i við t.d. automatiskum klimaanleggi, fløguspælara og tokulyktum BMW-1 er ein hatchback við fimm hurðum. RFT-dekk (Run Flat Tyre) eru standard í øllum útgávunum C M Y K 15 14