týsdagur 22. november 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135
Føroya Landsstýri og Føroya
størsta vinnufyritøka, P/F
Bakkafrost,
hava
valt
at
stuðla
kreppuraktu
børn
unum úr Sýria, sum í løtuni
uppliva størstu menniskjaligu
vanlukku í nýggjari tíð.
Nærum níggju milliónir
børn úr Sýria stríðast hvønn
dag fyri at yvirliva. Sein
astu fimm árini hava verið
merkt av ótta, ótryggleika og
tørvandi atgongd til tað mest
grundleggjandi sum reint
vatn, mat og skúlagongd.
Nú hava bæði Føroya
Landsstýri og Føroya størsta
vinnufyritøka, P/F Bakka
frost, valt at stuðla kreppu
raktum børnum úr Sýria við á-
vikavist 300.000 og 200.000 kr.
Henda hálva milliónin úr
Føroyum fer óskerd til at
styrkja
um
barnahjálpar
miðstøðirnar hjá UNICEF í
Jordan, har mongu flóttar
børnini
úr
Sýria
kunnu
fáa
mat,
undirvísing
og
umsorgan. Eitt tilboð, sum
hevur avgerandi týdning fyri
trivnaðin og menningina og
ikki minst, framtíðina hjá
hesum børnum. Mong av
hesum børnum hava ikki
gingið í skúla í fleiri ár vegna
kríggj í heimlandinum, og
líka nógv børn líða undir
ógvusligum sálarligum trýsti,
ið tørvar viðgerð.
Í
stuttari
viðmerking
sigur Regin Jacobsen, stjóri
í P/F Bakkafrost, at børnini
eru
framtíðin
í
einum
samfelag, og ein barndómur
í tryggum og friðarligum
umhvørvi, har umsorgan
og skúlagongd eru í hásæti,
átti at verið ein sjálvsagdur
mannarættur.
Vit
hava
stóran samhug við sýrisku
børnunum, ið eru ein heilt
ósekur partur av krígnum
í heimlandinum. Tey missa
tann trygga og sorgleysa
barndómin, ið vit øll ynskja
fyri okkara børn.
- Á Bakkafrost eru vit feg
in um møguleikan at stuðla
barnahjálparfelagsskap
inum
UNICEF.
UNICEF
er ein altjóða viðurkendur
felagsskapur undir Sameindu
Tjóðum, sum stuðlar børn-
um kring allan heimin, ið eru í
neyð. Vit kenna okkum trygg,
at stuðulin verður nýttur til
frama fyri sýrisku børnini
í og uttan fyri flóttarfólka
legur í Jordan, sigur Regin
Jacobsen um stuðulin frá P/F
Bakkafrost.
Aðalstjórin hjá UNICEF
Danmark, Steen M. Andersen,
sigur, at holdligu og sálarligu
avleiðingarnar fyri børnini úr
Sýria kunnu ikki loysast, um
vit ikki gera alt fyri at hjálpa.
Stuðulin úr Føroyum hevur
alstóran týdning í hesum
átaki.
Hann sigur, at hesar báðar
stóru stuðulsupphæddirnar
úr Føroyum, ið sum sagt
fara óskerdar til kreppurakt
børn úr Sýria, er eitt úrslit av
samstarvi millum UNICEF
og Business-line, har Finnur
Sivertsen hevur verið føroysk
ur samskipari. Arbeitt verður
í løtuni við at stovna eina
føroyska UNICEF-deild, sigur
Steen M. Andersen.
- Tað fer at merkja, at
føroyskar fyritøkur og onnur,
ið ynskja at stuðla heimsins
børnum
í
neyð,
fara
at
finna
eitt
staðbundið
føroyskt
umboð
fyri
UNICEF - heimsins størsta
barnahjálparfelagsskap.
Steen M. Andersen, aðal-
skrivari í UNICEF Danmark
ynskir at takka Føroya Lands
stýri og P/F Bakkafrost fyri
henda sera týdningarmikla
stuðul til kreppuraktu børnini
úr Sýria. Hetta hevur størri
týdning enn vit dagliga geva
okkum far um, sigur danski
aðalskrivarin hjá UNICEF.
12 ára gamli Talal er einasti (lítli) maður í
síni familju. Han býr saman við mammu og
ommu síni í eini lítlari íbúð í eysturbýnum í
Amman í Jordan. Familjan flýddi hendanvegin
úr Sýria, eftir at allir menninir í familjuni
- pápi, pápabeiggi og elsti beiggin
- eru deyðir í krígnum.
Ein doyði í einum sniðálopi, ein annar bleiv
skotin úr einum bili og ein triði varð tikin av
hermonnunum hjá Assad, og familjan sá hann
ongantíð aftur. Mamma Talal er skurðviðgjørd
og er sera troytt, bæði til likams og sálar.
Familjan skyldar nógvan pening til vinir
og skyldfólk og veit ikki, hvussu næsta
húsaleigan skal rindast. Nú vónar familjan,
at 12 ára gamli Talal skal klára at syrgja fyri
familjuni, tá hann gerst eitt sindur eldri.
Einasta ljósglæman í lívinum hjá Talal er,
at hann kann koma í UNICEF-stuðlaðu
Makani-miðstøðina og bara at fáa loyvi
at vera ein 12 ára gamal drongur og læra
meira um alt, hann hevur mist. Dreymurin
hjá Talal er at venda aftur til sítt heim, sum
hann saknar so sáran, hóast tað eru trý
ár síðan familjan flýddi til Jordan. Heimið
í Sýria er javnað við jørðina, men 12 ára
gamli Talal ynskir kortini heim aftur.
Føroya Landsstýrið og Bakkafrost lata nú 500.000 krónur til kreppurakt børn í Sýria
HÁLV MILLIÓN
ÚR FØROYUM TIL
BØRN ÚR SÝRIA