Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Makani merkir »mítt øki« og er tað nakað hesum børnum tørva, so er tað ein »frístað«, har tey kunnu vera seg sjálvi. Túsundatals flóttabørn í Jordan hava í løtuni ikki atgongd til nakra skúlagongd yvirhøvur og tey eru ógvuliga nógv útsett fyri misbrúki av alskyns slagi. Mong av børnunum hava sálarligar løstir og hugsa bert um bumbur og kríggj.   Á Makani miðstøðunum fáa børnini hjálp til at viðgera ræðuligu hendingarnar, teimum hevur verið fyri og tey læra, at tað ber til at loysa ósemjur, uttan at nýta harðskap. 15 ára gamla Rakaj (við hvíta tuttuklæðnum) hevur búð í Jordan í 3 ár. Hon er úr Damaskus í Sýria og hevur ikki gingið í skúla, síðan hon flýddi. Hon kemur á UNICEF- stuðlaðu Makani-støðina fimm dagar um vikuna og hennara yndis­ lærugreinar eru tónleikur og leiklist.   »Mín størsti dreymur er at venda heim aftur til Sýria. Eg sakni mítt heim, míni vinfólk og mítt fyrrverandi lív. Onkrar dagar eri eg í sera ringum hýri, men eg eri glað tá eg komi til hesa miðstøðina« sigur hon. Tað eru serliga børn úr Sýria og Irak, sum ikki longur hava møguleika at ganga í einum veruligum skúla, ið koma til UNICEF-stuðlaðu Makani- miðstøðina í Amman í Jordan. Miðstøðin bjóðar børnunum skúlagongd og legg­ur stóran dent á at hjálpa teimum sálarliga. Mong av børnunum hava verið ígjøgnum ógvusligar upp­livingar, ið teimum tørva at fáa viðgjørdar.   Á Makani miðstøðini verða sálarligar avleiðingar við­ gjørdar við samrøðum við vaksin, sjónleiki, tón­leiki, dansi, tekningum og við at siga frá søgum. Bara tað at børnini fáa sett orð á og samstundis kunna merkja, hoyra og síggja, at tey ikki eru einsamøll við teirra upplivingum, er heilt avgerandi fyri teirra sinnisligu heilsustøðu. Tá eitt barn hevur fingið sterkar sálarligar løstir er tað ofta ein avleiðing, at tað hevur torført við at knýta seg kensluliga at øðrum. Tey hava marrudreymar um náttina, stríðast við ótta og vreiði og teimum tørva hjálp til, ikki at lata teirra vreiði ganga út yvir onnur. I serligum førum kunnu børnini hava mist førleik­ar­nar til at merkja grund­leggjandi kenslur sum eitt nú svongd og møði.