Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 HEILSA Vilmund Jacobsen Nervapína stendst av sjúku ella skaða í nervaskipanini. Tað merkir, at sjúka ella skað­ ar í eitt nú heila, møn, nerva­ rótum og nervum annars kunnu føra til nervapínu. Vanliga er pína eitt ávar­ ing­artekin um møguligan skaða í vevnaðinum. Men, við nervapínu er tað sjálv pínu­skipanin, sum hevur fing­ið skaða. Tað merkir, at tú kanst fáa pínu í part­ar av likam­inum, sum í veru­leik­a­ num einki feila. Nervapína verður eis­ini rópt neurogen ella neurop­ at­isk pína. Mong eru sløgini Nervapína kann standast av nógvum ymiskum sjúkum í nervalagnum. Vanligastu orsøkirnar eru 1) diskus­prolaps, 2) nerva­bruni (neuro­pati), 3) nerva­bruni við suk­ur­sjúku (diabetisk polyneuropati), 4) amputatión (fantom-og stump­pína), 5) nervaskaði orsak­að av óhepni ella skurð­við­gerð, 6) mønu­skaði, 7) sklerosa, 8) blóð­tøpp­ur í heilanum ella heila­bløð­ing, 9) krabba­mein, 10) hiv og AIDS. Títtleikin við nervapínu við ymiskum sjúkum er ym­ iskur - alt frá 5-10 prosentum, tá ræður um fólk, sum hava havt blóðtøpp í heilanum til út við 50 prosent, tá ræður um persónar við mønuskaða.   Hvaðani stavar nervapína? Tá ein nerv verður skadd, kunnu standast skeiv tekin ella signal í skaddum og nær­liggjandi nervum. Tá nerv­ar í pínuskipanini senda slík signal avstað, fangar heilin hetta, sum um, at okkurt hendir í tí partinum av kropp­inum, har nervin upp­runaliga var. Eftir at ein arm­ur er tikin, kanst tú eitt nú hava ta kenslu, at tú hev­ur pínu í tumlinum, sum ikki er har, tó at impulsirnir, sum fara upp í heilan, byrja í avskornu nervaeindunum. Eftir skaða í mønuni kanst tú eisini hava eina kenslu av tokukendari ella fløkjas­ligari pínu í bein­ unum. Skaddar nervar kunnu vera rættiliga viðkvæmar, so­leiðis at bara ein minni nert­ing kann senda nógvar impul­sir avstað, sum av heil­ anum verða uppfataðar sum ein pínufull nerting. Nervapína byrjar ofta í pørtum av likaminum, har føli-ella kenslusansurin er broytt­ur orsakað av sjúku ella skaða. Tá fólk hava nervapínu eftir ein blóðtøpp í heilanum, stendst pína ofta í øðrum partinum av kroppinum. Er talan hinvegin um nerva­ bruna orsakað av sukur­ sjúku, kann pínan í staðin kenn­ast í báðum fótunum ella í báðum hondunum. Er ein armun tikin, kann pínan kennast sum stump­ pína, og tú kanst hava eina kenslu av pínu út í armin ella hondina, sum ikki er har meira, og tá verður pínan rópt fantom-pína. Tú kanst eisini hava nerva­pínu eftir skaða á nerva­skipanina, og slík pína kann saktans koma mánaðir eftir, at tú ert rakt/-ur av skaða.   Hvussu kennist pínan? Nervapína kennist ofta brennandi, skerandi, prik­ andi, stingandi, strammandi, stirðn­andi ella forfylgjandi, men pínan kann kennast ymisk frá einum persóni til annan. Hjá nøkrum persónum er pín­an støðug, og onnur upp­ liva hana sum herðindi. Í summum førum merk­ist eitt økt viðkvæmi í húð­ini, soleiðis at ein løtt nert­ing ella kontakt við eitt hvørt kalt kennist ófjálg, óbehag­i­ lig ella pínufull. Nervapína kann í summ­ um førum gera, at tú ikki klárar at vera í klæðum á kroppinum, har pínan situr, og tú kanst fáa pínu bara av at taka eitt brúsubað. Fólk uppliva ofta, at nerva­pínan gerst verri við sjúku, í kulda, og tá tú kennir strongd. Nervapína kann vera rætt­iliga ógvuslig, og ein av fylgj­unum kann vera tung­ lyndi, eins og pínan kann føra til, at tú ikki megnar at passa títt arbeiði og ei heldur klár­ar tær vanligu húsligu upp­gávurnar. Tá læknin arbeiðir við sjúku­avgerðini, ger hann eina nágreiniliga kanning av søguni aftan fyri sjúk­una við atliti til skaðar í nerva­ skip­anini og pínu í hesum sam­bandi. Í summum førum er tað upplagt, at talan er um nerva­skaða, men í øðrum føri skulu meira umfatandi og neyvar kanningar gerast, eitt nú skanning ella ein kanning sum lýsir skjóttleikan í leið­ ingini millum nervar.   Við­gerðar­møguleikar Í nøkrum føri kann und­ ir­liggj­andi sjúkan í nerva­ lagnum viðgerast, eitt nú í sam­band við skurð­viðgerð fyri disk­us­pro­laps, men ofta verð­ur talan um pínu­við­gerð. Vanligar pínu­linn­andi tabl­ett­ir eru ofta uttan virkn­að á ner­va­pínu, og tí verð­ur pín­an ofta við­gjørd við heili­vági móti ep­i­l­epsi og tung­lyndi, tí hes­in heil­i­ vág­ur hev­ur ein linn­andi virk­nað á yvir­akt­ivar pínu­rás­ir. Í nøkr­ um førum mink­ar ella hvørv­ur pín­ an, men nerva­ pína er í nógv­um før­um kron­isk. Tí verður ofta nógv­ur ym­isk­ ur heilivágur brúkt­ur. Tað er ógvuliga individ­ uelt, hvussu nógva pínu­linn­ an tú kanst fáa uttan eisini at fáa keðilig hjáárin av heili­ vágnum, og tað eru ikki øll, sum hava nervapínu, sum merkja linna við heilivági, men nógv merkja bert part­ vís­an linna.   Hvat kanst tú gera? Tann, sum hevur nervapínu, eigur at hava í huganum, um tað eru faktorar, sum gera pín­una verri. Ein leið er at royna at umgangast strongd og kulda, og reglu­lig­ur nátt­ ar­svøvnur er týdning­ar­mikil. Kennist húðin í einum ávísum parti av kroppinum við­kvom, kann eitt stramt bind í summum førum verða ein hjálp. Ein onnur hjálp kann vera at læra ym­iskar hættir at hvíla likamið uppá - og ein triðja at læra at fok­us­era frá pínuni til okk­ urt ann­að og betri. Greinin er skrivað av Nanna Finnerup, sum er lækni við Dansk Smerte­ forskningscenter. Hvør hjálp er móti nervapínu? Nervapína kennist ofta brennandi, skerandi, prikandi, stingandi, strammandi, stirð­ nandi ella forfylgjandi, men pínan kann kennast ymisk frá einum persóni til annan Tann, sum hevur nervapínu, eig­ur at hava í huganum, um tað eru faktorar, sum gera pínuna verri. Ein leið er at royna at umgangast strongd og kulda, og regluligur nátta­rsvøv­n­ur er týdning­ armikil Nanna Finnerup er lækni við Dansk Smerteforskningscenter