týsdagur 22. november 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Manne Næs er barnvaksin í Nesi, í
Hvalba. Hann er næstyngsta barnið
hjá Juliannu og Martini Næs í Nesi,
sum høvdu ein barnaflokk, ið taldi
níggju børn, Johannes, Bettu, Allan,
Hinnu, Jyttu, Hildigarð, Julian,
Manne og Gudrun. Barnaheimið hjá
Manna var ein náttúrligur miðdepil
í Nesi, og har var gott at vera barn.
Har var handil í kjallaranum, tele
fonkamar í erva, pápin Martin
hevði sjúkrakassan og mamman
Julianna hevði ein heilivágskassa
frá læknanum Nygård, so fólk
komu til hennara at leita sær
hjálp m.a. við sárum, svullum, og
hon hjálpti eisini jarðarmóðurini,
tá konur skuldu føða børn í Nesi.
Tey høvdu eisini 2 kýr, seyð, hønur,
dunnur, gæs, epli, røtur, rabarbur og
útróðrarbát, so húskið var í stóran
mun sjálvforsýnandi. Barnaheimið
var
eitt
hús,
har
nógv
fólk
komu.
Barnaárini gekk Manne í
skúlanum í Nesi, og fór 12 ára gamal
til Vágs at ganga í real. Elsti beiggi
hansara Johannes Andreas Næs
var lærari tá í Vági, og tí kom hann
at búgva hjá Brynhild og Johannesi
frá 1950 til 54.Tá var tað ein long
ferð hjá einum smádrongi at fara
heilt til Vágs at ganga í skúla. Hetta
hevur pápi mangan hugleitt um og
í takksemi leita afturá.
Vágur var
ein stór, fremmand og spennandi
verð fyri ein bygdadrong úr Nesi.
Har fann hann nýggj vinfólk og
lærdi rættuliga at kenna stóra
beiggjan og konuna, sum gjørdist
sum ein eyka mamma fyri hann
hesi árini heimanífrá. Somuleiðis
hevur Manni altíð kent serligan
tokka til ávísa siðvenju, ið tey
hava har suðuri í Vági - eitt nú
offurgudstænastuna, ið er fyrsta
sunnudag
aftaná
Allahalgana
dag.
Sum flest aðrir hvalbia
dreingir fór Manne at arbeiða í
kolinum, tá hann var liðugur við
skúlan. Hetta var á ein hátt ein
manndómsroynd, nú skuldi ein út
at arbeiða sum aðrir raskir vaksnir
menn, og nógvar vóru søgurnar
úr hesum spennandi umhvørvi.
Í
1955 fór pápi við Drátti, ið gjørdist
hansara skúlaskip, har fekk hann
sínar fyrstu upplivingar og arbeiðs
royndir á havinum. Í 1956 fór pápi
til Keypmannahavnar at ganga
á Københavns Købmansskole á
Julius Thomsensplads. Har gekk
hann í tvey ár, og nógvar eru søg
urnar frá tíðini sum unglingur í
danska høvuðstaðnum – um t.d.
góða og mennandi sambandi, sum
var millum útisetar. Og tað var har,
ið Manne hitti ungu Hady, ið var í
hárfríðkunnarlæru í Keypmanna
havn.Tey bæði gjørdist góð og
giftist í 1958. Heimaftur komin til
Føroya var torført at fáa arbeiði,
tey fluttu til Hvalbiar, har Hady
fór at klippa, og Manne fekk
hýru við Leivi Øssurson, ið hann
sigldi við árini 1958-61.
Í 1961 fór
Manne í Føroyingahavnina at
arbeiða fyri Nordafar, har hann
fyrst arbeiddi á kontórinum og
varð seinni kassameistari. Hetta
var ein sera spennandi og lærurík
tíð. Her hagreiddu føroyingar á
fyrsta sinni fisk á landi, og her
komu nógvar ymiskar tjóðir inn
at landa. Her arbeiddi og búleik
aðist føroyingar, sum vóru langt
heimanífrá, og tí vórðu mong
vinabond knýtt. Manne hevur
enn í dag samband við fleiri
teirra, ið hann har lærdi at kenna.
Manne var í Føroyingahavnini til
1966.
Heimafturkomin, fór hann
saman við øðrum góðum kreftum
undir at byggja Agnarvík. Manne
hevði stóra tiltrúgv til, at útróður
var ein komandi vinna í Føroyum,
og at fiskaarbeiði á landi kundi
koma at skapa nógv arbeiðspláss.
Í
Hvalba var hetta ein umskiftistíð
frá kolaarbeiðinum til útróður.
Manne var við í arbeiðinum at
fáa útróður í gongd, og fyrsta
stigið var sjálvsagt at fáa fatur á
útróðarbátum til bygdina, fyrst
kom Norðlýsið, síðan Glyvraberg.
Aðrir góðir menn fingu Karessu,
Hamranes v.f. Við góðum útróðrar
monnum og góðum flakafólki í
Agnarvík, hevði bygdin, frá 1970 og
nógv ár fram, eitt støðugt arbeiðs
pláss, har konur eisini komu út á
arbeiðsmarknaðin. Tað var ikki so
vanligt tá, at føroyska bygdakonan
hevði útiarbeiði. Manni tók eis
ini stig til eitt skeljavirki í Hvalba
fyrst í 70-unum, sum gav arbeiði
til nógvar hendur. So kom olju
kreppan í 73 og skeljaævintýrið
fór í søguna.
Manni var stjóri í
kolasøluni í nógv ár. Kolasølan átti
bátin Skarvastein, ið Manne var
við til at umbyggja til sandbát, tá
ið kolaførningur helt uppat.
Í 1964 lat Manne nýggjan handil
upp í Nesi. Hetta var fyri hann ikki
ein nýggj verð, tí gamla krambúðin í
Nesi var í kjallaranum í barnaheimi
hansara, har foreldur hansara og
systkini høvdu handlað. Somuleiðis
hevði abbin havt krambúð undir
Lítla Hamri. Nýggi handilin var
sera
snotiligur
og
nýmótans.
Stuttligt er at hoyra Manna siga
frá, tá fyrsta bananin ella agurkin
kom í Nes. Kona Manna, Hady,
gavs at klippa, tá hon hevði fingið
4. gentuna og fór so at hjálpa
manninum í handlinum. Hetta
var einasti handil í Nesi heilt fram
til 1996, tá ið hann stongdi.
Árið
1979-80 var pápi við rækjuskipinum
Hvítanesi í Kanada. Hetta árið
varð Glyvraberg umbygdur í Vági.
Fyri okkum húsfólk, var hetta
eitt tungt ár, tí brádliga vóru
ongi vaksin mannfólk í húsinum.
Gamli abbin, ið vit búðu saman
við, var júst deyður og pápi varð
noyddur at fara til sjós.
Manne
er javnaðarmaður og hevur verið
inni á tingi av og á sum varamaður,
sera stoltur var hann, tá hann var
við í løgtingshópinum at atkvøða
fyri javnstøðu. Henda dagin mátti
hann taka orðið og heita á tingfólk
at atkvøtt fyri uppskotinum um
javnstøðu. Pápi og mamma fingu
fimm børn. Fýra gentur og ein son.
Hóast allar hesar kvinnur í dagliga
gerandisdegnum hevur pápi havt
javnstøðu í heiminum.
Manne
hevur altíð havt sera stóran áhuga
fyri fiskiskapi, útróðri, reiðskapi og
fiskasløgum. Við Glyvrabergi hevur
hann roynt bæði at fiska tosk, laks,
kalva og háv.
Summarið 2006 fekk Manni høvi
at fara ein túr við rækjuskipinum
Arctic Viking, og tað var gott, tí
hann hevði mist konu sína árið
frammanundan, og tað var tungt
hjá honum. Tíðin við Arctic Viking
var sera gevandi fyri hann, og
spennandi var at koma burtur og
aftur uppliva havið og lívið umborð
á einum nýmótans skipi.
Manne royndist eisini sum av
loysari sum kokkur, tá menn hava
heitt á hann. Við sínum fjølbroyttu
áhugamálum
og
góða
kokka
kynstri, so ivast vit ikki í, at hann
hevur skapt hugna í galluni.
Manne hevur altíð tímað sera
væl at skipa fyri og at seta í gongd.
Og var hann ein av fyriskiparunum
til stóru ættarstevnuna, summarið
2012, hjá ættini úr Skúla á Saltnesi,
Súsannu og Jóannes Petersen, har
bæði ættarbók og minnisplátur sóu
dagsins ljós.
Manne gekk leingi við dreymin
um um, at ein filmur skuldi gerast
um Lítla Dímun, og tók hann stig til
hesa framleiðslu. Saman við eigar
unum varð kósin sett til filmin
og 23. nov. fyri tveimum árum
síðani, varð filmurin veruleiki, og
varð frumsýndur fyri fullari høll
í Roynhøllini í Hvalba. Vit vita, at
Manne er sera glaður og takksamur
fyri filmsúrslitið.
Júst á 80 ára føðingardegnum,
so fer elsti bróður Manna, Jo
hannes, ið eisini er gubbi Manna,
at leggja søguliga bók fram um
Lítla Dímun. So vit samlast aftur á
fødingardegnum hjá Manna til eitt
stórt mentanartiltak í Roynhøllini
í Hvalba, sum aftur fer at snúgva
sum um vøkru oynna, ið er her úti
í fjørðinum.
Tað snýr seg um, at halda seg í
gongd, tað er eitt av grundhugs
anum hansara, og saman við øðr
um góðum kreftum er Manne nú
farin undir at fáa lív aftur í Forn
minnafelagið í Hvalbiar Sókn.
Ætlanini er at stovna eitt bygda-
og kolasavn, har søgan hjá sóknini
verður goymd og víst fram - ferða
fólki og komandi ættarliði at frama.
Manne er eisini í nevndini hjá pen
sionistafelagnum Høft, har hann er
skrivari.
Í 2005 gjørdist Manne einkju
maður og kom at búgva einsa
mallur. Tað var ikki nakað fyri
Manna. Tí var hann so sera eydnu
samur og takksamur, tá hann í
2007 fann saman við fittu Karin,
har kærleikin á undurfagran hátt
spann nýggjar træðrir í lívsins vevi.
Fyrst í oktober fekk Manni nýtt
knæ, og tað fór hann undir við
sama sinnisró, sum so mangan fyrr,
tá nýggjar støður taka seg upp, og
tað hevur verið ein fragd hjá okkum
at fylgja við, hvussu nógv hann
hevur vant, og hvussu glaður hann
er fyri at fáa førleikan aftur.
Løgið
er at hugsa sær, at Manni nú er heili
áttati ár. Fyri okkum er hann enn
hin sami maðurin, ið vit kenna
frá barni av. Kanska kennist hetta
soleiðis, tí hann altíð hevur verið so
áhugaður í sínari egnari samtíð og
hevur dámað so væl at tosa um og
hugsa um tað, sum er uppi í tíðini.
Góði Manni, vit øll í familjuni
ynskja tær hjartaliga tillukku á
80 ára degnum. Abbi og langabbi
ert tú so sera góður, altíð við tí
góða viljanum og orðinum!
Vit øll
takka fyri manga góða samtalu og
gott kjak. Takk fyri góða samveru
við køksborðið í Nesi, í Garðsenni
og mangar staðir. Altíð er tað
hugnaligt og stuttligt at vera, har
tú ert, takk fyri tað, og Jesupápi
veri hjá tær.
Ynskja tíni systkin, børn,
verbørn, abbabørn og
langabbabørn
Manne Næs 80 ár
Silvurbrúdleyp
20. desember hava vit verið
gift í 25 ár. Dagurin verður
hildin í Bygdarhúsinum
í Lorvík fríggjadagin 13.
januar kl. 19. Tað hevði
glett okkum at sæð familju,
vinir og kenningar at hildið
hendan dagin saman við
okkum. Vinarliga boða frá
á tlf. 423231 ella 270237 í
seinasta lagi 30. desember.
Jógvan og Aðalbjørg
Gullbrúdleyp
Tann 24. nov. 2016 hava Sonja og
Menning Jacobsen verið gift í 50 ár.
Henda dagin verða vit heima,
og tann, ið ynskir at heilsa uppá
okkum, er vælkomin. Men dagurin
verður hildin saman við børnunum
tann 26 nov.
Sonja og Menning
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 27. november hava vit
verið gift í 50 ár. Dagurin verður
hildin heima á Torvgøtu frá kl.14.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bergit og Elmar
90 ára føðingardagur
Jonny Lamhauge, Rituvík, verður
90 ár 5. desember. Dagurin verður
hildin í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum 3. desember frá kl. 16.00,
har øll eru vælkomin.