Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um Almannaverkið Fleiri enn 850 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Talan er um eitt spennandi starvsøki við fjølbroyttum avbjóðingum og lívsjáttandi borgarum og starvsfólkum. Starvsøkið er Eind 1, sum fevnir um Sambýlið á Kelduskákinum, sambýlið á Mýruvegi, frítíðartilboð og stuðlar í Norðoyggjum. Harumframt er eisini ein einstaklingafyriskipan knýtt at eindini. Arbeiðsuppgávur Eindarleiðarin skal mynda eindina, leiða og ganga á odda fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum starvsfólkini fáa eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss. Eindarleiðarin skal skipa eindina soleiðis, at virksemið í bústøðunum, hjá stuðlum og í frítíðartilboðum verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt. Eindarleiðarin setir og loysir starvsfólk úr starvi í samráð við depilsstjóran. Samskiftið við borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar eru umráðandi arbeiðsuppgávur. Eitt samskifti, sum er bygt á javnvirði og umsorgan. Starvið Eindarleiðari fyri Eind 1 í Norðoyggjum. Starvið verður sett frá 1. januar 2017 ella eftir nærri avtalu. Førleikakrøv Útbúgving innan námsfrøði, leiðsluútbúgving og/ella royndir við starvsfólkaleiðslu. Kunnleiki og royndir við borgarum við innan autismu er ein treyt. Væntanir Vit vænta at síggja fakliga eldin brenna í rætta umsøkjaranum, sum eisini hevur hug og hegni at virka, raðfesta og hugsa framskygt innan givnar fíggjarkarmar. Týdningurin av góðu tænastuni til borgaran er eyðsýndur, dentur verður lagdur á javnvirði og sterkan eginleika at samskifta og samstarva við viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Eind 1 í Trivnaðardeplinum fyri sálarsjúk, barnavernd og autismu. Eindarleiðarin má tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í 35. lønarflokki í lønartalvuni hjá Tænastumannafelag Landsins, sum í løtuni er kr. 40.941,26 um mánaðin. Setanartreytir annars eru sambært avvarðandi yrkisfelag við samráðingarrætti fyri økið. Umsókn Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn eindarleiðari”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. desember 2016 kl.12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hermann Mortensen, depilstjóra, telefon 360000. EINDARLEIÐARI TIL SERØKIÐ Í NORÐOYGGJUM Almannaverkið søkir eftir einum fakliga kveikjandi eindarleiðara til serøkið í Norðoyggjum, sum í høvuðsheitum veitir tænastu til borgarar við autismu. ANDERSEN FURNITURE hátíðarheldur 100 ár A1 SOFA – JUBILÆUMSMODEL SPAR upp til kr. 10.000,- 3 persóns sofa L230 x D90 x SH45 x H80 cm Vel ímillum 10 ymsar litir av toyi, og trý ymisk sløg av beinum (sápuvið- gjørt, natúrolja ella svart) A1 Design: byKATO Tilboðið er galdandi til 31. december 2016 3 PERS. SOFA Vanligur prísur kr. 24.950,- JUBILÆUMSMODEL 14.950,- SPAR KR. 10.000,- Smyrilsvegur 5 – www.nema.fo