Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í morgin, 24. novembur, fyllir Hergerð Hansen í Vági 80 ár. Hergerð er elst av fimm systkjum hjá Alfridu og Palla í Tøðuni. Tá ið hon vaks upp vesturi í Bø, gingu børnini í Gamla Skúla á Oyralagi. Ein stuttlig mynd er til, har Hergerð, næmingar og lærarar, øll standa í trappuni, sum á sinni var omanfyri skúl­an. Tá lá væl fyri hjá Bø­ fressum at renna heim til húsa – ella til ommuna - at fáa sær ein bita, tá ið skúlin hevði fríkortér. Í 1951 gingu næmingar og lærarar hátíðarliga skrúð­ gongu út í nýggja Vágs skúla, har Hergerð tók real­ skúlaprógv. Nøkur ár gekk hon við posti, áðrenn hon giftist við Ellingsgaard Hansen úr Sørvági. Tað var ikki altíð so tespiligt hjá ungari gentu at ganga við posti um veturin í kavaroki! Onkuntíð varð hon boðin inn til fólk at fáa ein drekkamunn og ein kaku­ bita. Stuttlig er frá­søgn­in, tá ið hon einaferð hevði verið ivan land. Gamli Guttin, væl­ signað, mátti fylgja henni heim aftur um Sand­in í øllum kavarokin­um! Tólvtur var hann í flokk­ in­um, Ellingsgaard hjá Stoffa-Jákupi og Tofta- Binu! Tí segði kirkjubókin í Sørvági: Hans Petur Dusinius Ellings­gaard Hansen! Hergerð og Ellingsgaard bygdu á Brekkubø í Vági og fingu fýra børn: Palla, Jakobinu, Allu og Jákup. Nú býr bara eitt av børnunum í heimbygdini. Ellingsgaard, sum var sjómaður og kokkur á ungum árum, legðist upp á land at smíða – fittur sum hann var í fingrunum. Ellingsgaard doyði í 2000. Sangur og tónleikur hava altíð eyðkent heimið hjá Hergerð. Nógv varð sungið og nógv bleyv spælt. "Sum tað er fjált og lýtt í nátt" skuldi - sum aðrir føroyskir klassikarar - syngjast við kenslum! Tað er ikki av ongum, at systkini Palli og Jakobina hava sett sín dám á føroyska tónleikapallin. Heilsuna hevur Hergerð altíð havt góða, og lætt er sinnið. Fleiri ferðir um vikuna vitjar hon dagtilhaldið í Hamra­garði. Og tað kemur meira enn so fyri, at munnharpan er á lofti, og hon spælir ein góðan... Kæra stórasystir! Hjarta­ liga til lukku við 80 ára deg­ num! Sólin er komin vestur á luftina, men vónandi gevur Várharra tær nakrar stundir at njóta vesturskinið, áðrenn hon fer undir Gjógvarafjall. Lítlibeiggi 80 ára føðingardagur 23. november verður Manne Næs 80 ár. Dagurin verður hildin við familjuni 25. november. Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Námsfrøðingar til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: Námsfrøðingum at arbeiða á vøggustovu Eitt barnsburðarfarloyvisstarv á 32,5 tímar, frá 1. januar til 15. november 2017. Eitt farloyvisstarv á 27 tímar, frá 1. januar 2017 til 14. juli 2017 Setanin kann møguliga verða longd, og møguleiki er at tosa um tímatalið. Lønar og setanartreytir: Størvini verða sett frá 1. januar 2017. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Jastrid Weihe, leiðara 237880. Umsóknir: Umsókn við avriti av prógvi og CV skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 07. desember 2016, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará runavik@runavik.fo Víst verður til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu www.runavik.fo Hós. 24. nov. Stoktur høsnarungi • Milliónbúff • Knettir Frí. 25. nov. Lasanja • Rullisteik • Biksimatur Leyg. 26. nov. Nakkakotilettir Mán. 28. nov. Fiskafrikadellur • Gjørd hara Týs. 29. nov. Stoktur medistari • Kókað neytakjøt • Heimagjørd blóðpylsa Mik. 30. nov. Stoktur fiskur • Kjøtfrikadellur Matskráin hesa vikuna Matstovan í Hoyvík Tel 660058 Frítt internet í matstovuni í Hoyvík NØVN Hergerð Hansen 80 ár LÝSINGARTORGIÐ Arbeiði B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt timburarbeiði, vit garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn okkum! B.H.C smíð tlf. 218991 Vit átaka okkum alt timburarbeiði stórt sum smátt, til ein sámuligan kostna verður gjørt í Tórshavn Kommunu. Hans Bech Húsasmiðjur Mail hansbech@ kallnet.fo Tlf 00298 212561 Býli í Føroyum Íbúð søkist í Eysturoy/Streymoy í friðarligum øki. 224910 Ìbúð ynskist frá 1.Dec.2016 Fyrikomandi og álítandi par við einum barnið, hava tørv á eini íbúð í Tórshavn frá 1.Dec.2016. Ynski er um 2-3 kømur. Eingin húsdjór og roykja ikki. 222312 ella 276504 Íbúð ynkist í Havn/Argjum/ Hoyvík Einlig kvinna søkir íbúð fyri uml. 4-5000 kr, helst til langtíðarleigu. Royki ikki, fari væl um. Send email á tora_zachariasen@hotmail.com ella ring. 268111 Fundir Aðalfundur hjá Stráluni verður í Bygdahúsinum hóskvøldið 8 des kl 20 - Strálan Innbúgv Til sølu Ein sovi briks, ein divan (sofa). Bíliga til sølu Tlf 287671 Innbugv biliga til solu Ledursofa 3per 400kr Ledurstolur100 Sfofabord60 Koksbord 6stolar500 Boxmadrass200 2 kontostolar300 Kontorbord200 Mikrovnur300 Eldslokkari200 224910 Lutaseðlar Lutaseðlanar hjá KFUK Hesi numrini eru drigin á lutaseðlinum hjá KFUK 12. november 2016: 01. 5271 02. 1347 03. 4835 04. 3034 05. 0146 06. 4625 07. 3600 08.4813 09. 0140 10. 1489 11. 2192 12. 0267 13. 0669 14. 3406 15. 0338 16. 2803. Takk fyri stuðilin Hevur tú vunnið ring 311928-211824 Matur Kjøtpylsa Kjøtpylsa til sølu. Anja og Eyðun Eliassen Trøllanes 456663 - 286663 - 217574 Pløgg Møttil Nýggjur møttil viđ reyđum ella svørtum fòri. Stødd miđal. 265357 Føroyskur mannfòlkabùni Nýggjur mannfòlkabùni. Troyggja, buksir og hosir. Stødd miđal. 265357 Súkklur Til sølu Ein súkla og ein hjálmur verða seld bíliga Tld 287671 Ymiskt Vevur til sølu Tlfnr. 371211