týsdagur 22. november 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni og
førleikamenning í øllum liðum
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 2017–20 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð,
veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging, onnur fígging og samfígging er
skjalfest
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fiskivinnuroyndir kann útluta 8,8 mió. kr.
komandi ár, sum er ein hækking uppá 5,3
mió. kr., til nýggjar og verandi verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp
til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 5. desember 2016, kl. 12.00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2017.
FISKIVINNUROYNDIR 2017
Lýsing eftir umsóknum
Vælkomin í høllina á Nab til jólasøluna
hjá Føroya Heimavirkisfelag.
Her finnur tú alskyns heimavirkaðar vørur,
eins og forkunnugar jólagávur til tíni kæru.
Eisini er møguleiki at njóta okkurt gott til matna,
eins og drekkamuður verður til keyps.
Opið er:
Leygardagin 26. nov. frá kl. 10.00 – 19.00
Sunnudagin 27. nov. frá kl. 14.00 – 19.00
Ókeypis atgongd
GG: Til ber ikki at gjalda við korti
Føroya Heimavirkisfelag
Jólasølan 2016
Tøkk!
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum vístu mær álit
við at velja meg á býráðsvalinum 8. nov..
Somuleiðis fari eg at takka øllum, sum hjálptu mær
á ymiskan hátt í samband við valið.
Eg fari positivt til verka innan øll øki í býráðsarbeiðnum.