Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Turið Danielsen f.29.09.25 d.22.08.16 andaðist og varð jarðað. Ein hjartans tøkk til tykkum á Áargarði, sum vóru um hana ta síðstu tíðina. Takk til Havstein Klein fyri troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk fyri gávur til Áargarð. Takk til tykkum, sum á ein og annan hátt hjálptu til við ervinum, og tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað Fyri tey avvarðandi Ásla, Tóra, Óluvá, Jón og Sunnuvá v/ familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi Klæmint Tausen Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til øll tykkum, sum stuðlaðu og hjálptu til á ymiskan hátt. Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávu til Meinigheitshúsið í Havn, og tøkk øll tit, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Heilsan við Hebr. 13. 7-8: Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. Vegna tey avvarðandi Hans, Jensina og Halda við familjum Tøkk Vit takka fyri samkenslu og umsorgan, nú kæra mamma okkara,vermamma,omma og langomma Anna Elisabeth Weihe Lamba bleiv sjúk, doyði og varð jarðað. So hjartans tøkk tit øll somul, sum vóru við á ymiskan hátt Oddvør og Niels v/ familjum Tøkk d Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði pápi, verpápi, abbi og langabbi Jacob Johannes Weyhe f. 27.06-18 d. 25.05.16 andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum og heimarøktini í Kollafirði fyri ta hjálp, tit góðu honum, og takk til tykkum, sum vóru um hann, tá hann var til umlætting í Havnini, og til tykkum, ið vitjaðu hann. Takk til tykkum á Ellisheiminum í Havn fyri góða røkt og umsorgan, ta tíðina, hann búði hjá tykkum har suðuri, og takk fyri at tit vóru so góð við hann. Takk til Mariu Jørdahl Niclassen, prest fyri góð og troystarrík orð. Takk til sangarar, organist, dekn og klokkara, og takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Takk fyri vitjanir, blomstur, kransar og takk til tykkum, ið góvu minnisgávu til Missiónshúsið í Kollafirði. Takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Poula, Erling, Elsa og Mortan Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi, abbi, langabbi, bróðir og svágur okkara Daniel Pauli Dalbø f. 11.12.30 d. 12.08.16 andaðist og varð jarðaður. Vit takka familju og vinum, ið vitjaðu og vóru um hann í hesi sváru tíð. Takk til heimatænastuna Nánd og sjúklingahotellið Tórshavn fyri góða røkt og umsorgan. Takk til Ova Brim, prest, fyri vitjanir, og fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk til Torleif Justinussen fyri góð orð, tá kistan kom í kirkjuna. Takk til Bethaniakórið fyri vakran sang til jarðarferðina. Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og annars øllum tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri kransar og minnisgávur til kirkjuna og missiónshúsið. Til síðst takka vit tykkum øllum, sum stukku inn á gólvið, ringdu, skrivaðu, bakaðu, og tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Sanna, Mikael, Lenny, Ingvør, Ruth, Petur Amon og Davis við familju Andlát Emmy Katrina Dam Donaldson fødd í Tórshavn 22. oktober 1964 andaðist í barndómsheimi sínum 7. oktober 2016 í Fort William‚ Skotland. Emmy Katrina Dam Donaldson var dóttur Ian og Tordis Donaldson, fødd Tordis Dam Jacobsen. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okka kæri Ingi Mikkjalsson Helmsdal f.26.09.50 - d. 05.10.16 andaðist og varð jarðaður. Familjunnar vegna Naina