Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vaskifólk til Eysturkommunu Søkt verður eftir tveimum vaskifólkum at byrja 2. januar 2017. Talan er um tvey størv á uml. 30 tímar um vikuna, eitt við skúlan í Gøtu og eitt við skúlan í Leirvík. Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við verandi vaskifólk á skúlanum. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF. Umsóknir skulu sendast til: Eysturkommuna Kulibakki 8 520 Leirvík ella eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 25. november 2016 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ove Heinesen, umsitingarleiðara, á tlf. 730012. LANDSFUNDUR Í FØROYA FISKIMANNAFELAG Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður hósdagin 22. desember klokkan 10 í fundarhølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 7 í Havn. Morgunmatur verður at fáa frá klokkan 9. Uppskot til landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, Postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin, tað er hósdagin 1. desember. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til info@fiskimannafelag.fo. Dagsskráin fyri landsfundin: 1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 3. Val av grannskoðara. 4. Ásetan av limagjaldi. 5. Uppskot frá stjórn og sóknum. 6. Annað. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum við vitjan, blómum, gávum, uppringingum, kortum og á annan hátt mintust meg á 75 ára føðingardegi mínum. Tit gjørdu mær dagin hugnaligan og minnisríkan. Heilsan Jørleif Kúrberg Tøkk Hjartans tøkk til tykkum sum við vitjan, gávum, uppringingum og heilsanum mintist meg á 90 ára degnum, 13. september. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á sambýlinum. Kærar heilsanir Kathrina Johannessen Umsjónarfólk Søkt verður eftir umsjónarfólki at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum: • at hava umsjón og ábyrgd av virk­ seminum á Svangaskarði • at hava umsjón við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla • ymiskt fyrifallandi arbeiði innan tekniska økið Vit ynskja, at umsjónarfólkið: • er álítandi, samstarvssinnað og hevur áhuga í virkseminum á Svangaskarði • setir røkisskap og arbeiðssemi í hásæti • hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði bæði skjótt og væl • tolir skiftandi arbeiðstíðir, tí ar­ beiðstrýstið er ymiskt, og partur av arbeiðinum verður uttan fyri vanliga arbeiðstíð • dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar Starvið hevur tilvísing til leiðarin fyri tekniska økið í Nes kommunu. Løn verður ásett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafe­ lagið og avvarðandi yrkisfelag. Nes kommuna tilskilar sær rætt frítt at velja millum innkomnar umsóknir, og eisini rættin til ikki at taka av nakrari av innsendu umsóknunum. Arbeiðstíð Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Umsóknin Umsóknin, við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli, skal sendast til Nes kommuna Toftavegur 3 650 Toftir ella við telduposti til:nes@nes.fo í seinasta lagi 4. desember 2016 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara fyri tekniska økið, á tlf. 447586 ella 565001. Leys størv á Landssjúkrahúsinum Starvsfólk til Fyrisitingina Umsóknarferist 5. desember 2016 Rakstrarfólk til Fyrisitingina/KT-deildina Umsóknarfreist 12. desember 2016 Overlæge i radiologi Umsóknarfreist 31. desember 2016 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo Leys størv á Landssjúkrahúsinum Starvsfólk til Fyrisitingina Umsóknarferist 5. desember 2016 Rakstrarfólk til Fyrisitingina/KT-deildina Umsóknarfreist 12. desember 2016 Overlæge i radiologi Umsóknarfreist 31. desember 2016 Les meira á www.ls.fo