Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÓANNES HANSEN T á ið klaksvíkingarnir Ják­up Mikkelsen og Rani Nols­øe vóru formenn í Talv­sambandi Føroya, kom tað fleiri ferðir fyri, at altjóða snitt var yvir telving í Føroyum. Stórmeistar­ar av Balkan, ið taldust millum teir stinnastu, vóru í longum skift­um her norðuri og løgdu lag á, og tað sást væl eftir. Stórar kapp­ingar, har onkrir at teimum fremstu í heiminum luttóku, vórðu fyriskipaðar bæði í Havn og í Klaksvík. Í triði størstu kommununi – í Runavíkar kommunu – hevur tað verið millum lítið og einki av talvi og telving. Tá ið Tórbjørn Jacobsen á nýggj­ árinum varð valdur til borgarstjóra, setti hann sær fyri, at nøkur av holunum í kommununi skuldu tippast. Hann helt fyri í samrøðu við Sosialin, eftir at FM í talvi fyri einstaklingar var á páskum, at tað sømir seg ikki, at triði størsta kommunan ikki hevur svimjihøll, badmintonfelag og talvfelag. Í somu samrøðu varð sagt, at formaðurin í Talvsambandi Før­ oya, Finnbjørn Vang, og bý­ráðs­for­ maðurin arbeiddu við ætlanum um altjóða kapping í Runavík seinni í ár, og at ætlanin er, at FM fyri einstaklingar skal vera í Runavík á páskum í 2017. Hetta er alt við tí endamáli, at nú skal møguleikin av álvara kveikj­ast fyri talvinum á Skálafjørðinum, har toftamenn higartil hava ver­ið teir fremstu. Jens Christian Han­sen var oddviti, tá ið Tofta Talv­felag var upp á tað besta. Nú er hann skipsmaður, evnaríku brøð­ur hansara eru eisini upptiknir við ymiskt annað, og onkrir av hin­um stuðlunum eru farnir at eldast. Í royndini at eggja til og at leggja lag á verður nú skipað fyri telving sum frítíðartilboð undir kvøldskúlanum í Runavík, og tað hevur av álvara fest í. Kári Sverri­son er lærari, og áhugin millum børnini er sera stórur. Mánakvøldið vóru fleiri av børn­unum saman við læraranum hjástødd, tá ið Runavík Open í talvi varð sett í Løkshøll og lagt varð til brots við fyrsta umfari. Tað er longu avrátt, at kappingin verður aftur um eitt ár. Eldsálirnar Tað skulu eldsálir til, um tað skal eydnast og verða veruleiki, sum tað verður droymt um. Soleiðis er tað eisini við telvingini og talv­ kappingum. Finnbjørn Vang, for­ maðurin í Talvsambandi Før­oya, er eisini virkin í altjóða talv­pol­itikki, og harvið hevur hann týd­ningarmikil sambond at dúva uppá. Hans Hjalti Skaale hevur síð­ ani 2011 ár verið dómari í altjóða talvkappingum. Fyri einum ári síðani var hann dómari í EM kappingini, sum var í Reykjavík. Tá ið hann var dómari í OL í talvi, sum var í Baku fyri stívliga tveimum mánaðum síðani, vann hann sær seinasta normin, ið ber við sær, at hann nú hevur rætt at kalla seg IA International arbider ella altjóða talvdómara. Harvið er kappingin í Løkshøll hesa vikuna í góðum hondum. Finnbjørn Vang bjóðaði væl kom­ ið til Runavík Open, og vara­borg­ arstjórin, Helgi L. Petersen, ið er íðin telvari, setti stevnuna, áðrenn Hans Hjalti Skaale greiddi frá um reglur og ásetingar. Í Føroyum er talvheimurin fyri tað mesta mannfólkaheimur. Eitt konu­ fólk er millum tey fjøruti, ið sita við talvborðini í Løkshøll hesa vikuna. Tað er danska Elle­n Kakulidis, sum hevur 1877 í styrk­is­tali. Annika Egholm og Sólgerð Vang eiga eisini týdningarmiklar leik­ lutir. Mánakvøldið syrgdu tær í fínu kantinuni í Løkshøll fyri kulinariska partinum, ið er so týd­ ningarmikil. Ikki beinanvegin, tá ið fyrstu leikirnir verða fluttir, men í alt størri mun sum tíðin gongur, og telvararnir reisast frá borðunum. Møguleikin at fara úr talvhøllini, har tað er deyðakvirt, og inn í kantinuna og at seta talvið uppaftur og at repitera og gjøgnumganga varð gjørt nógv við, meðan tað varð fylgt við á stórskíggja, hvussu tað gekk hjá teimum, sum framvegis sótu boygdir yvir borðunum inni í fínu høll­ini, ið er so væl hóskandi til til­tøk av hesum slagnum. Kanónirnar Talvsambandið og Runavíkar kommuna hava í felag megnað at skipa tiltak, ið hevur vakt áhuga millum fleiri stinnar telvarar. Umframt Helga Dam Ziska luttaka fimm aðrir stórmeistarar í Runavík Open. Teir eru Jóhann Hjartarson og Throstur Thorhallsson úr Íslandi, Miguel Munoz úr Spania, Jakob Vang Glud úr Danmark og Daniel Semcesen úr Svøríki. 53 ára gamli Jóhann Hjartar­son verður roknaður at vera mætasti íslendski telvarin síðani Fríðrik Ólafsson. Sambært farochess.com hevur hann ikki telvað so nógv tey síðstu árini, men hann var við á íslendska liðnum í talv OL í Baku fyri tveimum mánaðum síðani. Besta úrslitið hjá honum var í 1988, TALV Seks stórmeistarar taka lut í Runavík Open, sum tað varð farið undir mánakvøldið, tá ið 89 ára gamli Justinus Hansen tók sær av fyrsta leikinum TAÐ ER STUTT MILLUM STÓRU MEISTARARNAR 89 ára gamli Justinus Hansen flutti fyrsta leikin fyri Helga Dam Ziska