týsdagur 22. november 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. november 2016 · Nr. 135
TALV
tá ið hann spældi seg fram í fjórð
ingsfinaluna í HM kappingini, har
hann tapti fyri Anatolij Karpov.
IM arnir eru John Rødgaard,
Vladimir Hamitevici, Simon Bekk
er-Jensen, Nikolaj Mikkelsen og
Guðmundur Kjartansson.
Helgi Dam Ziska eigur hægsta
styrkistalið – 2546. Hinir báðir við
styrkistali omanfyri 2500 eru Jóhann
Hjartarson, 2539, og Jakob Vang Glud,
2506.
Síðani John Rødgaard luttók í
OL, hevur hann verið í Finnlandi
og telvað um norðurlendska meist
araheitið fyri veteranar. Tað gekk upp
á stás. John Rødgaard vann sín bólk
og er nú norðurlendskur meistari fyri
telvarar +50.
At talan er um telvarar, ið aftur
og aftur eru saman, sást, tá ið teir
hittust í Runavík og heilsaðust so
hjartaliga. Talan er so at siga um
talvfamilju. Umframt úr Føroyum
eru luttakararnir úr Íslandi, Danmark,
Svøríki, Spania og Moldova.
Helgi og superveteranurin
Tað man neyvan vera ivi um, at
Justinus Hansen, Ysti, á Toftum
er elsti luttakarin í føroysku land
skappingini. Hann er føddur sætta
juli í 1927, og harvið gongur hann
ímóti teimum 90!
Fyrireikararnir høvdu lagt soleiðis
til rættis, at Ysti skuldi flyta fyrsta
leikin í hesi kappingini. Tað gjørdi
hann fyri Helga Dam Ziska, sum í
fyrsta umfari sat við hvíta fólkinum
ímóti Gauti Páll Jónsson úr Íslandi,
sum hevur styrkistalið 2082. Harvið
var Helgi favorittur, og hann vann
talvið.
Ysti flutti kongafinnuna tvey
fram, og so helt hann fyri í góðum
Tofta stíli við Helga, at nú mást tú
ordna restina sjálvur!
Helgi Dam Ziska minnist aftur á,
at hann og Justinus Hansen einaferð
hava sitið yvir av hvørjum øðrum í
talvkapping:
- Tað var í november mánað 2004,
tá ið eg var fjúrtan ára gamal, og
Justinus var 77. Hetta var í Havn.
Vit sótu á fjórða borði á fyrsta liði í
liðkappingini. Justinus hevði hvítt,
og talvið endaði remis, minnist
stórmeistarin.
Hetta er fyrsta ferðin, at Helgi
Dam Ziska luttekur í kapping heima
á landi, síðani hann varð stórmeistari.
Dámligi ungi maðurin er ikki tikin
av fótum, nú hann er stórmeistari.
At hansara avrik hava týdning
fyri føroyska telving og Føroyar er
einki at ivast í. Tað kendist virðing
millum telvararnar, sum undan
kappingarbyrjan heilsaðu honum
og ynsktu til lukku.
Olaf og Luitjen
Fjøruti luttakarar eru við í Runavík
Open. Í summum førum gekk tað
skjótt fyri seg mánakvøldið. Millum
tey talvini, sum tað tók longst tíð
at avgreiða, var tað millum Luitjen
Akselsson Apol og Olaf Berg.
Styrkistalið hjá Olafi Berg er 2320,
og tað hjá Luitjen Akselsson Apol er
1403. Harvið var Olaf favorittur, og
hann vann talvið, men tað leyp ikki
so nógv av.
Á stórskíggjanum varð fylgt væl
við júst hesum talvinum. Luitjen
Akselsson Apol er bara tíggju ára
gamal, og hann vísti enn einaferð,
at hann hevur stak góð evni at telva.
Hann flutti neyvt og gav sær góðar
stundir, og tað sá út til, at hann fór at
vinna, inntil hann datt í felluna, sum
Olaf Berg royndi at seta, tá ið hann
var illa kroystur.
Millum spentu áskoðararnar var
Aksel, løgmaður, og pápi Luitjen.
Annað umfar var seinnapartin í
gjár. Í dag er dupult umfar í Løkshøll.
Tað verður farið undir triðja umfar
klokkan níggju og fjórða umfar
verður klokkan trý seinnapartin.
Hósdagin og fríggjadagin verður
telvað klokkan trý. Leygardagin
verður sjeynda umfar klokkan
níggju og áttanda umfar klokkan
trý. Kappingin endar sunnudagin
klokkan tvey, tá ið níggjunda umfar
verður.
Løkshøll er í hesum døgum karmur um altjóða talvkapping
Helgi Dam Ziska vann í fyrsta umfari
ímóti Gauti Páll Jónsson úr Íslandi
Heiðrikur T. Jacobsen stríddist leingi ímóti stinnasta
íslendinginum Jóhann Hjartarson, sum at enda vann
Tíggju ára gamli Luitjen Akselsson Apol var um
reppið at vinna á roynda Olafi Berg
Hans Hjalti Skaale er dómari. Hann vann í OL
í Baku heitið altjóða talvdómari