týsdagur 22. november 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 23. november 2016
Sosialurin
Krýnikan
Havnarmaður
og gøtuskuri
Jógvan Arge hevur í heyst givið út seinna
part av endurminningum úr barna- og
ungdómsárunum við heitinum »Havnarmaður
og gøtuskuri« Bókin er á tremur við góðum
anekdotum og myndum, sum klæða krýnikuni
U
pplivingarnar vóru
mangar bæði í
Føroyum og uttan
lands. Luttikið var í
skótalívi og ítrótti í Havn, ferðast
varð í Gøtu og við Skálafjørðin
eins og í Hvalba, og spennandi
útferðir vórðu gjørdar um alt
landið. Ár um ár vóru uttan
landsferðir til Danmarkar, Íslands
og Grikkalands við skúlabørnum,
fótbóltsspælarum og skótum.
Í bókini verður gjørd ein longri
ferð hús úr húsi í Syðrugøtu í
50unum. “Havnarmaður og gøtu
skuri – Mín krýnika 2” er 250 síður,
hevur 270 myndir og kostar 299
krónur. Niðanfyri eru nakrar av
anekdotunum í nýggju krýnikuni:
‘Til skips við Óla
Hans í Gøtu
Nú dettur prátið niður á sildafiski
skapin. Óla Hans sigur so til
stuttleikar við pápa, at tað hevði
verið gott at havt hann við at rist
sildina úr gørnunum.
Gamli dró eitt sindur á, men so
var hann skjótur at svara: “Nei, tak
heldur handan fýrin” og peikar á
meg. Eg var komin inn stovuna
og sat í saksinum, tí Óla Hans tók
pápa upp á orðið. Eg skuldi við
“Grundick” dagin eftir. Fekk boð
um at gera meg kláran fyrrapartin
og so koma á keiina at tosa við seg
um middagsleitið.
Mær dámdi hetta onki. Eg vildi
nógv heldur hava tað gott í havn
argøtum, til skúlin byrjaði aftur,
og so skuldi landsdystur verða í
fótbólti um 14 dagar, og hann vildi
eg fyri alt í verðini ikki missa.
Tá tarvurin datt oman
Gøtudreingir dugdu mangt, sum
vit ikki dugdu. Teir vistu, hvat
tað galt, tá kúgvin var til tarvs.
Tarvurin stóð á bási í fjósinum
hjá Poul Andriasi á Dunganum,
og teir stuttleikaðu sær óført um
brestirnar av honum, tá hann
stríddist við kúnna oman fyri
fjósið. Størsta sensasjónin, sum
eg upplivdi í Gøti, hevði júst við
henda tarv at gera.
Brádliga kom róp í: “Tarvurin er
omandottin”. Tað var sum at fáa
grindaboð. Allur riðilin til beins
út undir Støðlafjall. Bakkin var
skrædnaður undan og tarvurin
stóð á helluni. Menn í bygdini
mannaðu bát. Tveir stigu upp á
helluna at kanna málið. So kom
byrsan úr bátinum. Jóannes á
Lækjuni siktaði væl. Við fyrsta skot
hoyknaði tarvurin deyður niður.
Brúdleyp í grannahúsum
Brúdleypini í familjuni stóðu í
teimum trimum grannahúsunum
hjá Jóan Liasi, Óla Hansi og
Jóan Paula. Stákast var í øllum
húsunum. Fastur táttur var at
senda drunn, og mangt stuttligt
kom burtur úr rímunum. Eitt rím
endaði við, at drunnurin nú skuldi
til “tjúkkasta mann ið inni er”.
Hetta var í brúdleypinum hjá
Póli og Evu. Høvuðsborðið var
uppi hjá Óla Hansi. Fleiri ógvuliga
reystir menn reistu seg upp at
taka ímóti drunninum. Pápi stóð í
einum horni, Per Gregersen í ein
um øðrum og Óla Hans í tí triðja,
men umsíður kom eisini klaks
víkingurin Kemmi Klakk á føtur.
Láturin mundi ongan enda
fingið. Eftir drúgva togan var
úrslitið, at Kemmi var kosin at
hava munin á øllum hinum, og
hinir tríggir settust væl nøgdir
niður aftur í stólarnar. Tað gjørdi
teimum púrt onki, at teir høvdu
funnið sín yvirmann í hesum eina
førinum.
Ormurin Langi á Maraton
Síðani fóru vit út á Maraton
norðanfyri Athen. Vit høvdu eina
mentanarliga framførslu, sum var
fyrireikað heima við kvøðing og
dansispølum. Okkara framførsla
gekk væl, og einasta kappingin,
sum vit komu víðari í, var júst
føroyski dansurin.
Vit vóru kosnir at dansa á
serliga amfinum, sum til enda
hátíðina var skipað á sjálvari
fløtuni við stórari mannamúgvu
sum áskoðarum. Olivur Næss
peikaði meg út til at skipa Ormin
Langa hetta kvøldið. Vit runnu inn
á pallin og sýndu eftir stuttari løtu
bæði dansiring og dansispøl.
Eina ferð reypaði eg fyri gamla
skótanum úr Kaldbak, Peturi
Reinert, um, at eg hevði skipað
Ormin Langa á Maratonfløtuni.
Hann var skjótur at svara, at tað
var onki at breggja sær av. Hann
hevði skipað sjálvan Bukkutáttin á
Reyða Torginum í Moskva. So var
eg teptur.
Donsk genta tepti frk. Cohr
Dóttir ríkisumboðsmannin
Niels Elkær-Hansen kom nú í
okkara flokk og fylgdi við oman í
realskúlan. Hon æt Jo. Eina ferð
vóru nøkur í flokkinum løgd undir
at hava lagt knallperlur millum
hurðina og gáttina í nr. 6, so tað
brast og knallaði í, tá lærarin
langaði hurðina aftur.
Hann bleiv so kløkkur, at øði
spann í hann og hann fór beina
kós til skúlastjóran Viggu Cohr.
Allur flokkurin stóð skúlarætt
inni á stjóraskrivstovuni. Frk.
Cohr hevði hug at nevna nakrar
syndarar burturúr, bæði gentur
og dreingir. Men hon fekk onga
váttan.
Jo var okkara talskvinna. Tá
stjórin spurdi beinleiðis, hvør
hevði vunnið hesa neisuna, tók Jo
orðið og segði, at hetta hevði allur
flokkurin gjørt. Tá var tøgn. Her
var ikki meir hjá frk. Cohr at gera.
Illimaður og modellskip
í Hvalba
Hvalbingar høvdu okkurt
smávegis byggiarbeiði fyri í
Skálum. Ein dagin blandaðu teir
cement við eini gamlari maskinu.
Hon gekk so sera illa. Teir royndu
at pjøssa upp á hetta gamla
beistið, men hon steðgaði í heilum.
Eina ferð tók ein av monnunum
so dýran til, heita, djúpa, svarta
og nakað væl aftrat, sum bara
hvalbingar kunnu gera. Eg ræddist
hann og hevði hug at sleppa
mær burtur, tí kom Illimaður um
húsahornið, ætlaði eg mær ikki at
standa fyri.
Vit vóru sjálvandi inni hjá
Niclasi. Tað mest spennandi
vóru øll modellskipini, hann
hevði standandi. Har vóru bæði
sluppir og skonnartir, og tað
mest framkomna modellið var
av kongaskipinum “Dannebrog”.
Tað trónaði í kjallaranum og var
útgjørt soleiðis, at ljós kundi
tendrast inni í teimum kongligu
gemakkunum.
Nøkur ár seinni var sjálvur
Fríðrikur kongur á vitjan í sama
rúmi. Hann var so bergtikin av
at finna sítt kongaskip so væl
endurgivið í einum kjallara í
Hvalba, at tað brast úr honum
“Det var kattens”, søgdu teir.
Fótbóltur í Runavík
Okkara stóra spælipláss var niðri
á keiini. Serliga á sildaplenuni, tey
róptu, innan fyri bygningarnar
í Runavíkar havn. Áðrenn
sildaskipini komu inn av fyrsta
túrinum, lá væl fyri at sparka
har, og her vandi eisini nýggja
hondbóltsfelagið Tjaldur. Her niðri
búði Jóannes hjá Símuni Hansen,
ið hevði bygt eitt stórt hús uppi
við vegin.
Har vóru eisini Hilmar
Nielsen, Hilmar og Johannus
Hansen, Hjalgrím Poulsen, Ernst
Rasmussen og yngri beiggin
Jaspur, Øssur hjá Hans Andriasi,
Hans og Petur Hammer, Jóannes
og Meinhard Lamhauge og
onkuntíð brøðurnir á Høgabóli
Egga og Hálvdan.
Men ongin dugdi so væl at
snúgva sær á fótbóltsvøllinum,
sum Torleif Nielsen. Teir róptu
hann Vinurin. Hann var so kvikur
og snúin, at bólturin fekst ikki frá
honum.
Børnunum garanteri eg fyri
Mammubeiggin Ólavur sat í
sóknarstýrinum í Gøtu eitt
skeið í 60unum. Stórmál vóru
fótbóltsvøllurin í Sarpigerði og
nýggjur skúli við Gøtugjógv.
Sóknarstýrið var á fundi í Havn
við ríkisumboðsmannin Mogens
Wahl. Fundurin snúði seg um
fígging til skúlan. Wahl spurdi,
um sóknarstýrið helt, at nóg nógv
børn vóru í Gøtu til hendan stóra
skúla.
Ólavur var kvikur at svara, at
Wahl skuldi bara syrgja fyri at
koma við pengunum frá statinum
og skoytti avgjørdur uppí:
“Børnunum garanteri eg fyri!”.
Tá átti hann fimm døtur. Jákup
Frederik Øregaard var við á fundi.
Hann stuttleikaði sær óført um
hesa viðmerking.
Jógvan Arge
Havnarmaður
og gøtuskuri
Mín krýnika 2
299,-
Bókin er at fáa í bókabúðunum