Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2016 10 Sosialurin Fátæka land: ognir man havið tær bjóða, tú eigur systrina góða; havgyrda land! Ríkt er títt hav, gevur tær treysti og megi, veldur tær sorgir og gleði, fongríka hav. V ið hesum orðunum hjá Rasmusi Effersøe úr yrkingini Fjallprúða land, innleiðir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiski­ málum, Skipalistan 2017. Í Skipalistanum í ár eru myndir og upplýsingar um 352 skip størri enn 12 tons umframt 1.054 bátar, ið eru undir 12 tons. Myndir eru av øllum teimum størri 352 skipunum og teimum allarflestu av smærru bátunum við. Í ár eru eisini myndir av øllum teimum smærru lendingunum og havnunum í Føroyum, soleiðis at smærri ella størri bátar kunnu gera sær eina mynd av umstøðunum á staðnum, skrivar Ernst S. Olsen, sum hevur lagt útgávuna til rættis í fororðinum. Fremst í Skipalistanum eru kalendari við streymtalvum og kyrrindum, eins og streymkort. Síðani kemur eitt yvirlit yvir streymviðurskifti hvønn dag í árinum, grundað á mátingar, sum Knud Simonsen hjá Fiskaaling hevur staðið fyri. Sum vanligt eru eisini yvirlit yvir mannagongdir í samband við neyðarkall, yvir morsutekin og signalføgg og annað at finna í Skipalistanum. Yvirlit er yvir allar vitarnar í Føroyum og kort yvir havøki og havleiðir, harundir stongdar leiðir, eru eisini at finna. Skipalistin hevur eitt orðayvir­ lit yvir fisk, ryggleys djór, hval og fugl og heiti teirra á føroyskum, norskum, donskum, íslendskum, enskum, týskum og latíni og eisini hevur Skipalistin eina plansju yvir grindahvalin og hvat ymisku partarnir av hvalinum eita. Eisini er yvirlit yvir føroysku bátastøddirnar og nøvn á rúmunum, bekkjunum og borðunum í bátinum. Skipalistin leggur seg eftir at vísa, hvussu føroyska fiskivinnan hevur ment seg og tískil er eyðsæð at hava eitt yvirlit yvir veiðina hjá føroysku skipunum við. Tì er yvirlit yvir føroysku feskfiskaveiðuna fyri hvørt fiskaslag sær frá 1993 og frameftir, eins og miðal avreiðingarprísur skiftur á eind og fiskaslag frá 1995 og frameftir. Miðalárshýrurnar, eins og hagtøl fyri tiknan laks og síl og grindaveiðuna eru eisini við. Eins og áður er tað Ernst S. Olsen, sum hevur lagt Skipalistan til rættis og H. N. Jacobsens bókahandil, sum gevur út. Skipalistin Við fleiri myndum enn nakrantíð áður, kemur Skipalistin nú út fyri 18. ferð T að fer at nærkast 20 árum, at Andreas Mouritsen hevur flogið yvir Føroyum. Neyvan er nakar blettur á Føroya landi, sum royndi tyrluskiparin ikki hevur skoðað úr erva. Fyri nøkrum árum síðani fór hann undir at taka myndir á nógvu ferðum sínum um landið og í 2014 kom fyrsta útgávan, Á Veingjum, út. Í henni vóru 180 myndir, men savnið hjá tyrluskiparanum er mangar ferðir størri enn so, tað telir túsundtals myndir, allar av føroyska landslagnum í øllum veðri. Skiftandi litir og ljós gera, at allar myndirnar tykjast heilt serstakar. Andreas Mouritsen sigur, at longu áðrenn hann fór at flúgva hevði hann stóran áhuga fyri myndatøku og hann byrjaði tíðliga at taka myndir, meðan hann var á flogið, serliga summardagar. Hann varnaðist tó skjótt, at Føroyar eru minst líka vakrar og bergtakandi í øllum veðri, í logn og í ódn. – Eg haldi, at Føroyar eru líka flottar um veturin sum um summarið. Ofta sær man myndir, sum eru tiknar úr luftini vanliga eru tiknar í góðveðri, men eg havi lagt meg eftir at fáa myndir úr øllum árstíðum, sigur hann. Hann vísir eisini á, at tað eru ikki bara oyggjarnar, sum broytast eftir veðrinum, men eisini bæði havið og luftin. – Tí eru tað óendaligir møgu­ leikar at blanda saman, sigur Andreas Mouritsen. Fyrr í ár kom so onnur útgávan út. Meðan fyrra bókin lýsti ferðina úr Ennibergi suður í Akraberg, ferðast vit nú norðureftir. Tað er ikki bara beint fram at taka myndir úr tyrluni. Eitt er, at tyrlan ferðast sera skjótt, hon kann til tíðir ristast og so er ikki altíð, at hann situr so fyri, at hann megnar at taka eina mynd av motivinum. – Tað velst jú altíð um, hvørjari síðu eg siti á. Onkuntíð vísir tað seg, at okkurt er komið á rútin, sum ger, at myndin gerst óklár, aðrar tíðir fer motivið tíverri ov skjótt fram við. Men kortini er ovmikið av taka myndir av og tí er savnið eisini vorðið sera rúgvismikið, sigur hann. Orsøkin til, at Andreas Mouritsen hevur valt at geva ein uppfylgjarara út eftir fyrstu bókina, er, at hann rendi seg í eina avbjóðing, tá hann gjørdi fyrru bókina. – Tað gjørdist ein stórur luksustrupulleiki, at eg hevði einans pláss fyri 180 myndum í fyrru bókini. Tí mátti eg lata nógvar sera vakrar myndir liggja eftir. Tískil var í veruleikanum lagamanni at gera eina bók afturat, sigur hann. Á ferðini eru stuttar frágreið­ ingar á føroyskum og enskum um tey ymisku økini. Økini eru býtt í litir, so tú ikki villist í bókini og alla tíðina veit, hvar vit eru stødd. Føroyar í skiftandi liti og ljósi Eg havi lagt meg eftir at fáa myndir úr øllum árstíðum, sigur Andreas Mouritsen um bøkur sínar Á Veingjum